Grundin til at Amerika ger hetta, er fyri at svara Norður Korea aftur, tí stýrið í Norður Korea blívur við at royndarskjóta rakettir - sum teir forrestin eisini gjørdu fríggjadagin.
JáH (y) 30.07.2017
Amerika hevur í nátt svarað Norður Korea aftur og sent tveir bumbuflúgvarar av slagnum B-1B yvirum eina hálvoyggj í Suður Korea. Grundin til at Amerika ger hetta, er fyri at svara Norður Korea aftur, tí stýrið í Norður Korea blívur við at royndarskjóta rakettir - sum teir forrestin eisini gjørdu fríggjadagin. JáH (y) 30.07.2017 Ólavsøkan er í hásæti og fólk eru í hopla. Vit hava hoyrt røðuna hjá Løgmanni og kappróðurin hevur gingið væl fyri okkum norðoyingar. Massar av fólkið eru farin sær leiðuna til Havnar, at feira Ólavsøkuna. Vit á Norðoya Portali fara við hesum ynskja øllum Føroya fólkið eina góða Ólavsøku. JáH (y) 29.07.2017 At Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump fer undir at banna eindarkynd (transseksuell) fólk úr herinum, er kanska ikki so undarligt - tí persónliga er hann undir einum ógvuliga stórum trýsti. Hann ger hetta ivaleyst, so hann kann fáa nakrar konservativa stemmur afturat, so at Obama heilsan endiliga fer í søguna (sum hann lovaði undan Valstríðnum). Les eisini: Trump bannar eindarkynd fólk í herinum Fyri nøkrum døgum síðani - hendi tað, at tað nýggja uppskotið innan heilsu - fekk ikki viðhald og at Obamacare slapp at vera verandi innan heilsu í Amerika. Síðan hevur Donald J. Trump og hansara stýrið roynt at komið við einum nýggjum uppskotið innan heilsu, sum ivaleyst eisini fer at standa sína roynd - um tað kemur ella ferð. Og fyri at gera ilt verri, so skal sonurin hjá honum, Donald Trump (junior) kannast, tí hann hevur havt samband við russar undan amerikanska valið og kann hetta hava stórar avleiðingar fyri sonin hjá Trump. Les eisini: Trump fer at bjóða Putin til Amerika Eisini vil Forsetin nú av við hansara nærmasta vin og løgmálaráðharra, Jeff Sessions, sum heldur yvirraskandi fór ímóti Forsetanum og vildi onki hava við hann at gera og hansara tilknýti til russar. JáH (y) 27.07.2017 Fyrrverandi amerikanska stjørnan innan amerikonskum fótbólti, O. J. Simpson bleiv at ganga leysir aftur tann 1. oktober í ár. Tann nú 70 ára gamli O.J. Simpson fer at fáa góðar 160.000 krónir frá NFL um mánaðin, umframt at keldur vilja vera við, at hann hevur góðar 33 milliónir á sínar konto. Men um hann sleppur at brúka hesar pengar í frið og náðum er so ein heilt onnur søga. Tí í 1997 bleiv hann funnin sekur í at hava dripið konuna hjá sær, Nicole Brown Simpson og vin hennara Ron Goldman og skal til at gjalda endurgjald uppá 217 milliónir til familjuna, sum eftir situr. Keldur vilja vera við, at hesum sleppur ránsmaðurin O.J. Simpson eisini undan at gjalda - tí pengarnir frá NFL eru endaðir á einari tryggari konti, sum staturin ikki kann nerta við. So er tað spurningurin, um O.J. Simpson megnar at halda seg í skinninum. Hann varð nevniliga ikki heilt ungur, tá ið hann bleiv dømdir fyri at rána banka, innbrot og álop í 2008. Har fekk O.J. ein dóm uppá 33 ár. Men hann royndi at blíva royndarleyslatin í 2013 - sum tó ikki fekk viðhald. Í ár royndi O.J. Simpson aftur - og hesaferð eydnaðist tað so og sleppur hann at ganga leysir aftur tann 1. oktober. JáH (y) 21.07.2017 Kristiliga Tíðindatænastan hevur áður borið tíðindi um ætlaðu báta- og áarverkætlanina hjá Missiónsfelagsskapinum Operation Mobilisation, stytt OM – nú er spennandi nýtt hent í hesum máli! Báta- og áarverkætlanin hjá OM er nýhugsan innan Operation Mobilisation, tá felagsskapurin higartil einans hevur nýtt havgangandi skip so sum Logos, Doulos og Logos Hope, sum er gamla Norrøna. Við nýggju verkætlanini ynskir OM-Europa at nýta farleiðina, sum liggur fram við teimum túsundtals mongu kilometrum av áar- og kanalbakkum í Europa, sum spenna frá Norðsjónum og heilt til Svartahavið. Við Europeisku áirnar og kanalirnar búgva milliónir av menniskjum, sum OM-Europa ynskir at náa við evangeliinum. BÁTURIN FUNNIN Til tess at náa hesum máli hevur OM leita eftir hóskandi áarbáti ella áarcruisebáti, sum tað eisini eitur, og í hesum døgum er sáttmáli gjørdur, sum framvegar bátin til endamálið. Tíðaravmarkaður leigusáttmáli er gjørdur við eigaran av væl umtókta áarcruisebátinum ANDANTE. Pláss verður fyri manning við 80 fólkum, sum koma at búgva umborð. Verkætlanin fer av bakkastokki 27. desember í ár, men áðrenn lagt verður frá landi, skal manningin á eina missiónsstevnu í býnum Arnhem í Suður Hollandi. Tá stevnan, sum verður eina viku, er liðug, er skjótt at fara umborð, tí báturin liggur í Arnhem. Farið verður úr Arnhem eftir ánni Rhinen ein av fyrstu døgunum í januar við kós móti býunum Dordrecht, Bonn, Mainz og Strasbourg. Fyrsti túrurin verður tríggjar mánaðir, har vitjað verður í seks havnum í trimum londum, Hollandi, Týsklandi og Fraklandi. Verkleiðari umborð verður Peter Nicol, sum eisini hevur verið verkleiðari umborð á Logos Hope. Peter Nicol vitjaði í Føroyum í mars 2014 har hann m.a. talaði í Kelduni. Ætlanin er seinni at keypa ein áarbát. Um føroyingar ynskja at luttaka, so er ein vælkomin at seta seg í samband við OM-Føroyar tlf: 219923 ella [email protected] Heimasíðan hjá OM-Føroyar er: OM.FO Eisini er møguleiki at stuðla átakinum fíggjarliga. Kelda: om.org/riverboats Aftur í ár fara tvey flogfør úr Føroyum beinleiðis til Týsklands við ungdómi, sum skal luttaka á stóru altjóða ungdómsleguni hjá Teen-Street. Teen-Street hevur jubileumsár í ár við tað, at legan í ár er tann 25 í røðini, sum á ein ella annan hátt verður feirað m.a. við ballónum og køkum sunnudagin 30. juli. Í fjør var legan í Oldenburg í Norður-Týsklandi, men í ár verður hon í Suður-Týska býnum Offenburg í døgunum 27. juli til 02 august. Tað verður skift á hvørjum ári millum hesar býir. Samlaða luttakaratalið á Teen-Street liggur umleið 4000, sum bæði umfatar tannáringar millum 13 og 17 ár, foreldur, leiðarar og eina breiða viftu av øðrum hjálparfólkum. FØROYINGAR Tað eru í alt 395 fólk, sum fara úr Føroyum í ár. Av hesum eru 249 tannáringar og 130 hjálparfólk, sum telja bæði foreldur, ommur, abbar og onnur vaksin fólk, sum hvør í sínum lagi skal vera um hesi 249 ungu fólkini. 