NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Legði telefonnummarið hjá sviger út á eina Porno heimasíðu !!!

30/9/2014

Comments

 
Picture
Eitt kærleiksdrama frá Italia er nú enda í rættinum. Tað skrivar TGcom24.

Tá mamman til drongin fekk at vita um forholdi hjá soninum - sum varð við einari kvinnu, ið varð meira enn dupult so gomul sum sonurin varð - gjørdi mamman soninum greitt, at hetta dámdi henn ikki.

Hetta fall ikki í góða jørð hjá svigerdóttrini og legði hon telefonnummarið hjá svigermammuni út á eina Porno heimasíðu.

Eftir at eitt ótal av perversum monnum høvdu ringt til svigermammuna - fekk hon nokk og valdi tískil at sagsøkja svigerdóttrina. Hon fekk viðhald í rættinum og svigerdótturin skal gjalda henni 5.000 euro í endurgjald. Um sonurin enn gongur saman við tí gomlu kvinnu - sigur søgan tó onki um.

JáH (y) 01.10.2014


Comments

Kvinnan sum fekk sær 3 bróst

29/9/2014

Comments

 
PictureJasmine Tridevil frá Tampe Bay
Ein ung kvinna, sum bert vil vera kend hevur brúkt áleið 120.000,00 kr uppá eitt triðja bróst.

21 ára gamla Jasmine Tridevil brúkti 2 ár uppá at spara upp til eitt triðja bróst. Men at finna ein lækna at gera slíka skurðviðgerð - skuldi vísa seg at vera trupult.

Hon hevur fortalt fyri einari lokali radiostøð, at meiri enn 50 læknar søgdu nei, áðrenn hon endiliga fann ein lækna (sum vil vera ónevndur) at fullføra arbeiðið.

Tað triðja brósti er av silikon og húð frá ymiskum partum av hennara egna kroppi. Hon fortelur soleiðis frá: "Tað varð sera torført at finna onkran at gera hetta - tí at um onkur gjørdi tað, so gekk tað yvir tí etisku lógina. Eg ringdi til áleið 50 - 60 læknar, men ongin vildi gera tað." 

Jasmine frá Tampe Bay, Floride, sigur at tað falska brósti følist sum hinir bæði - uttan nippulin, har hon hevur eina tatovering á. Hon fortelur at hon vil vera kend og fáa sína egnu sjónvarpsrøð. Hon fortelur: "Størsti dreymurin er at fáa eitt show í MTV. Eg havi brúkt allar mínar pengar uppá hetta - og riggar hetta ikki, so eri eg liðug sum poppsangari."

Picture
Jasmine postar myndir og video'ir av sær sjálvari á Youtube og Facebook í heilum - og hon innrømmar gjarna, at hennara foreldur vóru óð inn á hennara avgerð og hava síðan hetta - ikki tosað aftur við hana.

Hennara inspiratión at gera tað triðja brósti stavar frá filminum, sum Arnold Schwarzenegger spældi við - nemliga filmurin Total Recall frá 1990 (sí mynd til høgru).

JáH (y) 29.09.2014


Comments

Koyr ikki tín Iphone í mikroovnin !!!

29/9/2014

Comments

 
Picture
LOS ANGELES: Løgreglan í Los Angeles forbjóðar fólkið at fylga ráðum, sum florera á netinum. Ráðið er nemliga at leggja tí nýggu Iphone'ina í mikroovnin.

Løgreglan sigur á Twitter, at brúkarnir av tí nýggju telefonini skal vera ansin yvir teim lýsingunum - sum fortelja frá einari App, sum eitur Wave, ið ger tað gjørligt at "loada" telefonina.

"Hetta er humbukk & fjas - sjálvt eitt lítið pettið av silvurpapír kann viðføra eld, og so nógv metall í einari slíkari telefon kann viðføra eina kraftiga eksplosión", fortelur talsmaðurin hjá LA Sløkkiliðinum, Brian Humphrey, frá.

JáH (y) 29.09.2014


Comments

Handtikin við 51 skjaldbøkum klistraðar til kroppin hjá sær

27/9/2014

Comments

 
Picture"Hvat gera vit so nú ?!?"
USA: Grensuvaktirnir við tí amerikansku-kanadisku greinsuni hava nokk sæð tað mesta - og tó mátti teir lata eyguni upp, tá kanadiski Kai Xu bleiv steðgaður við kontrolportin. Xu hevði tape'að 51 skjaldbøkur fastar á sín kropp fyri at fáa tær um greinsuna, skrivar The Detroit News.

