Skráin hjá Klaksvíkar Kommunu sær soleiðis út Nýggjársaftan:
Kl. 22.30: Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein spæla og syngja.
Kl. 23.00: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handar Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls.
Kl. 23.30: Hallur Joensen og Beddi Hansen spæla og syngja.
Kl. 00.00: Norðoya Bjargingarfelag skjýtur nýggjárið inn.
Beint eftir fýrverkið verður felagssangur við Steintór Rasmussen.
So er nokk at fara til tey, sum atla sær at feira tað nýggja árið við manér. Seinasta ár fekk Hanus G. Johansen virðislønina frá Klaksvíkar Kommunu og spennandi verður tað - hvør fer avstað við virðislønini í ár. Vit á Norðoya Portali hava at ynskaj øllum eitt eydnuberandi Nýggjár og tøkk fyri tað brátt farna.
JáH (y) 30.12.2014