NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Edward Fuglø fekk heiðurslønina

31/12/2014

Comments

 
Picture
Heilt fitt á fólkum vóru samlaði til tí stóru løtuna - tá Menturnarheiðurslønin Nólsoyar Páls skuldi vera handað.

Og tann sum fekk virðislønina varð ongin annar enn Edward Fuglø - sum vit á Norðoya Portali ynskja hjartaliga tillukku við og sum hann hevur fult uppiborið fyri síni kunstnarisku avrik.

Jógvan Skorheim, borgmeistari, handaði virðislønina til Edward, sum varð ein kekkur uppá 75.000,00 kr.

JáH (y) 01.01.2015

Comments

Vælkomin 2015

31/12/2014

Comments

 
Picture© Star Wars VII - The Force Awakens
Nú árið 2014 er liðugt og vit eru byrjaðu uppá ár 2015 - so eru tað mong ting - sum sikkurt fer at henda í ár:

Eitt nú - so kann roknast við, at tað verður eitt ordiligt stríð í November, har vit aftur fáa lova eitt & hvørt frá politikarum. Har tú fær eitt ja - næstan hvat tú spyrt um ... og spennandi verður tað hvussu Fólkaflokkurin & Sambandsflokkurin fer at klára seg í ár.

So kann eisini roknast við - at KVF og aðrir fjølmiðlar fara at tosað um makrel og makrelbýtir. Tann parturin liggur nokkso sikkur - men vit kunna altíð liva og vóna - at prátið um makrel ikki verður so nógv í fokus - sum í ár 2014.

Men eisini nógvir filmar koma út í ár 2015 - og her kunna vit nevna nakrar av teimum: Star Wars VII - The Force Awakens, The Avengers - Age of Ultron, Jurassic World og Mad Max - Fury Road og hetta er bert fyri at nevna nakrar av teimum ...

Og januar mánaðin, sum vit eru komin í - verður nokk ein slakkur mánaður fyri handlar kring Føroya knøtt - nú Jólini og Nýggjárið hevur kosta sítt. Pengapungurin er nærum tómir og fólk lata seg noyða við at keypa eitt sindur minni. Soleiðis er tað bara ... men vit á Norðoya Portali fara at gera okkara til, at Januar mánaðin ikki verður so harður at koma ígjøgnum. Hvussu ?!? Jú, tað fara vit at gera við at skapa fyri feitum undirhaldi via netið. Sjá annars tann nýggja trailer'in av Star Wars filminum niðanfyri:

JáH (y) 01.01.2015

Comments

Tað er í Klaksvík okkurt hendur

30/12/2014

Comments

 
Picture© Klaksvíkar Kommuna
Umframt at diskotek fer at vera Nýggjársaftan í Ásgarð (Barok) - so skipar Klaksvíkar Kommuna aftur í ár fyri einum rimmar tiltakið á Porthúshjørninum.

Skráin hjá Klaksvíkar Kommunu sær soleiðis út Nýggjársaftan:

Kl. 22.30: Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein spæla og syngja.

Kl. 23.00: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handar Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls.

Kl. 23.30: Hallur Joensen og Beddi Hansen spæla og syngja.

Kl. 00.00: Norðoya Bjargingarfelag skjýtur nýggjárið inn.

Beint eftir fýrverkið verður felagssangur við Steintór Rasmussen.


So er nokk at fara til tey, sum atla sær at feira tað nýggja árið við manér. Seinasta ár fekk Hanus G. Johansen virðislønina frá Klaksvíkar Kommunu og spennandi verður  tað - hvør fer avstað við virðislønini í ár. Vit á Norðoya Portali hava at ynskaj øllum eitt eydnuberandi Nýggjár og tøkk fyri tað brátt farna.

JáH (y) 30.12.2014


Comments

Twerk bleiv tann nýggja dillan í 2014

29/12/2014

Comments

 
Picture
Uttanlanda bleiv Twerk tann nýggja dillan í 2014. Her gongur tað út uppá at vísa, hvat man kann gera við sín afturpart. Man hetta ikki blíva dillan í Føroyum í 2015. Sjá filmsklipp herundir.

Comments

Hvussu brúkar ein heimleysur 610 kr ?!?

27/12/2014

Comments

 
Picture
Hvussu brúkar ein heimleysur 610 kr ?!? Svarið liggur aftanfyri hesa heilt ótrúligu video, sum Josh Paler hevur lagt út á Youtube.

Hann gevur einum heimleysum persóni 610 kr og velur síðan at fylgja tí heimleysa við einum kamera (uttan at tann heimleysi veit av tí). Hygg sjálv/ur eftir hvat tann heimleysi velur at brúka pengarnir til.

JáH (y) 28.12.2014

Comments

Sonurin gav foreldrunum eina gávu

27/12/2014

Comments

 
Picture
Sonurin Joe Riquelme, sum ger appir - kanska betri kendur sum Joey Trombone á Youtube - valdi at betala alt lánið út hjá foreldrunum og síðan geva teim eina bankaváttan í Jólagávu.

