NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Meet the Parents stjørna er farin á heysin

22/11/2014

Comments

 
Sjónleikarin Teri Polo, sum nokk mest er kend sum konan hjá Ben Stiller í Meet the Parents filmunum - eigur nú ikki reyvuna í sær sjálvari. Tað skrivar The Hollywood Gossip.

TMZ hevur fingið fatur í dokumentum - har tann 44 ára gamla Polo skyldar heili 5,4 milliónir krónir vekk. Tí hevur hon koyrt seg sjálva persónliga konkurs.

Í dokumentunum stendur skriva at hon manglar at gjalda 4,1 milliónir krónir í skatt og nærum 200.000 krónir í kreditkortrokningum.

Og annars hevur ein útleigari boða frá, at hon skyldar sær 162.000 krónir - eftir at hon fór frá tí leigaðum húsinum - har húsið varð skitið & pissa út av hundi.

JáH (y) 23.11.2014



Comments

Í ár 2050 fer SEX bert at vera til stuttleikar !!!

22/11/2014

Comments

 
Professarin Carl Djerassi - sum varð við at finna uppá p-bollan - roknar við at hava sex í 2050 fer at missa sítt endamál: Nemliga at gera børn.

Í einari samrøðu við The Telegraph sigur, at p-bollin fer í søguna og at fertilitetsbehandling verður somikið góð, at menn og kvinnur fara at frysta eggini niður og bíða við graviditetinum.

Hann heldur at kvinnur í 20'inum fara at velja henda hátt fyri at sikra sær eina karrieru og bíða til tær hava funnið sær tann rætta mannin.

"Heilt skjótt - t.d. longu í ár 2050 - fara tað at vera fleiri reagensglasbefrugtningar ímillum fertilar kvinnur enn tær núverandi 5 milliónirnar - grundað av trupuleikum við fertilitetinum. Fyri tær verður separatiónin ímillum sex og reproduktión 100 prosent," sigur Carl Djerassi at enda við The Telegraph.

JáH (y) 23.11.2014

Comments

Nå - hatta kanst tú eisini brúka folio til 

13/11/2014

Comments

 
Picture
Í hesari video kanst tú síggja fleiri genialar mátar - sum tú eisini kanst brúka folio til.

Sjá sjálv/ur niðanfyri:

JáH (y) 14.11.2014

Comments

SEX selur !!!

8/11/2014

Comments

 
Tað er sum tey siga - sex selur - og í tí rolluni hevur Agent Provocateur havt ein týðandi leiklut - sum er eitt klædnamerkið, sum hevur verið selt í meira enn 20 ár.

"Handilin er nógv meira vitjaður í dag enn fyrr," sigur Sarah Shotton (handilsleiðari hjá Agent Provocateur í 15 ár). "Tá eg byrjaði - vóru fólk bangin at koma inn og plagdu at siga 'hetta er ein sex handil'. Tað plagdu vit halda vera sera stuttligt - men í dag er tað meira og meira avslappandi at koma inn og kundarnir vita hvat tey vilja hava. Tað kann gott vera, at tað enn líkist eini sex shop - men vit gera tað uppá okkara egna máta ... Og tað riggar." 

Tað byrjaði bert við einum handli - men nú eru tað yvir 100 handlar av Agent Provocateur verðina runt og kvinnur eru púra villar eftir undirklæðum frá tí kenda merkinum.

Aftanfyri merkinum liggur okkurt frekt og sexutt - men tað er nokk meiningin við tí heila - tí sum vit søgdu, so er tað sku' prógva nóg væl & leingi - at sex selur!

JáH (y) 09.11.2014

Comments

Tey størstu bróstini í verðini !!!

2/11/2014

Comments

 
Picture
Chelsea Charms hevur tey størstu bróstini í øllum heiminum ... og tey eru also mega stór. Tað eina brósti Itsy og hitt eitur Bitsy - sum á føroyskum kundi verið umsett til Lítil og Sera Lítil - og hví Chelsea hevur valt at kallað bróstini júst soleiðis - er nokk meint í ironi.

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 02.11.2014

Comments

Soleiðis ger tú eina Zebra køku !!!

2/11/2014

Comments

 
Picture
Onkuntíð er tað slett ikki so galið við einari køku afturvið einum kaffimunni - men hvat við at gera eina heilt øðrvísis køku - enn tú tú plagar ?!?

Niðanfyri kanst tú síggja hvussu eisini tú kanst gera eina sera vælsmakkandi Zebra-Køku - sum tín familja, vinir ella kenningar heilt sikkurt - hvørki hava smakkað ella sæð fyrr ...

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 02.11.2014

Comments

Katie Melua hevði ein livandi eiturkopp í hennara oyra !!!

1/11/2014

Comments

 
Sangarin Katie Melua fekk eina heldur óvanlig uppliving - hon fann nevniliga útav, at í hennara oyra hevði ein lítil eiturkoppur liva í einari heilari viku (sí mynd t.v.).

Og fyri tað ikki skal vera lygn, so hevur hon eisini skrivað ein sang, sum Spiders Web og føldi at okkurt skreið í hennara oyra í dagavís.

Hon heldur sjálv uppá, at eiturkoppurin hevur verið í einari oyramikrofon og síðan farin ein túr í hennara oyra.

"So tað skróvaði í mínum oyra í einari viku og fór eg so til læknan fyri at finna útav hvat galið varð. Henda lítla fýrin funnu tey so!" skrivar hon á hennara Instagram.

Læknin sum fekk tann lítla livandi eiturkoppin út úr hennara oyra - fortelur frá, at slíkt hevur hann ongantíð upplivað. Mangan hevur hann tikið deyðar eiturkoppar úr oyrum hjá fólkum - men ongantíð ein livandi ein.

JáH (y) 02.11.2014

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.