NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norðoya Portalurin: Nøkur ár á bakið

31/12/2015

Comments

 
Billede
Í fall tú stóð og hugsaði um - hvussu leingi Norðoya Portalurin hevur verið til - so er okkara portalur ikki so gamal, sum tú kanska helt.

Norðoya Portalurin byrjaði nevniliga tann 29. august 2012 og hevur støðugt ment seg, sum tíðin er fráliðin.

Í byrjanini varð tað einans undirritaði (kendast fyri teknirøðir og Ð blaðið) sum setti sær fyri at skriva øðrvísis greinar - men so tók Norðoya Portalur eina vend, tá ið Símun á Høvdanum eisini kom uppí leikin. Símun hevur í mong ár - bæði skrivað greinar fyri Norðlýsið og tikið myndir fyri teir, men nú tekur hann myndir burturav til Norðoya Portal og er eisini farin í holt við sín egna Myndaportal.

Norðoya Portalurin er eitt sindur øðrvísi enn hinir portalarnir og nú hava vit eisini ein fastan lesara-skara, sum gjarna finnur seg í, at eini 5 - 8 greinar eru at sjá um dagin á okkara portali. Munurin er tann, at okkara greinar eru øðrvísis og skal eg siga tað sjálvur, so eru tær oftað (av tí sama) eisini meiri áhugaverdar. 

Eg vóni, at árið 2016 fer at gangast tær væl og við hesum, so fara vit á Norðoya Portali at ynskja tær eitt eydnuberandi Nýttár.

​JáH (y) 31.12.2015

Comments

So fór Bill Cosby endiliga í Rættin!

31/12/2015

Comments

 
Billede
Sjálvt um yvir 50 kvinnur alment hava sagt, at tær eru blivnar neyðtiknar av Bill Cosby, sum vit kenna frá Bill Cosby Show - so hevur tað verið sera trupult at bygt eina sak upp - grunda av tí, at tað hendi fyri so nógvum árum síðani.

Men nú eru teir also farnir til kvinnuna, sum tað heila byrjaði við - nevniliga Andrea Constand. Hon og sakførarin hjá henni royndu at byggja eina sak upp ímóti Bill Cosby longu í 2005, men bevísini strektu ikki ordiliga til og partarnir gjørdu so av at gera eina semju.

10 ár seinni (ígjár) fer so Andrea Constand aftur í rættin ímóti Bill Cosby og hevur hon givið sína frágreiðing um - hvussu Bill bað hana svølgja nakrar pillara - har hon síðan føldi seg illa til passar og Bill bað hana leggja seg á sofuna. Hon varð maktarsleys, tá ið Bill byrjaði at føla uppá hana og til endans fór síðan at neyðtaka hana.

Hetta er ein rættarsak, sum kann vera alt avgerandi fyri hinar umleið 50 kvinnurnar, sum eisini siga, at Bill Cosby hevur neyðtikið tær. Og verður hann dømdur í rættinum úr Pennsylvania - kann roknast við, at 78 ára gamli Bill bæði skal gjalda risastórar rokningar og at hann skal ein túr í fongsul.

JáH (y) 31.12.2015

Comments

Heðin Mortensen Nýggjársrøða 2015

31/12/2015

Comments

 
Billede
Ímeðan vit bíða eftir Løgmansrøðuni, sum verður send kl. 19.00 - so kunna vit fáa okkum ein deiligan gløgg og skoða heilsuna, sum Borgarstjórin úr Havn sendir til alt Føroya fólk ... Spurningurin er kanska nær Borgarstjórin í Klaksvík fer at taka táttin upp og somuleiðis senda øllum føroyingum, bæði úti og heima, eina Nýggjársheilsan ..!

Sjá Youtube klipp niðanfyri:

JáH (y) 31.12.2015



Comments

Stongdu bróðurin inni - og livdu av hansara pensión !!!

31/12/2015

Comments

 
Billede
Ein 61 ára gomul kvinna og ein 76 ára gamal maður hava í áravís havt teirra 59 ára gamla bróður stongdan inni í einum loftið í tí spanska býnum Dos Hermanas - tað skrivar El Pais.

Tey høvdu hann stongdan inni - so at tey samstundis kundu liva av hansara pensión.

Men 76 ára gamli bróðurin varð farin ein túr í býin og eftir at løgreglan fylgdi honum heim - fortaldi bróðurin hvat hann goymdi í loftinum hjá sær. Løgreglan fór upp á loftið og fann tá mannin naknan og lá hann skitin og tvitin á einari madrassu, saman við skrelli og tómum fløskum.