Soleiðis skrivar Joe á Facebook: Sometimes the best gifts come in the lamest packages. Merry Christmas everyone!

Hygg eftir video, hvussu glað foreldrini eru fyri hesa einastandandi jólagávu, niðanfyri:

JáH (y) 28.12.2014

Comments

Konan ynskti sær ein ring í jólagávu - men maðurin lumpaði hana

27/12/2014

Comments

 
Picture
Jonathan H valdi at geva eina heldur óvanliga gávu til konuna - sum annars bert ynskti sær ein ring til jóla.

Her fann hann so nakað, sum líkist einum ringi - men sum bert varð haldi í einum koppi. Men tað fyrsta sum ein kundi síggja, tá ein opnaði pakkan (sí mynd t.v.) varð also ein ringur - men tá konan so opnaði víðari - so varð ringurin also ein koppur.

- Eg haldi ikki at konan er serliga glað fyri meg beint nú, skrivaði hann á Reddit, eftir at konan hevði latið gávuna upp.

JáH (y) 28.12.2014

Comments

Onki Playstation ella XBox á jólum

27/12/2014

Comments

 
Picture
Ein hack'ara bólkur - sum kallar seg sjálvan fyri Lizard Aquad hevur elvt til ymiskar trupuleikar hjá Sony og Microsoft. Eitt nú slapp ongin á jólum online hjá Playstation.

Navnið er tað sama - sum legði eftir Sony fyri einari tíð síðani.

Microsoft Xbox hevur yvir 48 milliónir brúkara og Sony Playstaiton hevur yvir 110 milliónir brúkara

Men henda leygarmorgun hevur Playstation fingið servaran íordan og hevur skriva á Twitter: Servarin hjá PS4, PS3 og Vita er so smátt við at vera íordan og vit takka tær fyri títt tolsemi."

Ein 22 ára gamal hack'ari sum sigur seg vera frá Lizard Squad sigur at hack'a bleiv á síðurnar hjá Microsoft og Sony - "tí vit kunna". Hann fortaldi eisini frá, at tað hetta eisini varð at vísa - hvussu veikt systemi hjá teimum í veruleikanum er.

"Microsoft er ein ógvuliga stór fyritøka. Heldur tú ikki, at teir burdu ikki vart seg ímóti einum tílíkum álopið?" fortaldi hann fyri BBC Radio Five Live.

"Eru Jólni veruliga um, at børnini spæla við teirra Playstation ella eru Jólini um at tey eru meira saman við teirra familjum á Jólum" og hann legði aftur: "Eg haldi, at øll taka Jólini fyri givið."

Fyrr í ár - so fór hack'ara eftir Sony og tá varð grundin filmurin The Interview, sum er ein skemtifilmur um leiðarin í Norður Koria, Kim Jong-un. Men ikki er fyri vissu - um tað er sama grund, at báðar fyritøkurnar blivu niðurlagdar á Jólum. 

Les eisini greinina Sony avlýsir filmin "The Interview"

JáH (y) 27.12.2014





Comments

Nanna og sjeikurin fingu bank Jólaaftan !!!

27/12/2014

Comments

 
PictureMynd: Facebook
Eitt par blivu álopin Jólaaftan og fingu bank við ketum í anliti, tá tey komu heim Jólaaftan. Nanna Skovmand frá Vesterbro í Keypmannahavn er sjokkera.

Eftir eitt hyggiligt jólakvøld - fóru hon og sjeikurin Mads Schøllhammer heim við einum taxa Jólaaftan. Parið bleiv sett av við dyrnar - og her fáa tey so bank av nøkrum persónum ...

Og júst hetta hevur skapt mikla øsing í Danmark og hvat endin verður við hesum - kemur tíðin nokk at vísa okkum ...

Les tí heldur óhygguligu søguna víðari HER

JáH (y) 27.12.2014 



Comments

Nógv at fara til í Klaksvík komandi dagarnar

26/12/2014

Comments

 
Picture
Nú eitt dansistað er opna í Klaksvík - so letur til, at fleiri fólk eru farin í býin í at "hygga" sær. Men ballið steðgar ikki her...

Eisini í kvøld kunna fólk fara ein túr í diskotek ella ganga runt barrir í Klaksvík og drekka hjernacellurnar vekk. Og skuldi tú hildið: "Nú kann nokk vera nokk" - so fer tú skeivur - tí eisini skipar Ásgarð fyri einum ordans Nýttársballið ... so um tú ert fest-apa, so nýtist tær ikki at stúra - tí nokk av ballum eru í Klaksvík teir komandi dagarnar. Party on, Wayne ..!

Í Klaksvík er tað (sum sagt) ball fyri allar pengarnar í Desember - og pengapungin í Januar 2015 lata vit líka liggja á hyllini eina løtu afturat, isje sannheit ..?

JáH (y) 27.12.2014

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.