Xu er ífylgi lokalfjølmiðlunum kendur fyri at royna at smugla eksotiskar skjaldbøkru og fyri at senda fleiri av teimum Eystureftir, har stórur eftirspurningur er eftir teimum - bæði til matna og sum keludjór. Fleiri av sløgunum, sum blivu funnar á Xu, kunna blíva seld fyri 5.000 kr á tí svarta marknaðinum.

Kai Xu er nú í fongsul og allar skjaldbøkurnar yvirlivdu hasa heldur kropsnæru smuglu-royndina. Xu kann rokna við at fáa nøkur ár í fongsul fyri hesa royndar smugling, fortelja tey frá úr Amerika.

JáH (y) 28.09.2014


Comments

Kvinnur naknar í Metro'ini

27/9/2014

Comments

 
Picture
BEIJING: Kinesiska løgreglan í Beijing granskar nú í eini sak um tvær yngru kvinnur, sum blivu filmaðar í einum fullum metrotogi - ímeðan tær tveittu klæðini av sær í einum møguligum lýsingarstunti.

Ein video av tí almenna striptease'inum er nú løgd á netið. Í video'ini kemur ein maður í uniform á togið. Kvinnurnar standa uppá hetta tíðspunkt í teirra undirklæðum. Hann tekur teirra klæði upp og fær kvinnurnar at skriva í ein blokk, har hann síðan fer út úr toginum. Kvinnurnar lata seg síðan í rein klæðir og fara av toginum í tí næsta steðginum.

Ein internetbrúkari fortaldi fyri China News Service, at talan er um eina lýsing fyri vaskipulvir og 20 kvinnur vóru við uppá tað - og onkrar vóru enntá spillnaknar í toginum (sí mynd t.v.).

Løgreglan sigur, at tað er líkamikið hvat tað skal brúkast til - tey luttakandi hava órógva friðin í toginum og at tey nú eisini vera ákærd fyri at bróta lógina.

JáH (y) 28.09.2014


Comments

Søgan um Charles Manson

25/9/2014

Comments

 
Picture
Niðanfyristandandi tekstur er ikki fyri børn og sartar sálir:

Charles Milles Manson
 (føddur 12. november 1934 sum Charles Milles Maddox) er ein amerikanskur dømdur seriumordari, sum við sínum skara í "Manson familjuni" gav boð um, at drepa táverandi konuni hjá Roman Polanski, Sharon Tate - sum forrestin varð við barn.

Hann situr inn í fongslinum Corcoran í Kalifornia, har hann skal sita fyri lívstíð.

 Hann hevur fingið nei 12 ferðir - har hann hevur roynt at vera prøva-leyslatin. Manson heldur uppá enn, at hann onki hevði at gera við morðini - sjálvt um tað varð hann, sum bað "Manson" skaran drepa Sharon Tate og skriva "Grísur" á úthurðina hjá Roman Polanski við blóðinum hjá Tate. Hetta hendi í ár 1969. 

Skarin hjá Charles Manson drap eisini onnur fólk og hevði Charles Manson fingið sín vilja, so hevði hann útrudda alla verðina, sum tú kanst hoyra úr einari samrøðu við svaka Manson á netinum.

Áðrenn hann bleiv dømdur fyri lívstíð varð hann vinir við tónleikaranum Dennis Wilson frá The Beach Boys. 

Nógvir filmar eru gjørdir um Charles Manson, sosum "The Manson Family" frá 2003 og dokumentarurin "The Six Degrees of Helter Skelter" frá 2009. Mordarin, sum ikki drap nakran sjálvur - men fekk onnur at drepa fyri seg - hevur fasinera menniskjur verðina runt og eitt ótal av samrøðum av Charles Manson liggja eitt nú á Youtube. Afturat kann nevnast, at tónleikarar sosum Guns N' Roses, White Zombie og Marilyn Manson (sum er ein blandingur av navninum Marilyn Monroe og Charles Manson) hava gjørt sangir, sum gjørdir eru av Charles Manson sjálvum.

Um tú vilt lesa meira um Charles Manson - Trýst HER

JáH (y) 25.09.2014






Comments

Færøske Biodage åbner torsdag med udsolgt visning af Ludo

24/9/2014

Comments

 
Picture
Færøske Biodage åbner torsdag aften, den 25. september, på Nordatlantens Brygge i København med en udsolgt visning af Katrin Ottarsdóttirs nye spillefilm, Ludo.