Maðurin bleiv sendur á sjúkrahúsið og har kundu tey so staðfesta tað, at maðurin ikki hevði verið til kanningar í yvir 20 ár. Systkini hjá manninum eru nú handtikin og skula í rættin fyri at hava hildið beiggan til fangan og fyri at snýta ta almenna.

JáH (y) 31.12.2015

Comments

Menn gera tað tú vilt - um kvinnan er í hægri hælum !!!

31/12/2015

Comments

 
Billede
Ein spennandi nýggj fronsk kanning vísur á, at menn gera tað kvinnan ynskir teir at gera fyri seg - um tær bert eru í skógvum við hælum.

Franski professarin innan sálarfrøði og etnologi, Nicolas Guéguen bað kvinnur ganga runt við einum spyrji-skema og gingu tær við vanligum skóm, so vildu einans 40 % av monnunum svara - men hinvegin um tær fóru í 5 cm høghælaðum skóm, so svaraðu 60 % av monnum uppá spurningarnir, sum kvinnan settu teimum. Og vóru høghælaði skógvarnir 9 cm - so svaraðu heili 80 % av monnunum uppá spurningarnir, sum kvinnurnar settu teimum.

So nú árið er við at vera av, kvinnur - so er onki at ivast í um tit ætla tykkum ein túr í býin í kvøld at feira ta nýggja árið. Latið tykkum for Guðs (ella tykkara) skyld í høghælaðar skógvar ..!

JáH (y) 31.12.2015 

Comments

Borat og konan geva milliónir av krónum til Sýria!

29/12/2015

Comments

 
Billede
Sacha Boron Cohen - kanska betri kendur sum Borat og kona hansara Isla Fisher hava sunnudagin givið 6,8 milliónir til fondin "Hjálp børnunum" í norður Sýria.

Eisini hevur parið givið sama beløb til IRC (International Rescue Committee) sum skal hjálpa serliga kvinnuligum flóttum & børnum úr Sýria.

Talsmaðurin fyri  "Hjálp børnunum" sigur, at peningurin hjá parinum fer at bjarga túsundvís av fólk hagani frá.

JáH (y) 29.12.2015

Comments

Eyðfinn J. á Høvdanum funnið 1.000 ára gamla beinagrind !!!

29/12/2015

Comments

 
Billede© In.fo
Tað hevur gingið nøkur ár nú - har sonurin til undirritaði ikki hevur fingið viðurkenning fyri, at hann og mamma hansara funnu eina beinagrind í 2009 í Hvalba, sum vísast skuldi vera seg at vera 1000 ára gamalt.

Í greinum frá Sosialinum (In.fo í dag) stendur bert skrivað, at tað varð ein smádrongur, sum funnið hevði beinagrindina - og tað er almikið umráðandi at tað eisini kemur framm - um hvør hevði funnið hesa beinagrind.

Les grein úr In.fo: Funnu beinagrind av fólki í Hvalba 

Og tann smádrongurin eitur also Eyðfinn J. á Høvdanum og er 11 ára gamal í dag - men enn stendur bert skrivað, at tað er ein smádrongur, sum funnið hevur hesa beinagrind, sum kann vera ein týðandi partur av Føroya søgu. Og tað er eisini nakað, sum ikki krevst nakað serligt av Føroya Fornminnissavn - bert eitt navn á tí persóni, sum funnið hevði hesu 1000 ára gomlu mannabein í Hvalba.

Les eisini grein: 1000 ára gomul mannabein funnin í Hvalba

Tíðarfestingin vísir greitt, at beinið er frá tíðini um ár 1000. Hetta er fyrstu ferð, at ein tíðarfesting er gjørd, sum er tengd at einum av mongum plássum, sum bønhúsnavnið er knýtt at.  Beinini geva ábending um ein fornan grevstur ella kirkjugarð. Helst stóð kirkja ella bønhús í kirkjugarðinum. Um so er, eru fornminnini á Bønhúsfløtu dømi um ein garð við grevstri ella kirkjugarði við kirkju, har búleikast hevur verið um ár 1000 tvs seint í víkingaøld.

Og fara vit á Norðoya Portali at seta okkum í samband við Føroya Fornminnissavn, har vit eisini vilja syrgja fyri at hesin drongur fær viðurkenning fyri tað - hann hevur funnið og at hansara navn kemur á hetta stóra fund.

JáH (y) 29.12.2015
​Kelda: In.fo

Comments

Pápin hóttir løgregluna, tá ið sjúkrahúsið ætlar at sløkkja fyri respiratorinum hjá soninum!

