NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Darth Vader uppstillaður til forseta valið í Ukraine

30/3/2014

Comments

 
Picture
Darth Vader vil vera tann næsti forsetin í Ukraine.

Maðurin aftanfyri maskuna vil ikki út við hvør hann er og hevur longu nú fingið dyggan stuðul frá viðhaldsfólkið kring alnótina.

Hann lovar eisini teim sum velja Darth, at hann einsamallur fer at fáa skil uppá landið aftur - men hann fær stóra kapping frá øðrum valevnum, tí heili 14 eru uppstillaði og bert 5 av teimum sleppa at kappast.

Valið er annars sett til at vera tann 25. mai - og spurningurin er kanska eisini um fólkini í Ukraine halda mannin handan Darth Vader vera so stuttligan, nú ófriður valdar í Ukraine, grundað av russum !!!

JáH (y) 30.03.2014



Comments

Maður úr Bretlandi betalur 54.240,00 kr fyri at fjerna sínar tatoveringar ... bert fyri at fáa meiri tatoveringar á seg (Forvirrandi ..? Nåmen, les víðari) 

29/3/2014

Comments

 
Picture
Maðurin sum hevur brúkt 271.200,00 kr uppá tatoveringar, sum eru um kroppin hjá honum og tað eina eygað - hevur nú eisini brúkt 54.240,00 kr eykað fyri at fjerna nakrar tatoveringar, so hann kann fáa pláss fyri nakrar nýggjar tatoveringar.

34 ára gamli Mathew Whelan er tann bretin sum hevur mest tatoveringar, innan mannfólk, hevur verið ígjøgnum 6 pínufullan laser viðgerðir fyri at sleppa av við nakrar tatoveringar.

Hann sigur sjálvur: "Eg haldi, at eg eri sum ein kunst útstillingur. Men eftir eina tíð verður kunsturin gamal og menniskjur vilja síggja okkurt nýtt - og soleiðis havi eg tað við tatoveringunum. Eg havi nokk av teimum, men havi ikki nóg nógva húð til fleiri - so eg helt, hví ikki laser viðgerð og fjerna nakrar og byrja umaftur ..?"

Martin sum er frá Yardley, Birmingham (hevur broytt navnið hjá sær til King of Ink Land) bíðar eftir at sárini av laser viðgerðini vera íordan, áðrenn hann fær sær meira tatoveringar.

Hann sigur soleiðis frá: "Endiliga kann eg síggja húðina aftanfyri sárini og laser viðgerðin hevur verið heilt ræðulig - men tað sær út til at hetta hevur riggað. Nógvir av mínum vinum halda at eg eri svakur og summi halda tað er løgið at eg haldi meg vera ein livandi kunst. Men eg gleði meg heilt ótrúliga nógv, at sleppa at seta fleiri tatoveringar á ... og hevði eg sloppið at gjørt tað í dag, so hevði eg. Men eg má desverri bíða til húðin er blivin betri."

JáH (y) 29/03-2014

Comments

Maður VS 150 Músafellir í Slowmotion (video)

29/3/2014

Comments

 
Picture
Mennirnir kallað seg The Slo Mo Guy's og her hava teir filma 2.500 myndir pr. sekund - sum jú er túsund ferðir normalt video - har Dan Gruchy setur 150 músafellir í gongd.

Video er eitt hitt hjá Youtube, sum bert eftir 2 dagar hevur fingið 800.000 hits.

Hygg eftir  video niðanfyri:

JáH (y) 29.03.2014

Comments

Ein gongutúr og í brúsu við bókini (bókstaviliga talt)

29/3/2014

Comments

 
Picture
Bókin hjá Keri Smith hevur fingið ein heldur harðan umgang í morgun, og tað er eisini meiningin við bókini, sum eitur: "Wreck This Journal" sum fortelur tær, hvat tú skalt gera við hana. Eitt nú, so skal tú skræða, vaska og taka bókina við tær í brúsu.

At beskriva bókina, so vil eg fortelja um tey ting, sum bókin hevur biði meg gjørt higartil:

Bókin er skrivað soleiðis, at tú verður biðin at gera okkurt skítbítt, sum ein ikki plagar at gera við eina bók - og so gjørt tú tað bara. Eitt nú, so brúkti eg bókina sum dartskivu - smurdi sennep, ketchup, remuladu og siropp í bókina. Varð síðan biðin at skræða eina síðu úr og tveita síðuna í skrell - stoyta kaffi í bókina - taka eina síðu úr bókini, koyra síðuna í einar buksir, og síðan buksurnar í vask. Og eftir tað koyra síðuna í bókina aftur. Eisini eru mong extremt tóm ting tú verður biðin at eta ... eitt nú, so skuldi eg skræða eina síðu úr (again) men hesaferð varð eg bið um at tyggja síðuna.

