NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kvinna roynir at eta Surstrømming (Video)

29/9/2018

Comments

 
Billede
K-Lee, sum hon verður kallað - er farin í holt við at eta fisk úr blikki frá Svøríki.

Og hetta er ikki bara bara, skula vit líka heilt og siga úr Norðoya Portali.

Sjá stuttliga viðeo niðanfyri:

JáH (y) 30.09.2018

Comments

Ikki júst kjólin, sum hon ynskti sær

29/9/2018

Comments

 
Billede
23 ára gamla Paige Gardner frá Wales hevði glett seg til at keypa kjólan, sum hon sáð á heimasíðuni In The Style.

Men tá ið hon fekk kjólan - so varð hon alt annað enn glað fyri kjólan.

- Mín fyrsti tankin varð: Halt kjaft ikki, ein kann síggja míni brystvortrar, segði Gardner við bretska Metro.

Billede
Heimasíðan In The Style sigur við The Sun, at tað er tann góði gamli trupuleikin við, at ein kann ongantíð finna ein kjóla, sum passar til allar kvinnur.

Síðan Gardner legði myndina av sær út í tí nýggja kjólanum, so hava fleiri túsund deilt myndina av henni og heilt erligt, so er hetta eisini ein mynd, sum sigur tað heila.

Og hvat hava vit so lært av hesum ..?

Jú, vit hava lært tað, at internetið ikki altíð kann stólast uppá og mangan er tað betri, at keypa klæðini á einum ordiligum klæðnahandli.

JáH (y) 30.09.2018
Kelda: The Sun, Metro

Comments

Atlantic Airways við nýggjari app og øktum tænastum

27/9/2018

Comments

 
Billede
​Atlantic Airways tillagar støðugt tænasturnar, og felagið hevur nú m.a. ment eina nýggja app, sum ein lið í at hækka tænastustigið, har tú kanst keypa og broyta ferðaseðlar, innskriva teg til ferðina og mangt annað

Nýggja Atlantic Airways-appin, sum nú er tøk á netinum, savnar allar tínar flogferðir við Atlantic Airways á einum og sama stað. Í appini ber eisini til at keypa ferðaseðlar, síggja ferðayvirlit, broyta og innskriva teg til ferðina. Við appini gerst tað eisini lættari at halda skil á bæði tínum komandi og undanfarnu ferðum, sum allar liggja savnaðar í appini. Spildurnýggja appin kann brúkast bæði til Apple og Android telefonir. 

Atlantic Airways arbeiðir støðugt við at laga seg eftir marknaðartørvinum og metir støðugt um prísir, fráferðir og tænastur annars. Í seinastuni eru fleiri tillagingar gjørdar, og tænastur lagdar aftrat teimum trimum høvuðsferðaseðla-flokkunum, sum eisini hava fingið nýggj heiti: Lágprís, SVEIM og SVEIM+. Nøvnini SVEIM og SVEIM+, sum eru funnin í samstarvi við Sprotan, hóska væl saman við øðrum nøvnum, sum Atlantic Airways brúkar, sum til dømis Sveiggj og Súlubonus. Somuleiðis er orðið “sveima” samheiti fyri at flúgva, sum somuleiðis hóskar væl til eitt flogfelag.

Fleiri nýggir fyrimunir eru knýttir at SVEIM og SVEIM+; m.a. er “fast track” á flogvøllinum í Keypmannahavn nú partur av hesum báðum ferðaseðla-sløgunum, umframt at lounge, eisini á flogvøllinum í Kastrup, er partur av SVEIM+ ferðaseðlinum. Tað ber sjálvandi framvegis til at bíleggja ein LÁGPRÍS ferðaseðil og SVEIGGJ ferðaseðlar til ungdóm og lesandi. Lægsti lágprísferðaseðil úr Føroyum liggur nú úr 649 krónum, og lágprískalendarin er í sama viðfangi eisini dagførdur soleiðis, at nú er lætt at finna lægsta ferðaseðlaprís á degnum. Umframt hesar dagføringar eru broytingartreytirnar yvirhøvur eru eisini lagaligari.  
​
Sum nakað nýtt fer tað eisini at vera gjørligt at bíleggja mat sum part av øllum ferðaseðlunum, tí seinni í heyst fer tað nevniliga at bera til at keypa mat áðrenn fráferð. Bæði tá tú keypir ferðina á atlantic.fo, við nýggju appini, ella tá tú ringir ella skrivar til Atlantic Airways og eisini umvegis ferðaskrivstovurnar.

