NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Mistið koyrikortið dagineftir hon hevði fingið tað

30/8/2016

Comments

 
Billede
TV2 gerð sendirnar í Føroyum, sum kallast Station 2 politirapporten på Færøerne og her blívur ein ung genta tikin beint uttanfyri Vágatunnilin, har hon hevur koyrt alt ov skjótt, men tað er merkisverda er, at hon hevði akkurát fingið koyrikortið daginfyri og mistið tað dagineftir. Sjá filmsklippið her: "Fik sit kørekort dagen før: Nu mister hun det for at køre for stærkt".

​
SáH

Comments

KÍ VS Víkingur: Dysturin av ØLLUM dystum!

26/8/2016

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin fer við, at hyggja eftir spennandi dystinum ímillum KÍ og Víking, sum verður spældur í kvøld kl. 18.00.

Tað gongur strúkandi hjá báðum liðunum og roknast kann við einum sera jøvnum dysti ímillum oddaliðini í Effo deildini.

Víkingur hevur megna at vunnið fleiri steypafinalur enn KÍ tey seinastu mongu árini - og spurningurin er so um KÍ fer at gera eitt 1999 "come back". Tað er útselt til dystin og Smyril fer úr Klaksvík kl. 14.00 í dag, fullir av KÍ fjeppararum og roknast kann við einum ordans balli í Tórshavn í dag, har bæði liðini hava sín trúfasta fylgjaraskara.

Til tey, sum ikki hava keypt billett - so kann sigast, at hesin toppdystur eisini verður sendur "live" av KVF og munna ikki mong fara at seta seg frammanfyri sjónvarpi í kvøld og heppa á sítt lið ..? Hetta er í hvussu so er, ein dystur sum endar í søgubókunum - óansæð hvat fyri úrslit kann væntast av hesum dysti ...!

JáH (y) 27.08.2016 

Comments

Video: Trygd á Sjónum

22/8/2016

Comments

 
Billede
Video gjørd til føroyskar sjómenn, sum ein kunning yvir hvussu farligt sjólívið kann vera. Og eisini nakrir reglar yvir, hvussu tú sjálvur kanst minkað um vandarnir á sjónum.

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 23.08.2016

Comments

Snapchat riggar ikki sum tað skal !!!

19/8/2016

Comments

 
Billede
Nógvir Snapchat-brúkarar hava havt trupuleikar við appini og eisini við at logga seg á.

​Snapchat veit um trupuleikan og arbeiðir við sakini, siga teir.

JáH (y) 19.08.2016

Comments

HBO í holt við at framleiða film um IS (Islamiskan Stat)

14/8/2016

Comments

 
Billede
Kenda sjónvarpsrásin HBO, sum stendur aftanfyri Game Of Thrones fer í holt við at framleiða ein film um IS (Islamiskan Stat) saman við Bradley Cooper (á myndini), sum vit kenna frá Hang Over filmunum.

Røðin kemur at fevna seg um IS og hvussu IS kom til í veruleikanum og lítið má vera ivast, at henda røð fer at vera minst líka ógvuslig sum røðin Game Of Thrones.

Og hetta er eisini eitt glóðheitt evni, at fara í holt við - tí bara í ár hevur IS staðið aftanfyri álopum á Frakland, Belgia, Turkaland, Bagdad og onnur lond, har fleiri hundrað menniskjur hava latið lív.

JáH (y) 14.08.2016

Comments

Kend Star Wars stjørna er deyð!

13/8/2016

Comments

 
Billede
Talan er um Kenny Baker, sum R2-D2 robotturin úr Star Wars filmunum. Hann varð einans 112 cm og skal hava sagt um rolluna, sum R2-D2:

- Ja, eg gekk við uppá tað. Eg fór inn í handa robottin, og so løgdu teir lokið á, so at eg føldi meg sum eitt kókað egg!

Kenny Baker doyði ígjár 81 ára gamal.

JáH (y) 14.08.2016

Comments

Minst ein stuðla útsøgnunum hjá Trump!

13/8/2016

Comments

 
Billede
Trupuleikin er bert tann, at tað er Hizbollað-leiðarin Hassan Nasrallah, veit NTB at siga frá.

