Les eisini: Stress, stress, stress … Puha, so vóru jólini aftur her!
Tað roknast við - at onkur dettur av og onnur enda í rok, ímeðan fólk sikkurt fara at hava ein ella annan trupuleika at fáa fatur í einum taxa heim.
Les eisini: Er jólatunglyndi eitt nýtt phenomen?
Alt saman gongur í eina hægri eind, tí Jólini skula gjarna enda við einum ordiligum endabresti, isje sannheit?
Men tað hevur sína frágreiðing um - hví er so statt, tá ið ballast verður til "den lyse morgen" 2. Jólakvøld og fyri tað fyrsta, so er tað kalt í veðrinum - sum gjarna ger tað, at ein drekkur ov nógv og kroppurin ikki ordiliga megnar at fylgja við tí stóra inntakinum av alkoholinum.
Síðan er tað hjartasorgir, arbeiðsviðurskiftir, trúðarviðurskiftir og familjutrupuleikar, sum skula takast uppá banan, tá ið drukkið verður og mangan elvir slíkt til eitt allertiders rok - har boða verður frá løgregluni og viðkomandi endar í fullu-brummu í Klaksvík (ella onkra aðrastaðnis). Jólatunglyndi eru tað mong, sum lýða av - og tað sæst oftað best í barrum og dansistøðum 2. Jólakvøld, tá ið tosað verður við fólk.
Løgreglan plagar at boða frá 3. Jóladag, at tað hevur verið sera nógv at gjørt í støðini og at mong eru tey, sum hava ligið avdottin uttanfyri í kuldanum, sum forrestin slett ikki er heilt ófarligt. Vit á NP hava eisini tosað við ein løgreglumann um tað sama - og hann segði frá, at fólk muga ansa sær 2. Jólakvøld, tí at tað er so skjótt at okkurt kann enda galið. Drekki við máta og hugni tykkum, segði ein heldur fryntligur løgmaður við undirritaði uttanfyri FK herfyri.
Men ein siðvenja er ein siðvenja - og tí skal tað ballast fyri allar pengarnir 2. Jólakvøld. Vit á NP vóna, at tit fara at hugna tykkum í kvøld og royni nú at lata vera við at tosað um arbeiðið, politikk ella trúgv, tí tað elvir mangan til - at nevin endar uppi í loftinum og heilt erligt: Tað er Jól, forfanin - tak tað róligt. Hugna tær og kom sikkurt heim ..! Lat nú ikki tína vreiðu - oyðileggja alt fyri hini fólkini, sum eru komin út at hugna sær.
JáH (y) 26.12.2018