16 børn undir legualdur eru við í ferðalagnum. Farið verður úr Føroyum við Atlants flogi hósdagin 27. juli, og tað verður flogið heimaftur mikudagin 02. august. Tað verður flogið beinleiðis millum Týskland og flogvøllin í Vágum. Flogtíðirnar kunnu síggjast inni á OM.fo Umhvørvi er totalt alkholfrítt. Bíblian og lovsangstilbiðjanin er í miðdeplinum, og dentur verður lagdur á, at ungdómurin er undir eini jaligari ávirkan, har dygdir sum vinarlag og persónlig andalig styrki skal mennast. Hjúnini Debs og Josh Walker, sum hava havt ábyrgd av bíbliuundirvísingini á Teen-Street í mong ár, vera eisini við í ár. Tey koma at undirvísa út frá Rómbrævinum kapitul 8, og evni verður: Unshakeble, sum á føroyskum merkir “rimmarfastur.” Debs og Josh Walker vitjaðu í Føroyum í februar mánaða í ár, har tey talaðu fyri fullsettari ítróttarhøll í Runavík. FØROYINGUR LOVSANGSLEIÐARI Sum nakað forvitnisligt og áhugavert at nevna er tað, at føroyska Toftagentan, Dania Tausen, sum er 18 ára gomul, er boðin at vera við í lovsangsbólkinum, sum skal leiða sangin undir allari leguni, m.a. í tí populera Trónurúminum. Í mai mánaða var Dania í Belgien har hon vandi við bólkinum, sum skal standa fyri lovsanginum á Teen-Street í ár. Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Teen-Street, at ein føroyingur er við í lovsangsbólkinum. Dania sigur í einum skrivi á heimasíðuni hjá OM-Føroyar: “.....men so fekk eg eisini møguleikan at vera við í altjóða lovsangstoyminum á TeenStreet í ár og tað eri eg ekstremt spent uppá. Tey eru øll nøkur fantastisk menniskju og tónleikarar.” Um ein ynskir at koma í samband við Teen-Street er ein vælkomin at ringja til Elisabeth Christiansen, tlf: 224010 - Margareth Djurhuus, tlf: 548104 - Randi Hansen, tlf: 581224 ella Símun Jóanesarson Hansen, tlf: 734040 Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna: www.teenstreet.fo Madalyn Parker, sum arbeiðir sum Webframleiðari hjá Olark Live Chat, meldaði seg sjúka ein dagin - har hon boðaði stjóranum frá, at hon hevði brúk fyri nøkrum frídøgum - fyri at reinsa seg sjálva sálarliga. Men hvat ger stjórin so ..? Jú, hann skrivar aftur: Eg vil persónliga takka tær fyri eina email sum hesa. Tá tú ger slíkt, sum tú ger, so minnir tú okkum eisini á, at sjúkradagar saktans kunna handla um sálarliga menning - og eg kann ikki forstanda tað, at tað ikki er ein standard á øllum arbeiðsplássum. Tú ert ein fyrimynd fyri okkum øll og hjálpir okkum at bróta stigamatiseringina, so at vit øll kunna koma "heil" til arbeiðis. Madalyn Parker varð somikið glað fyri svarið hjá stjóranum, at hon postaði svarið hjá stjóranum á Twitter, sum longu nú hevur fingið 30.000 likes og er deilt yvir 8.000 ferðirnar. Sjálvur sigur stjórin, Ben Congleton, at hann hevði ikki rokna við at Madalyn fór at posta hansara svar á Twitter - men eftir at hava lisið mangar av viðmerkingunum til hansara svar - hava tár runnið á hansara kjálku: Hetta prógvar einans, at mín sjón uppá sálarliga menning er ósiðbundin. Tað gekk upp fyri mær hvussu stóra týdning mín mail hevði (og hevur) verðina runt, tá eg byrjaði at lesa afturmeldingarnir á Twitter. Nakrar av teimum fingu meg enntá at tára, segði Congleton á hansara Twitter. JáH (y) 15.07.2017 Nú verðin er við at kóka undir við neiligum tíðindum, so er tað sku' tíð uppá, at onkur portalur byrjar við at skriva eitt sindur meira jaligt um verðina og hvat er betri enn at byrja við tær sjálvum ..? BT hevði skrivað eina deiliga grein, um at hugsa jaligt frá 2010 (les grein HER) og hvussu ein simpul vending kann gera lívið hjá tær ein