Ríkmaðurin og tað Republikanska valevni hesaferð hevur úttalað seg fyrr í vikuni, at forsetin Barack Obama er grunnleggjandi av IS (Islamiskum Stati) og fríggjadagin varð hann noyddur at biðja um orsaka og fortelja fyri fjølmiðlunum, at hann bert varð sarkastiskur. Men ígjár segði tann libanesiski sjiamilitantiski leiðarin hjá Hizbollað, Nasrallah, at útsøgnirnar hjá Trump faktist eru faktuellar - og tað er also ikki ein góð umtala fyri Trump undan hesum Forsetavalstríðnum ..!

JáH (y) 14.08.2016

Comments

Myndir Summarfestivalurin 2016

13/8/2016

Comments

 
Billede
Her fleiri myndir frá Summarfestivalinum 2016, sjá niðanfyri.

​SáH

Comments

Ummæli av Summar Festivalinum !!!

10/8/2016

Comments

 
Billede
Cliff Richard varð sumso, at hoyra fyri meg - tí eg kenni kanska "bert" eini 4 - 5 sangir hjá honum og Boyzlife helt meira standardin uppi fyri tónleikin, sum talar meira til fjøldina - enn bert "tey gomlu", sum Cliff Richard jú ger. Eisini skal nevnast, at Danny & The Veetos fekk tí sovnandi fjøldina at vakna upp aftur, eftir at Cliff hevði staðið á pallinum ... so kanska teir burdi verið høvuðsnavn næsta ár ..?

Síðan so skilji eg einfalt ikki, hví mennirnir aftanfyri Summarfestivalin ikki gjørdu meira burturúr at selja Hermans Houseband og Boyzlife og sera spell varð tað eisini, at veðrið skuldi vera so vánaligt leygarkvøldið og Hermans Houseband vóru noyddir at spæla í tjaldinum - tí eitt er heilt víst og tað er, at Vágsbøur hevði kókað, um teir sluppu at framføra har og so skal leggjast afturat, at teir leveraðu vøruna í tjaldinum - sjálvt um ØLL ikki fingu møguleikan at upplivað teir har inni.

Annars so vóru teir, sum høvdu Kampingpláss ikki so nøgd við økið, sum tey høvdu fingið - í hvørtfall fortaldu fleiri okkum á Norðoya Portali frá, at tað ikki varð tað sama, sum tað varð síðsta ár og hetta absalutt er ein stórur missur fyri tey, sum elska at "kampa" á Summarfestivalinum. 

Men aftur til tónleikin og tað er jú tað, sum hetta ummæli skal snúgva seg um. Nøvnini í ár - vóru ikki líka góð sum nøvnini síðsta ár og tað virkar sum um, at Summarfestivalurin bert er blivi til eitt "ting" sum skal avgreiðast ár um ár - og sama kundi eg eisini sagt um G! festivalin - nú ongin Jón Tyril er at skipa fyri har. Ella kanska er skráin ov long ..? Tí 3 dagar av tónleiki er ein long tíð og at tað so skal vera 3 dagar við góðum tónleiki - er so kanska eisini for nógv forlanga. Kanska hevði tað verið eitt hugskot, at skert prísin og dagarnir niður, so talan varð um 2 dagar ..?

Sjálvt um tónleikurin kanska ikki varð allerbesti - ein hevur hoyrt á einum Summar Festivali, so skula fyrireikarnir tó hava rós fyri, at teir ár eftir ár - megna at skipa fyri einum so stórum tiltakið og so vóna vit, at Summar Festivalurin næsta ár fer at fáa eitt slíkt navn til Føroyar, sum ein simpulten MÁ sleppa at hoyra.

Boð ..? Ja, vit á Norðoya Portali skjóta upp, at tað er næstan ongin Summar Festivalur - uttan at Dynamitt er við og høvuðsnavni kundi verið: AC/DC ella okkurt annað Twisted Sister líknandi ..!

JáH (y) 11.08.2016

Comments

BuBu og børnini sendu 2016 ballónir upp í luftina

6/8/2016

Comments

 
Billede
Summarfestivalurin byrjaði uttanfyri høvuðssponsorin hjá SF16, nevnliga uttanfyri Norðoya Sparikassan, har øll fingu reyðar ballónir frá BuBu og Silva.

Nógv fólk var komið saman og BuBu var ordiliga í hopla og tað endaði við, at hann fór uppá takið á Norðoya sparikassa og undirhelt har frá, har hann rópti íslendska hu, hu, hu rópið saman við børnunum og so taldi hann niður, tá ið 2016 ballónir blivu sendar upp í luftina.

Sera glað børn og foreldur, her nakrar myndir og sangur frá BubU.

SáH

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.