Súlubonus

Trúfestisskipanin hjá Atlantic Airways, Súlubonus, varð innførd í mars mánaði í ár. Skipanin kemur øllum til góðar, ið hava stovnað sær ein vanga á atlantic.fo. Við Súlubonus kunnu øll savna sær súlustig, sum kunnu brúkast til at keypa flogferðir fyri. Í sambandi við dagføringarnar av ferðaseðlunum fáa Lágprísferðaseðlar nú 500 stig fyri eina einvegis ferð, og sostatt skulu bert 10 lágprísferðir til til eina einvegis súluferð.

 Jú oftari tú ferðast, jú fleiri stig forvinnur tú. Megnar tú at savna tær 20.000 stig innan eitt ár, verður tú uppstigað/ur til GULL-limaskap, sum hevur ávísar ágóðar við sær. Og ert tú ein av teimum, ið ferðast heilt ofta og megnar at forvinna fleiri enn 40.000 stig innan eitt ár, verður tú uppstigað/ur til hægsta limaskapin í Súlubonus. 

Eftir sera nógva umrøðu av júst hesum limaskapinum og trúfestiskortinum “Merkið”, gjørdi Atlantic Airways av at broyta navnið á kortinum. Nýggja heitið er “Basalt”, sum sipar til upphav Føroya.  Basalt er grundarlagið undir landið okkara, eins og góðir og trúgvir kundar eru fyri eina fyritøku. 

JáH (y) 28.09.2018
Kelda: Atlantic Airways

Comments

Viðmerkingarnir á Facebook hjá Harra Watson er milt sagt ræðuligar

26/9/2018

Comments

 
Billede
At tað ber til at tosað við Sea Shepherd viðhaldsfólk - er lygn og tað er Facebook síðan hjá Paul Watson eitt livandi dømið uppá.

Viðmerkingar um springaradrápi er milt sagt ræðuligar og eitt nú skrivar onkur:

- Eg vóni, at børnini hjá teimum vera slaktaði uppá sama máta.

- Vit hava brúk fyri einari aðrari lóg. Brotsverk á Natúrina og tað skuldi verið straffa sera hart.

- Hvat ger ein fyri at steðga hesum? Tannáringar standa bara og hyggja, ímeðan hesi vøkru djórini vera slaktaði og eru heilt ok við tað. Hesir mordarar muga doyggja uppá sama máta, sum tey myrða hesu djór. Hetta er ikki ok.

- Farið til Helvitis ... Guð tekur ikki ímóti tykkum !!!


Og so eru onkrar viðmerkingar á Facebook síðuni hjá Watson nógv verri enn omanfyri-standandi. Spurningurin er so - um vit menniskjur nú knappliga ikki kunna eta djór longur og vit ØLL somul skula vera gras-etarar ..? At tosað fornuft við slíkt fólkaslag, sum omanfyri - er ógjørligt í mínari verð, tí ikki uppá nakran, sum helst máta - vilja tey lurta eftir okkum. Tey lurtað einans eftir teirra Guði - nevniliga Paul Watson og tað er also propaganda hann proppar í heysin hjá teimum í heilum. Ein sera farligur sportur, um tit spyrja meg.

Kanska man bara skuldi farið í holt við Anti Sea Shepherd teknirøðirnar aftur ..? Tað vísti seg í hvørtfall at vekja ans og fáa fólk, at taka eitt sindur lut við okkara føroysku síðu. Nei, eg veit ikki. Eg veit bara tað, at hasi fólkini eru skít-klikkaði.

JáH (y) 26.09.2018

Comments

Frakland dømir fyri fyrstu ferð fyri kynsliga happing við einari bót

25/9/2018

Comments

 
Billede
Ein dómstólur í Frakland hevur dømt ein 30 ára gamlan mann eina bót uppá 300 euro fyri at hava fornerma eina 21 ára gamla kvinnu umborð einum bussi.