So skal tú eisini biðja ein vin gera okkurt óreint við bókina, ganga ein túr við bókini, sum faktist endaði við einari stuttligari søgu beskriva niðanfyri:

Eg bestemmaði meg til í morgun, at fara á AA fund og eftir at hava gjørt nøkur av teim brekaðu tingunum, sum bókin hjá Keri Smith bað meg gera, so bestemmaði eg meg til at gera meg totalt til grin. Eg finni eitt band, sum eg bindi um miðjuna av bókini og fari síðan til gongu oman Tinghúsvegin á veg til A.A. húsið - men hvat hendir ..?

Picture
Beint sum eg gangi við bókini bundna við einum bandið um miðjuna, so møti eg sjúkrahúsbilinum og tveir portørar eru í bilinum, sum vita ikki hvønn veg teir skula venda. Eg royni, at halda lágan profil - men kann ikki lata vera við at flenna eftir hesum - restina av vegnum oman-eftir.

Og tað sum kanska varð enn meira brekað enn tað, varð at eg eisini skuldi taka bókina við í brúsu - men tað er eisini júst tað sum er meiningin við bókini ... og tað er tað, at tú byrjar at síggja tey stuttligu tingini við lívinum og at tú byrjar at liva eitt sindur.

Hvat ger tað um tú gongur ein túr við eini bók ..? Ella at tú tekur tær eitt gamalt Anders And blað við í brúsu ..? Tað er so uppfrískandi at henda bók biður teg gera øll hesu tápuligu tingini - vit mennskjur muga ikki gloyma at vera tápulig til tíðir - tí annars kunna vit so skjótt byrja at gloyma hvussu stuttligt tað í veruleikanum er at liva. So hvat bíðar tú eftir ..? Far inn í Rit & Rák - keyp bókina - og far so ein gongutúr við henni !!!

JáH (y) 29.03.2014

Comments

Keypti eitt egg bíliga - seldi tað fyri MILLIÓNIR !!!

21/3/2014

Comments

 
Picture
Ein brúkt-metall sølumaður keypti eitt heldur løgið egg gjørt úr gulli. Maðurin sum ikki vil siga, hvør hann er - hevur fortalt, at hann keypti gull-eggi fyri góðar 140.000,00 kr við tí fyri eygað, at hann møguliga kundi selja tað fyri helvtina meira enn hvat hann keypti tað fyri.

Sølumaðurin kontaktaði síðan Kieran McCarthy sum er serfrøðingur innan russiskar virðislutir og sá Kieran beinavegin, at sølumaðurin hevði heilt ávorligt gjørt kuppi. Gull-eggið hevur verið eitt egg, sum Alexander III gav til konu sína Mariu Feodorovna á páskum 1887. Og hevur eitt virði uppá 185 milliónir krónir.

JáH (y) 21/03-14   

Comments

Nýggj mynt kemur at kosta milliónir !!!

20/3/2014

Comments

 
Picture
Bretar fáa í 2017 ein nýggjan eitt pundsmynt, fortelur fíggjarmálaráðharrin George Osborne frá. Ikki øll eru nøgd við tað, tí tað kann merkja at tað skula nýggjar investeringar í eina rúgva av maskinum, skrivar ávísin Daily Mail

Tann nýggja myntin fer at vera øðrvísi enn núverandi runda eitt-pundsmyntin. Frá 2017 verður myntin 12 kantað, og so kann hon ikki brúkast í núverandi maskinum, sosum parkingsanlegg, sodavatnmaskinum og nógv annað. Og skal tað so skiftast út - so kemur at also at kosta. 

Ávísin skrivar víðari at tað kann koma at kosta teim sum standa fyri maskinunum einar 892 milliónir krónir í renoveringum. (Sí video av myntini niðanfyri)

JáH (y) 21.03.2014

Comments

Stakk mannin, tí maðurin dyrkaði NASCAR !!!

19/3/2014

Comments

 
PictureMynd av Stephanie Hamman
Stephanie Hamman varð handtikin seinasta sunnudag, tá hon royndi at drepa hennara mann, Steven Hammer, í einari kirkju í Church Hill, Tennessee.

23 ára gamla Stephanie rendi bilin ígjøgnum kirkjuni, fór yvir til altarið og síðan stakk hon mannin hjá sær í bringuna, tí at "Satan varð í henni" og at hennara maður dyrkaði Nascar koyring í Bristol.