28/12/2015

Comments

 
BilledeSonur og faðir (mynd: privat)
Ein pápi riskeraði alt, tá ið hann tók pistólin framm og hótti við at skjóta personali, sum ætlaðu sær at sløkkja fyri respiratinum hjá soninum.

Læknarnir høvdu fortalt fyri pápanum, at sonur hansara George varð hjernadeyður og tískil so mátti vera best, at sløkt bleiv fyri hansara respiratori. Men hesum varð pápin als ikki einigur í - tí hann føldi fleiri tað kvøldið at sonurin hevði klemmað hansara fingrar.

Avmaktaður og visti ikki hvat hann skuldi gera - tók pápin pistólin hjá sær framm og hótti arbeiðsfólkini við lívinum - um tey sløktu fyri respiratorinum hjá soninum. Planurin hjá pápanum varð sera einkul: Sonurin hjá honum mátti liva - kosta hvat tað vil. Síðan løgreglan eisini uppí leikin - har pápin til sonin, George Pickering og løgreglufólk stóðu anlits til anlits við pistólum - í yvir 3 tímar. Pápin gav seg yvir til løgregluna, tá ið hann hevði vissa sær um, at respiratorurin hjá soninum ikki bleiv sløktur.

Seinni so vaknaði sonurin og hann kom ordiliga fyri seg. Sjálvur sigur sonurin George um pápa sín:

- Tað varð ein lóg, sum bleiv brotin, men tann lógin bleiv brotin av teim røttu grundunum og tí eri eg her, segði sonurin við fjølmiðlarnir í Amerika - eftir at pápi hansara bleiv fríkendur av rættinum í Texas fyri at hótta fólk við einum pistóli.

JáH (y) 28.12.2015 

Comments

Japan biður Suður Korea um umbering!

28/12/2015

Comments

 
BilledeAktivistar uttanfyri Stýrið hjá Japan í Seoul.
Undir Øðrum Veraldarbardaga blivu yvir 200.000 kvinnur tvingaðar til at hava sex við teim japonsku hermonnunum. Tær flestu av hesum kvinnunum komu frá Suður Korea, Kina, Filipininum, Indonesia og Tawain.

70 ár seinni - eftir at kríggi endar - fær Suður Korea eina umbering frá stýrinum úr Japan og eisini 55 milliónir krónir aftur úr endurgjaldi. Útav teim 200.000 sex slavunum úr Suður Korea - eru einans 46 av teimum á lívið í dag.

Í 1995 fóru aktivistar í holt við ein grunn, sum hjálpa skuldi teim kvinnunum, sum høvdu verið sex slavir frá Øðrum Veraldarbardaga og fara tær 55 milliónirnar ávíkavist í henda grunn ella annan grunn, sum fer at hava til endamáls at hjálpa familjunum hjá táverandi sex slavum.

​JáH (y) 28.12.2015

Comments

Soleiðis sleppur tú undan Timburmonnunum!

26/12/2015

Comments

 
Billede
Ja, vit á Norðoya Portali hugsa um teg - nú tú fyri alvor ætlar tær í býin í kvøld, at feira 2. Jólakvøld, tí finst onnur vemmiliga sjúka enn teir Satans timburmennirnir ..?

Tað allerfyrsta tú mást minnast til er at vera frískur, væl fyri og væl úthvíldur - áðrenn tú fert í sving við tær vátu vørurnar. Og so er tað eisini eitt sera gott hugskot, at eta eina góða máltíð áðrenn. Og dámar tær serstakiliga væl at drekka - so er tað eisini eitt gott hugskot, at fáa tær okkurt at eta - ímeðan tú drekkur, tí gransking vísur tað, at menn sum eta ímeðan teir drekka - fáa minni timburmenn dagin eftir.

Og so ræður tað sjálvandi eisini um, at drekka massar av vatni - ímeðan tú drekkur øl, tí øl er sera vatndrívandi og minst til at halda teg vekk frá whiskey, reyðvíni og myrkum rom - tá ið hesir drykkir gera timburmennirnar verri. Men sum heild - so ræður tað eisini um at ansa sær, og drekka við vit & skil - um ein vil sleppa undan timburmonnum.

Og ert tú enn illa fyri, tá ið tú vaknar, so minst til - at drekka nokk av vætu og fáa tær okkurt gott til matna. Vit vóna tá, at tú fer at blíva betri fyri ímorgin ella dagin eftir tað. Skál, tit ..!

JáH (y) 26.12.2015

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.