
Síðan er tað Glasir - fer skandalan at blíva við at halda áframm ella fer Løgtingsmaðurin Heðin Mortensen at lata nøkur høvd rulla afturat ..? Hvussu fer endaúrsliti at síggja út fyri tann dýra stásiliga bygningin ..?
Ferðavinnan er blomstandi og ferðafólk kunna simpelten ikki fáa nokk av Føroya landi. Fara vit at duga betri, at útnytta Ferðavinnuna í 2019 ..? Tað ber altíð til - at liva í vónini, sum man plagar at taka til.
Fiskivinnan elvir til mangt eitt kjak ímillum føroyingin og spennandi verður tað hvussu tað nýggja árið fer at síggja út fyri okkara fiskivinnu. Fer at ganga betri ella verri ..? Vit sum eru í læru - kunna einans bíða við spenningi ...
Og líkamikið hvussu vit venda og draga tí heila - so SKAL veljast næsta ár og spurningurin er hvat fyri avleiðingar tað fer at fáa fyri landið ella um tað einans verður betri ..? Ongin veit um framtíðina at spáa og tað sær longu út til - at 2019 verður eitt spennandi ár fyri Føroya land, sum vit á Norðoya Portali longu gleða okkum til.
JáH (y) 26.12.2018