Tann sum hevur verið mest vertur í Oscars show'inum er entertain'arin Bob Hope, sum hevur staðið á pallinum heili 19 ferðir. Ein Oscar vigar í dag eini 8,5 pund - so hon vigar ikki heilt lítið. Á Oscar show'inum brúka tey eisini fólk, sum eru "seat fillers" sum merkir tað, at tú ert ein persónur sum einans skalt fylla eitt setur í tí stóra salinum. Og skuldi hetta havt tín stóra áhuga, so er tað trist - tí einans limur í Academy sleppa at vera stóla fyllarar. Í ár 2000 blivu 55 Oscars stolnar av innbrotstjóvum. Øll Oscars steypini blivu beinavegin funnin - uttan tríggjar, sum tó blivu funnar nøkur ár seinni. Tá ið Marlon Brando vann eina Oscar fyri besta leiklut í 1973, sum hann meistarliga spældi í fílminum The Godfather - sendi hann ein indianarakvinnu, at taka ímóti steypinum. Marlon sum tá varð limur í American Indian Movement, stuðlaði eisini indianara - sum mangan blivu misnýttir av Hollywood indistri'inum. Indianarakvinnan, sum bar navnið: Littlefeather (merkir Lítli fjørður) helt taluni hjá Marlon Brando - har hon fortaldi frá, at Brando noktaði at vera ein partur av tí amerikanska slaktinum í Wounded Knee - har fleiri túsund indianarar lótu lív. Í fyrstandi bleiv Littlefeather buha - men eftir hon varð liðug við sína talu - fekk hon heiður og klapp frá øllum í salinum. JáH (y) 25.02.2015 Hevur tú eina mánaðarløn uppá góðar 20.000 krónir, so er tað vón fyri framman hjá tær. Tað sum tú gjørt er at melda teg í "Lykla-nevndir" í Føroyum ... Eitt nú, so fær man góðar 5.000,00 kr fyri at vera í nevndini hjá IRF og áleið tað sama við at vera í nevndini hjá SEV. Vit vita tað ikki, men kanska ein fær tað sama við at vera í nevndini hjá Landsverk, Kringvarp Føroya osv. osv. So tínar súrt tjentu 20.000 um mánaðin kann knappliga blíva nógv meira - um tú ert í fleiri nevndum og áðrenn tú veit av, so kanst tú vera ein persónur, sum liggur um 30.000,00 kr um mánaðin. Í einari nevnd, so er tað nú ikki sikkurt, at tað er so nógv, sum tær nýtist at gera. Tað er væl møguligt, at ein fund er um mánaðin ella kanska annan hvønn mánað - og til tann fund, so kann gott vera, at tú ert sjúk/ur ella okkurt sovorði. Og voila: "Tú hevur nú skora kassan - fyri onki at gera !!!" JáH (y) 22.02.2015 Fyri einari tíð síðani, so skrivaðu vit til Føroya Løgting, har vit spurdu um, hvussu tú stovnar ein flokk til næsta val. Vit fingu síðan at vita, at vit skuldu skriva til Almannamálaráðið - og nú hava vit fingið svar hvussu ein berur seg at við at stovna ein flokk. Hvussu verður farið fram, tá nýggjur flokkur skal fráboðast, er ásett í Løgtingsvallógini § 15. Stk. 3-5, ið eru soljóðandi: “ Stk. 3. Tá ið val til Løgtingið skal fara fram, boðar løgtingsformaðurin skjótast til ber og í seinasta lagi eina viku eftir, at val er útskrivað, landsstýrismanninum frá, hvørjir flokkar við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har. Í seinasta lagi kl. 18.00 dagin eftir, at valið er útskrivað, kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum. Stk. 4. Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin og váttanirnar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at viðkomandi er á vallista. Váttanir, sum eru eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu ikki góðkennast. Veljarin skal vera lýstur við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Stk. 5. Fráboðan um stovnan av nýggjum flokki er galdandi til fyrstkomandi val fer fram, tó í minsta lagi í eitt ár frá fráboðanardegnum.” Nåmen, soleiðis sum eg havi lisið tað - so er tað møguliga forseint at stovna ein flokk til komandi val í November - men kanska havi eg lisið omanfyri-nevnda skriva skeivt. Men her er tað so, tit !!! Tað fyrsta, sum skal til er eitt gott navn til tín nýstovna flokk. Sjálvur havi eg í huganum tveir flokkar: "Sjóvinnuflokkurin" - sum hevur til endamáls, at føroyskir sjómenn fáa betri kor at arbeiða í. Og f. eks, so vildu vit gjarna at ein sum fiskar við Línu í minsta lagið fær somu løn, sum ein í ALS. "Ð flokkurin" - sum hevur til endamáls, at vera nýskapandi og kanska nema við ting, sum aðrir flokkar ikki tora at nema við. Her eru tað nemliga mong evnir, sum tey tingvaldu ikki tora at nema við. Tað er eisini sera umráðandi, at tú ikki einsamallur fer í hernað ímóti Løgtinginum - men kanska at tit eru fleiri, sum áhuga hava innan politikk. Tí vilja vit mæla til, at í minsta lagi 6 persónar eru í tínum flokki ella meira ... og sjálvandi er tað eisini umráðandi, at tú velur teir røttu persónarnir inn í tín flokk. Velur tú at gera ein "Sjóvinnuflokk", so er tað umráðandi at tú velur sjómenn (við erfaring) inn í tín flokk. Velur tú hinvegin okkurt provokerandi heitið til flokkin, so er tað samstundis umráðandi at tú velur provokerandi (og kanska skemtilig) fólk á tín lista. Eftir tað, so er tað sjálvandi tað við tí, at tú verður noyddur at savna 800 undirskriftir inn - áðrenn november 2015 (eri tó ikki heilt vísur í, um tað er forseint í ár). Men tað burdi ikki verið ein trupuleiki, tí tað einasta tú í veruleikanum skal gera, er at banka uppá hjá fólkum og spyrja um eina undirskrift við navni, føðingardegi, bústaði og sjálvandi dato. Síðan so er tað bara at brúka nokk Facebook og koma við skilagóðum meiningum - og ikki brúka alt ov nógva pening uppá tín flokk - tí føroyingar eru nokkso vanabundnir - so fyri alt stríðið er nú ikki sikkurt, at tú sleppur inn. JáH (y) 22.02.2015 Kanska serliga lætt er tað, at fara inn í Kommunal politikk ... 1. Tað fyrsta tú skalt gera, er at finna tær ein hóskandi flokk, sum fær nokk av fólkið inn um Kommunu gátt .. ella gáttina hjá Løgtinginum (tó er hetta eitt sindur sverari enn Kommunu gáttin). 2. Síðan er tað gott, at tú hevur gott fólk afturat tær, tá tú stillar upp. Tosað við tína familju, vinir og kenningar og fá tey, at gera ein part av tínum arbeiði fyri teg. 3. Ger eina plakat av tær sjálvum við einum einkultum boðskapi. Ikki for innvinkla, tí tað tíma fólk simpulten ikki at lesa. 4. Brúka ikki for nógva tíð & orku uppá tíðindabløð - tá ið hetta eru deyð tíðindi. Skriva nokk av greinum til Portalin, Norðlýsið og sjálvandi Norðoya Portal. Skriva um viðkomandi evnir og royn og hav eina meining, sum fangar fjøldina. 5. Heilsa uppá fólk, sum tú ikki kennir og gang dúgliga til tiltøk, sum eru almenn. Fólk skula jú kenna tín persón og tá er eisini umráðandi, at tú gjørt eitt sindur um teg. Ver ikki bangin fyri at hava eina meining ... so leingi sum tín meining er í tráð við hvat flest fólk meina. 