NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Amy fekk prísin fyri besta dokumentar

29/2/2016

Comments

 
Billede
Dokumentar-filmurin Amy fekk í nátt prísin fyri at vera besti dokumentar filmur í 2015.

Aðrir prísir vóru eisini givnir og eitt nú vann filmurin Spotlight við Leonardo DiCaprio prísin fyri at vera tann besti filmurin.

Revenant har Leo eisini hevur høvuðsrolluna vann hesa nátt 3 prísir - ímeðan tað heldur óvæntað hendi tað, at filmurin Mad Max vann heili 6 prísir. 87 ára gamli Ennio Morricone vann sín fyrsta prís fyri tónleikin aftanfyri filmin The Hateful Eight og takkaði hann eitt nú Quintin Tarantino fyri, at hann fekk møguleika, at skrivað tónleikin til henda voldiliga film.

JáH (y) 29.02.2016

Comments

Soleiðis sær Pippi út í dag

27/2/2016

Comments

 
Billede
Tað eru nærvið 50 ár síðani, at Inger Nilsson spældi Pippi Langstrømp, men fólk kenna hana enn í dag, veit BT at siga frá

  Här kommer Pippi Långstrump tjolahopp tjolahej tjolahoppsansa

Les grein hjá BT HER

JáH (y) 27.02.2016
Kelda: BT

Comments

Trump fer at gera tað lættari at saksøkja fjølmiðlarnir

27/2/2016

Comments

 
Billede
Donald Trump førir stórt nú hjá teim tjóðveldissinnaðu og ser-frøðingar rokna við, at hann fer at enda sum valevni hjá Republikanaranum og lovar Trump, at hann um verður valdur til Forseta, so fer hann at broyta lógina soleiðis, at tað verður lættari hjá tær, at saksøkja fjølmiðlarnir fyri ærumeiðing.

Nógvir amerikanskir fjølmiðlar hava verið eftir Trump í Valstríðnum haryvir, men Trump hevur eisini svarað teimum aftur.

Og vísur tað seg eisini, at hvørja ferð onkur fer honum, so fær hann bert meira stemmur til næstu ferð. Simon Spies (sáli) hevði rætt: "Dårlig omtale er bedre end ingen omtale"

JáH (y) 27.02.2016

Comments

Hermenn í Guatemala dømdir !!!

27/2/2016

Comments

 
Billede
Rætturin hevur dømt ein heryvirmann og ein kommisser ávíkavist 120 og 240 ára fongsul fyri at hava hildið 15 kvinnur sum sextrælar og fyri at hava dripið eina av teimum og báðar døtrarnir hjá henni.

Hetta er ein søguligur dómur, tí endiliga kann prógvast hvussu vánaligar umstøðurnar hava verið her inni og hvussu langt úti herurin hevur borið seg at.

JáH (y) 27.02.2016

Comments

Hasar Helvitis Sjúkurnar II (Stuttfilmur)

27/2/2016

Comments

 
Billede
Hesin heldur stutti stuttfilmur hevur heitið Hasar Helvitis Sjúkurnar og er ein partur av einum filmskeiði, sum Regin Toftegaard skipaði fyri.

Sjá stuttfilmin niðanfyri:
​
Og sigast skal, at vit lærdu eina rúgvu frá honum og hetta varð sera stuttligt, at vera ein partur av.

Vit lærdu ymiskt um ljós, samanklipping og t.d. hvussu ein skal standa frammanfyri eitt kamera osv., ja faktist ting, sum ein slett ikki hevur gjørt sær far um, tá ið ein ger filmar.

Skeiðið vardi í gott 7 dagar og uppá 7 dagar kom ímillum annað hetta úrsliti hjá okkum framm, sum eg faktist haldi, at vit gott kunna vera eitt sindur stoltir av, isje sannheit ..?

JáH (y) 27.02.2016

Comments

Nú kanst tú flenna o.a. á Facebook eisini !!!

26/2/2016

Comments

 
Billede
Umframt at tú kanst deila & dáma onkra mynd, sum onkur hevur lagt út á sín Facebook - so kanst tú nú, sum nakað heilt nýtt - eisini flenna eftir onkrum, sum onkur hevur lagt út.

Umframt at tú kanst flenna, so kanst tú eisini vera bilsin, óðir, keddir, elskandi og dáma.

​ Og fyri ein sum teknar, sum undirritaði ger, so er tað jú super gott, at ein eisini kann vísa eitt "haha" eftir einari skemtitekning, sum undirritaði hevur gjørt, isje sannheit ..?

JáH (y) 26.02.2016

Comments

Grugg bjóðar til sjónleik á Fabrikkini hjá Østrøm!

