NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ein gongutúr og í brúsu við bókini (bókstaviliga talt)

29/3/2014

Comments

 
Picture
Bókin hjá Keri Smith hevur fingið ein heldur harðan umgang í morgun, og tað er eisini meiningin við bókini, sum eitur: "Wreck This Journal" sum fortelur tær, hvat tú skalt gera við hana. Eitt nú, so skal tú skræða, vaska og taka bókina við tær í brúsu.

At beskriva bókina, so vil eg fortelja um tey ting, sum bókin hevur biði meg gjørt higartil:

Bókin er skrivað soleiðis, at tú verður biðin at gera okkurt skítbítt, sum ein ikki plagar at gera við eina bók - og so gjørt tú tað bara. Eitt nú, so brúkti eg bókina sum dartskivu - smurdi sennep, ketchup, remuladu og siropp í bókina. Varð síðan biðin at skræða eina síðu úr og tveita síðuna í skrell - stoyta kaffi í bókina - taka eina síðu úr bókini, koyra síðuna í einar buksir, og síðan buksurnar í vask. Og eftir tað koyra síðuna í bókina aftur. Eisini eru mong extremt tóm ting tú verður biðin at eta ... eitt nú, so skuldi eg skræða eina síðu úr (again) men hesaferð varð eg bið um at tyggja síðuna.

So skal tú eisini biðja ein vin gera okkurt óreint við bókina, ganga ein túr við bókini, sum faktist endaði við einari stuttligari søgu beskriva niðanfyri:

Eg bestemmaði meg til í morgun, at fara á AA fund og eftir at hava gjørt nøkur av teim brekaðu tingunum, sum bókin hjá Keri Smith bað meg gera, so bestemmaði eg meg til at gera meg totalt til grin. Eg finni eitt band, sum eg bindi um miðjuna av bókini og fari síðan til gongu oman Tinghúsvegin á veg til A.A. húsið - men hvat hendir ..?

Picture
Beint sum eg gangi við bókini bundna við einum bandið um miðjuna, so møti eg sjúkrahúsbilinum og tveir portørar eru í bilinum, sum vita ikki hvønn veg teir skula venda. Eg royni, at halda lágan profil - men kann ikki lata vera við at flenna eftir hesum - restina av vegnum oman-eftir.

Og tað sum kanska varð enn meira brekað enn tað, varð at eg eisini skuldi taka bókina við í brúsu - men tað er eisini júst tað sum er meiningin við bókini ... og tað er tað, at tú byrjar at síggja tey stuttligu tingini við lívinum og at tú byrjar at liva eitt sindur.

Hvat ger tað um tú gongur ein túr við eini bók ..? Ella at tú tekur tær eitt gamalt Anders And blað við í brúsu ..? Tað er so uppfrískandi at henda bók biður teg gera øll hesu tápuligu tingini - vit mennskjur muga ikki gloyma at vera tápulig til tíðir - tí annars kunna vit so skjótt byrja at gloyma hvussu stuttligt tað í veruleikanum er at liva. So hvat bíðar tú eftir ..? Far inn í Rit & Rák - keyp bókina - og far so ein gongutúr við henni !!!

JáH (y) 29.03.2014

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.