Hetta er annars fyrstu ferð, at nakar er dømdur fyri kynsligari happing í Fraklandi, veit BT at siga frá.

Umframt bótina - so fekk maðurin eisini 3 mánaðir í fongsul fyri at klaska kvinnuna um reyvuna - tá ið tað verður sagt at vera ein fysiskur ágangur.

JáH (y) 26.09.2018, N. Greenwich.

Comments

Nýggj sesong av Making a Murderer ávegis

25/9/2018

Comments

 
Billede
Ein nýggj sesong av tí populeru røðini hjá Netflix, Making a Murderer, er ávegis og byrja verður við fyrsta parti tann 19. oktober - har tey hesaferð fara at fylgja kærunum hjá teim dømdu.

Sjálvur havi eg hugt eftir 1. sesong og eg má siga, at eg beinavegin bleiv tikin av henni. Hetta er ein sera áhugaverd røð at hyggja eftir - og hvussu rættiliga væl, hvussu óhugnaligt tað amerikanska rættarsystemi í veruleikanum er.

JáH (y) 26.09.2018

Comments

Fyrsta homoseksuella vígslan í tí bretska monarki'inum

24/9/2018

Comments

 
Billede
Her er so skrivað søga í bretska monark'inum - har tað fyrsta vígslan hevur funnið sítt stað.

Tað hendi leygardagin, tá ið 55 ára gamli Lord Ivar Mountbatten gifti seg við sínum elskaða manni, James Coyle.

Mountbatten eigur 3 døtrar við fyrrverandi konuni hjá sær, Penny - sum hann skiltist við í 2011.

Síðan tey skiltust hava eks. konan og hann verið vinir og eks. konan varð eisini við, at leiða fyrrverandi mann sín til altarið - har hann giftist við James Coyle. Allar døtrarnar hjá Ivari vóru við brúdleypi, men bretska kongafamiljan bar seg undan at luttaka.

JáH (y) 25.09.2018

Comments

Tíðindi úr London: Kvinna skuldsett fyri at hava dripið mannin hjá sær

24/9/2018

Comments

 
Billede
Ein kvinna er skuldsett fyri at hava dripið 75 ára gamla mannin hjá sær - í eystur London.

Kanagusabi Ramathan varð funnin við stórum skaða í høvdinum hjá sær og doyði av løstunum, sum hann fekk fríggjadagin.

73 ára gamla Packiam Ramathan er í varðhaldi hjá løgguni í London og varð í rættinum í Thams Magistrates longu ígjár.

Løgreglan skrivar í stuttum, at ein lík-kanning av manninum fer at geva teimum eitt betri bílæt, at døma kvinnuna fyri morði. Kvinnan noktar seg seka.

JáH (y) 24.09.2018, N. Greenwich, London.

Comments

Katie Price er farin í viðgerð

23/9/2018

Comments

 
Billede
40 ára gamla Katie Price, sum er breti - hevur innrømmað tað, at hon hevur rúsevnis-trupuleikar og er farin í viðgerð.

Mamma hjá Price hevur fortalt fyri The Sun, at dóttir hennara hevur verið sín egni ringasti fíggjindi og at hon hevur uppført seg, sum ein idiot tí seinastu tíðina.

Um tað er kokain ella rúsdrekka (ella bæði) kenda modellin frá 90'unum verður innløgd fyri - sigur søgan onki um.

Price er mamma til 5 børn við aldur frá 3 ár og upp til 16 ár - og hevur verið skyld 3 ferðir.

JáH (y) N. Greenwich 24.09.2018

Comments

Liðugt ímillum Theroux og Aniston

23/9/2018

Comments

 
Billede
Tað er liðugt ímillum sjónleikaran Jennifer Aniston og Justin Theroux - eftir at hava verið gift í 3 ár.

Tey blivu skyld, sum vinir og sjálvur sigur Theroux at skylnaðurin teirra millum varð keðiligur og hjartaramandi.

49 ára gamla Aniston hevur eisini gingið saman við Brad Pitt og vit øll vita - hvussu tað forholdi endaði.

Aniston er annars kend fyri rolluna Rachel í røðini Friends. Har Theroux kanska er mest kendur fyri sína rollu, sum hann hevði í filminum American Psycho frá ár 2000.

JáH (y) 24.09.2018

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.