Katrin Ottardóttir vil være til stede ved visningen, og hun viser filmen igen på biodagene mandag den 29. september på Nordatlantens Brygge og tirsdag den 30. september i Cinemateket, der også viser færøske film under festivalen.

Flere færøske instruktører på festivalen

Katrin Ottardóttir er dog langt fra den eneste instruktør, der besøger Færøske Biodage. Allerede fredag aften kommer instruktørerne Sakaris Stórá, Rannvá Káradóttir, Marianna Mørkøre og Ingun Í Skrivarastovu og viser deres nyeste kortfilm på Nordatlantens Brygge. Aftenen byder desuden på film af Heiðrik á Heygum, Dávur Djurhuus og Jónfinn Stenberg.

Blandt de øvrige gæster er den danske instruktør Ulla Boje Rasmussen, der viser dokumentarfilmene ”Tre blink mod vest” søndag den 28. september kl. 15 på Nordatlantens Brygge og ”1700 meter fra fremtiden” onsdag den 1. oktober i Cinemateket.

Færøske Biodage præsenterer i alt 22 filmtitler over de otte dage, som festivalen varer. Blandt dens syv spillefilm er sjældenheder såsom den norske ”Selkvinnen” (1953) og den tyske ”Barbara” fra 1962 og ikke mindst de færøske film ”Atlantic Rhapsody” (1989) og ”Bye bye bluebird” (1999).

Festivalen afsluttes i Cinemateket 2. oktober med endnu en kortfilmsaften, og den præsenterer film af bl.a. Andrias Høgenni og Júlía Í Kálvalíð.

Læs mere på www.nordatlantens.dk og www.cinemateket.dk


Comments

Fær 100 orgasmur um dagin !!!

24/9/2014

Comments

 
Picture
Dale Decker frá Amerika hevur ein trupuleika - minst 100 ferðir um dagin fær hann eina orgasmu - og eisini á teim heilt skeivu tíðspunktunum.

"Fyristilla tær, at tá tú ert við kistuni hjá pápa tínum og skal til at siga farvæl, at tú tá fær 9 orgasmur. So hevur man nemliga ikki hug at fáa eina tí einastu orgasmu aftur", fortelur Dale Decker fyri ávísini Metro.

37 ára gamli amerikumaðurin hevur eina sjáldsama sjúku sum eitur PSAD, har ein fær orgasmur nærum allatíð. Trupuleikin byrjaði í 2012 í samband við at hann hevði fingið diskusprolaps.

Tað hevur mangan verið pínligt fyri Dale, tá hann hevur fingið orgasmu undir innkeyp av mati og at enda sigur Dale um sína støðu: "Tað er onki deiligt við hesum, sjálvt um tað kanska kann følast fysisk gott."

JáH (y) 24.09.2014



Comments

Vildi vekk frá konuni: Koyr meg í fongsul

1/9/2014

Comments

 
PictureTilvildarliga mynd
Ein maður frá eystara Rom fór í politistøðina og bað um at vera sendur í fongsul. Tað skrivar ávísin Messaggero.

Maðurin varð dømdur at sita í 11 mánaðir fyri smærri brot á lógina. 3 mánaðir varð tó meira enn nokk fyri mannin, sum bað um at vera settur í fongsul fyri at sleppa undan konuni hjá sær. Tey høvdu skeldast og tað varð blivi í so ógvusligt.

Tað kundi løgreglan siga játtandi til, tá teir fleiri ferðir vóru sendir til teirra bústað vegna húsaófrið. Maðurin fekk sítt ynski uppfylt og bleiv førdur fongsul av løgguni.

JáH (y) 01.09.2014

Comments

Norðoya Portalurin koyrir aftur

1/9/2014

Comments

 
Picture
Yupp Yupp

Við teim feskastu tíðindunum og teim bestu myndunum, har bróðir Símun so meistarliga tekur - er Norðoya Portalur farin at virka aftur.

Ymiskir tekniskir trupuleikar hava verið við heimasíðuni, men nú skuldi tað verið íordan aftur. Vit vóna at tú ber yvir við okkum, so at tú aftur kanst njóta Føroya (kanska) besta tíðindaportal.

Vh

JáH (y) 01.09.2014

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.