heilan deil lættari at koma ígjøgnum ... nevniliga við at hugsa meiri jaligt um tína egnu tilveru. Eisini eru aðrar venjingar, sum ein kann brúka dagliga, har heimasíðan Mindly kemur við 6 ymiskum góðum ráðum, hvussu tú kanst hugsa jaliga og harvið gera dagin hjá tær munandi lættari at koma ígjøgnum (Les grein HER). Tað er nú ikki so lætt, at koma ígjøgnum dagin, um dagurin byrjar við lorti - men eitt, sum eg havi lært ígjøgnum tíðina er, at (sum oftast) bestemmar ein sjálv/ur hvussu dagurin hjá tær kemur at útfolda seg. Hevur tú bestemma teg til, at dagurin hjá tær skal vera ein lorta dagur, jamen so er tað nokkso sikkurt, at soleiðis kemur dagurin at vera. Hinvegin, hevur tú bestemma teg til, at dagurin í dag er tín og at tú nokk skalt fáa ein deiligan dag í dag, so kann tað saktans henda, at dagurin endar við at vera deiligur. Valið er sjálvandi títt. Fari at ynskja tykkum ein hjartaliga, gevandi og deiligan dag í dag. ATB. JáH (y) 14.07.2017 Komandi vikurnar verða upptøkurnar til spælifilmin NINA, sum Maria Winther Olsen hevur skrivað og leikstjórnar, gjørdar í Norðoyggjum. Filmurin NINA, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Mikladals, er nógv størsta spælifilmsverkætlan higartil í norðoyggjum. Klaksvíkar kommuna stuðlar verkætlanini við 200.000 krónum, og teir pengarnir eru væl givnir út, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. – Hetta er ein slóðbrótandi verkætlan hjá okkum at vera partur av, tí hetta kombinerar fleiri vinningar við at seta sjóneykuna á Mikladal og Klaksvík og samstundis menna kreativu vinnuna, sum er ein týðandi partur av okkara vinnulívi nú og í framtíðini, sigur Jógvan Skorheim. Gleðin um stuðulin gongur báðar vegir, tí eisini Maria Winther Olsen og hini í filmstoyminum eru glað fyri samstarvið við Klaksvíkar kommunu. – Vit eru so óendaliga takksom, tí hetta hevði slett ikki borið til uttan stuðulin úr norðoyggjum, sigur leikstjórin. Hon leggur afturat, at fíggarligi parturin sjálvandi hevur stóran týdning, men at eisini jaligi hugburðurin, sum hon hevur hitt í samband við verkætlanina, er til stóra hjálp. – Øll hava verið so fantastiska jalig og áhugað í verkætlanini, og vit gleða okkum nú ordiliga nógv til at flyta til Mikladals og sleppa í gongd við upptøkurnar, sigur Maria Winther Olsen. Upptøkurnar til filmin verða gjørdar frá 17. Juli til 13. August, og filmstoymið fer at búgva í Mikladali hetta tíðarskeiðið. Harumframt verða nógvar upptøkur gjørdar í Klaksvík, eitt nú á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum er arbeiðsplássið hjá mannliga høvuðsleiklutinum, William. Leikararnir í høvuðsleiklutunum eru Marie Tourell Søderberg, sum eitt nú spældi við í DR-røðini “1864” og Nicolaj Dencker Schmidt, sum í løtuni sæst í DR-røðini “Historien om Danmark”. Bæði eru tey evnarík og vaksandi nøvn innan danska filmslist, og tí kunnu tey vónandi eisini vera til íblástur fyri ungar filmsspírar í Føroyum. Fyriuttan tey bæði eru allir leikarar í filminum føroyingar, og filmstoymið er somuleiðis í stóran mun mannað við føroyingum. Tá ið upptøkurnar eru lidnar í august, fer eftirarbeiðið í gongd, og spælifilmurin NINA kemur eftir ætlan út tíðliga í 2018. JáH (y) 14.07.2017 Kelda: Klaksvíkar Kommuna |
Arkiv
April 2019
|