26/2/2016

Comments

 
Billede
Soleiðis stendur stutt skrivað um leikin Sangir við gráa havsins strendur:

Sjógvurin floymir inn yvir bygdina - Íbúgvarnir mugu flytast - heimbygdin er blivin ÓLIVILIGT ØKI! Øll hava fingið eina gula fráboðan í postkassan. Krákan kráar í trænum og Frank Sinatra syngur "These little town blues" úr hátalaranum í burturflytingarbussinum!!!


Ein ferð inn í eitt univers, har tíðin steðgar, dreymar vakna, sjógvur fløðir og Gud opinberar seg.

Leikarar: 
Súsanna Tórgarð
Ria Tórgarð
Hans Tórgarð 
Arni Nylander (FI)
Katarina Nólsøe
Durita Dahl Andreassen
Jákup Dahl Wardum

Leikstjórn: Guðjón Pedersen (IS)
Ljós: Árni Baldvinsson (FO/IS)
Pallmynd: Klæmint Henningsson Isaksen (FO/IS)
Tónasmiðjur: Leif Jordansson (SE)
Umseting: Hans Tórgarð
Plakat og video: Hans Tórgarð
Pallsmíð o.a.: Áki Lutzen og Martin Gøthe

Keypa atgongumerki til sjónleikin á www.atgongumerki.fo 

JáH (y) 26.02.2016
Kelda: Grugg á Facebook: https://www.facebook.com/events/194527464237397/

Comments

Research*eu við nýggjum tíðarriti

26/2/2016

Comments

 
Billede
Í februar útgávuni av research*eu verður nógv gjørt burturúr at lýsa avbjóðingarnar, sum evropeiski  mentanararvurin stendur fyri. Evnini, sum verða viðgjørd, snúgva seg í stóran mun um nýggja tøkni, sum kann stuðla undir varðveitslu og eisini endurskapan av søguligum virðum. 

Onnur evni verða eisini viðgjørd. Á heilsuøkinum eru slóðbrótandi granskingarúrslit í rótkyknum, sum geva nýggja vón til livrasjúklingar. Á orku- og umhvørvisøkinum er komið væl áleiðis við nýggjum loysnum og verður greitt frá fleiri stórum verkætlanum. Eisini er eitt vælvirkandi netverk stovnað við tí endamáli at geva smáum fyritøkum og ungum granskarum møguleika at gagnnýta størri royndarstøðir og fasilitetir í teirra roynd at finna nýggjar orkuloysnir.

Research*eu kann lesast her 

Kelda: Gransking.fo

Comments

GRUNNUR MENTANARTILTØK 2016

26/2/2016

Comments

 
Billede
So er GRUNNUR MENTANARTILTØK aftur á skrá, og til ber at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk, um tú hevur okkurt áhugavert hugskot til tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár.
Lýsing við oyðiblaði er nú at finna á heimasíðu kommununnar, við treytum og tíðarfreist um nær og hvussu søkjast kann.

Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi mánadagin 29. februar 2016 á middegi. Umsóknirnar verða viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini 7. mars.

Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l, sum stuðul verður latin til, skulu vera í Klaksvíkar kommunu í 2016. 

Fæið er kr. 220.000,-. 

Meira kunning er at síggja í lýsingini, sum saman við oyðiblaðið fæst niðanfyri.

Vegleiðing og oyðublaðið fæst við at trýsta her

 

Comments

Vilt tú vera ein Filmstjørna ?!?

26/2/2016

Comments

 
Billede
So hevur TÚ møguleikan at seta Føroyar á heimskorti aftur - har serliga verður lagdur dentur á, at TÚ ert fødd/ur ímillum tann 4. oktober til 6. oktober í 1990.

Maria Samson Christensen (á myndini) og maður hennara Kent L. Christensen dríva Make Travel í Føroyum og eru blivin kontaktaði av Yang Fan, sum er úr Kina.

Kinesiski maðurin Yang Fan, sum varð føddur 5. oktober 1990, leitar eftir javnaldrum kring heimin fyri at vita, hvussu tey hava tað, og hvussu teirra gerandisdagur er og leggjast skal afturat, at tú gott kanst vera fødd/ur ímillum tann 4. og 6. oktober (also enntil tann 4., 5., og 6. oktober) í 1990.

Á veg til Íslands og Grønlands hoyrdi hann um Føroyar og vildi so vita, um nakar javnaldri er í Føroyum. Samskipari í Føroyum er Maria Samson. (kelda: KVF)

Vit á Norðoya Portali fara eisini at gera okkara til at Make Travel finnur henda mann í Føroyum, so at filmsupptøkur eisini vera gjørdar í Føroyum, sum kann vera ein stórur partur av at seta okkara land aftur á heimskorti. So ert tú fødd/ur tann tann 4., 5. ella 6. oktober í 1990, so er at kontakta Make Travel við at ringja til Mariu á tlf 232102.

​JáH (y) 25.02.2016

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.