6. Nú er valið av - og tú ert komin inn. Tú hevur nú gingið á møtið, verið til alt møguligt slag av tiltøkum. Skriva eina hundans rúgvu av greinum í Facebook, Portalum osv. Tú hevur fingið tínar vinir, familju og kenningar at ganga sum eitt svakt fyri at fáa fólk at stemma uppá teg. Tú hevur selt teg sjálvan og tað hevur givið bonus. 7. Minst nú til - at brúka eitt sindur av peningi og tað sum tú hevur lova - heldur stikk. Gloym ikki, at fjerna nakrar bunglur og vitja fyritøkur kring býin ella bygdina. Ger svimjihylin størri - ella bygg ein størri vøll. Onki er for stórt og ei heldu er nakað for lítið. For Guð's skyld - gloym ikki at brúka eitt sindur av peningi - tað tíðarskeið tú situr inni. 8. Til næsta val: Tú hevur brúkt nógva pening og tú hevur skapt eina rúgvu til samfelagið. Fólk minnast til, hvat tú hevur gjørt og um ikki - so syrg fyri, at fólk minnast til tín. Skriva í Portalarnar hvussu tú skapti "Býarkoyring" við bussum ella hvussu tú (nærum) áleina syrgdi fyri at vøllurin bleiv størri & betri. 9. Tú ert nú komin inn aftur - og tú kanst byrja heila lortið av nýggjum ... nevniliga brúka pengar og syrgja fyri at fjøldin minnist til tín. Og tú dugir enn betri enn fyrrverandi ár tú sat - tú hevur nú eisini fólkini við tær. Tí tey vita, at tú dugir & veit og júst sum Sokrates: "Eg veit, at eg veit - at eg onki veit" er nú títt nýggja slogan. 10. Vælkomin í politikk - har ikki er pláss fyri fornuft ella einum hjarta. Fylg bert við fjøldini og lat ongan teg lumpa. Ver tú heldur tann sum lumpar tey !!! JáH (y) 22.02.2015 Í greinini - Ja til Porno í Føroyum - settu vit nakrar spurningar til Bjørn Kalsø, sum av røttum eigur at svara okkara spurningum. Vit settu spurningarnir tann 30. januar (í ár), men enn hava vit onki svar fingið frá honum (ella Løgtinginum - sum vit eisini sendu spurningarnir til og ei heldur fingu svar uppá). Eftir tað - so fóru vit í holt við politikkin og har settu vit so Løgtinginum ein spurning ella báðar tveir. Vit spurdu Løgtingi hvussu man bar seg at, við at stovna ein flokk. Men svarið hjá teimum varð, at vit skuldu skriva til Anniku Olsen, sum er stýriskvinna í Almannamálaráðinum. Vit so gjørdu - men hey: Har hava vit heldur ikki fingið nakað svar. Hví tekur tað so drúgva tíð, at fáa sera einkul svar uppá: "Skal Porno vera lógligt í Føroyum ?!?" ella "Hvussu stovnar man ein flokk ?!?" JáH (y) 20.02.2015 Nógv hevur verið tosað um filmin Fifty Shades of Grey í KVF - og vónirnar um ein góðan film hava eisini verið stórar verðina runt. Men ummælini av filminum eru absalutt ikki góð og eitt nú, so meta tey at filmurin ikki er trúgvur ímóti bókini. Bøkurnar hava selt yvir 100 milliónir eintøk - so ein kann vænta sær ein góðan film, right ?!? Nei, har fer tú skeivur, sigur ummælarin Lisa Wilkinson og gevur filminum sera vánalig ummæli. Hetta er vánaligasti filmurin hon nakrantíð hevur sæð og heldur absalutt ikki at filmurin er nakað serliga fúlir. Hon endar við, at siga - at maðurin hennara heldur ikki fekk nakað - eftir filmin. Tí at filmurin gjørdi absalutt ikki tað, at hon fekk hug til sex. Sí ummæli niðanfyri: JáH (y) 18.02.2015 |
Arkiv
April 2019
|