Kanagusabi Ramathan varð funnin við stórum skaða í høvdinum hjá sær og doyði av løstunum, sum hann fekk fríggjadagin.
73 ára gamla Packiam Ramathan er í varðhaldi hjá løgguni í London og varð í rættinum í Thams Magistrates longu ígjár.
Løgreglan skrivar í stuttum, at ein lík-kanning av manninum fer at geva teimum eitt betri bílæt, at døma kvinnuna fyri morði. Kvinnan noktar seg seka.
JáH (y) 24.09.2018, N. Greenwich, London.