NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​OM OG EUROPEISKA ÁARNETIÐ - av bakkastokki 28. desember

15/7/2017

Comments

 
Billede
Kristiliga Tíðindatænastan hevur áður borið tíðindi um ætlaðu báta- og áarverkætlanina hjá Missiónsfelagsskapinum Operation Mobilisation, stytt OM – nú er spennandi nýtt hent í hesum máli!

Báta- og áarverkætlanin hjá OM er nýhugsan innan Operation Mobilisation, tá felagsskapurin higartil einans hevur nýtt havgangandi skip so sum Logos, Doulos og Logos Hope, sum er gamla Norrøna.

Við nýggju verkætlanini ynskir OM-Europa at nýta farleiðina, sum liggur fram við teimum túsundtals mongu kilometrum av áar- og kanalbakkum í Europa, sum spenna frá Norðsjónum og heilt til Svartahavið. Við Europeisku áirnar og kanalirnar búgva milliónir av menniskjum, sum OM-Europa ynskir at náa við evangeliinum.

BÁTURIN FUNNIN
Til tess at náa hesum máli hevur OM leita eftir hóskandi áarbáti ella áarcruisebáti, sum tað eisini eitur, og í hesum døgum er sáttmáli gjørdur, sum framvegar bátin til endamálið. Tíðaravmarkaður leigusáttmáli er gjørdur við eigaran av væl umtókta áarcruisebátinum ANDANTE. Pláss verður fyri manning við 80 fólkum, sum koma at búgva umborð.

Verkætlanin fer av bakkastokki 27. desember í ár, men áðrenn lagt verður frá landi, skal manningin á eina missiónsstevnu í býnum Arnhem í Suður Hollandi. Tá stevnan, sum verður eina viku, er liðug, er skjótt at fara umborð, tí báturin liggur í Arnhem.

Farið verður úr Arnhem eftir ánni Rhinen ein av fyrstu døgunum í januar við kós móti býunum Dordrecht, Bonn, Mainz og Strasbourg. Fyrsti túrurin verður tríggjar mánaðir, har vitjað verður í seks havnum í trimum londum, Hollandi, Týsklandi og Fraklandi.

Verkleiðari umborð verður Peter Nicol, sum eisini hevur verið verkleiðari umborð á Logos Hope. Peter Nicol vitjaði í Føroyum í mars 2014 har hann m.a. talaði í Kelduni. Ætlanin er seinni at keypa ein áarbát.

Um føroyingar ynskja at luttaka, so er ein vælkomin at seta seg í samband við OM-Føroyar tlf: 219923 ella [email protected] Heimasíðan hjá OM-Føroyar er: OM.FO Eisini er møguleiki at stuðla átakinum fíggjarliga.

Kelda: om.org/riverboats

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.