Stephanie Hamman innrømmar at hon roykjir hash hvønn dag. Hon segði eisini, at Guð hevði fortalt fyri henni at hon ikki skuldi roykja hash hvønn dag og hvørja nátt. Maður hennara yvirlivdi tó hennara atsókn.

JáH (y) 19/03-2014.

Comments

Pápi svav í einum balli, ímeðan meira enn 100 tannáringum ballaðust í hansara egna heimið !!!

19/3/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Ein tannáringur frá Floria hevði eitt vilt ball við meira enn 100 gestum, har 6 ung fólk endaðu á sjúkrahúsinum, inklusivt honsjálv, ímeðan pápin svav ígjøgnum tað heila.

Steve Miller er sera bilsin av hesum og sigur sjálvur um hansara støðu: "Um dóttir mín hevði fortalt mær at tey fóru at drekka rúsdrekka, so hevði eg ikki loyva hesum ballinum. Eg sá ikki til nøkur stoffir annars," vil hann vera við.

Mynduleikarnir hevur ikki ákært Miller Steve Miller fyri nakað.

JáH (y) 19.03.2014


Comments

Kvinna tikin fyri at koyra skít og at hava stoffir uppi á sær - bert tveir dagar eftir at hava verið í eini viðgerð !!!

18/3/2014

Comments

 
Picture
Ein kvinna úr Florida er tikin fyri at koyra skít og at hava stoffir uppi á sær, eftir at hon hevði koyrt galið - bert tveir dagar eftir eini avrúsing á einum viðgerðarstovni, skrivar Naples Daily News.

19 ára gamla Briana Mary Donaghy bleiv handtikin sunnudagin fyri at koyra skít, rent á og fyri at hava hash uppi á sær. 

Hon rendi eisini á ein annan bil, stendur skrivað í politirapportini.

Briana fortaldi fyri politistunum at hon skrivaði á sínari fartelefon, tá hon rendi á og at hon júst varð komin úr eini avrúsing og varð á veg at vitja vinir, sum hon hevði møtt í viðgerðarstovninum. Parið sum varð í hinum bilinum fingu heldur ongan skaða av árenningini hjá Brianu.

Tá fulla Briana bleiv handtikin eftir hendingina, so tveitti hon eisini ein posa av hash eftir politistunum og sagt verður frá at hon fær eina bót uppá 75.000,00 kr fyri at koyra skít, renna krash og at hava hash uppi á sær. Um Briana eisini fær ein viðgerðardóm er enn óvist !!!


JáH (y) 18/03-14

Comments

Saksøkir Playboy fyri 2.685.000,00 kr: Grundin ..? Eina Golfkøllu í reyvuna !!! (Video)

17/3/2014

Comments

 
Picture
Elizabeth Dickson (á myndini) hevur eitt stórt merki á reyvuni og sigur at hon enn er fylt við ótta og pínu grundað av óskepni frá Playboy stunti.

Ein modell hevur avgjørt at saksøkja Playboy, tí hon bleiv sligin við einari golf køllu í reyvabollan, tá hon varð til eina myndatøku fyri Playboy.

Elizabeth Dickson bleiv av óvart sligin av DJ Kevin Klein, tá hon lá á grasinum við einum golf "tee'ið" ímillum reyvabollarnir.

Hon fekk eitt stórt merki av hesum og sigur at hon hevur fingið stress, pínu og mist eina rúgvu av pengum grundað av skaðanum.

Picture
28 ára gamla modell hevur nú saksøkt Playboy Enterprises fyri meira enn 2,6 milliónir krónir.

Grundin, sigur hon, er at hon bleiv bjóða til tiltakið Playboy Golf Finals í Kalifornia í mars 2012. Ímeðan tiltakið varð, bleiv hon eisini bjóða til eina myndatøku við DJ Kevin Klein.

"Hon skuldi liggja á grasinum (sí mynd) og ein skuldi líka síggja eitt sindur av reyvuni hjá henni. Síðan bleiv eitt "golf tee" sett ímillum reyvabollarnir og golfbólturin omaná tee'ið.
  Kevin skuldi so standa frammanfyri Dickson og lat sum um hann slóð eftir bóltinum - men ístaðin so valdi Kevin at sláa ordiliga og kom av óvart at raka hana mitt í reyvuna við golfkølluni." stendur skrivað um sakina ímóti Playboy. 

Hon hevur fingið varandi skaðar av hesum, og sigur seg hava fingið varandi pínu og ótta grundað av óhappinum. Playboy vil ikki gera nakra viðmerking til sakina, sum tó kann koma at kosta teimum dýrt. Hygg eftir video niðanfyri:

JáH (y) 17/03-14

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.