NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Buldraligt skemt á Gomlu Brandstøð

28/11/2017

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðar tær vælkomin til satiru fyri allar pengarnir - har tú kemur at krympa tær í eina góða tíma.

Showið "Buldralig Jól" minnir um tað góða gamla Norðoyastevnu Teitið, sum norðoyingar kenna seg gott - bara hetta showið er eitt sindur frekari enn Norðoyastevnu Teitið.

Síðsta bar showið navni Syndarlig Jól og varð tað sera væl móttikið og varð tað útselt uppá sera stutta tíð, sum vit eisini rokna við, at hetta showið verður.

Tað verður borðreitt við sangi, skemti og gaman, har høvuðsendamálið er at tú kemur at hugna tær saman við nógvum góðum fólki.

Vit gleða okkum at síggja teg og vit skula minna teg á, at tað er avmarkað atgongd til showið - so tað er skunda sær at keypa billett á www.atgongumerki.fo

JáH (y) 28.11.2017

Comments

​Jólatekningar úr frítíðarskúlanum

26/11/2017

Comments

 
Billede
Herfyri skipaði frítíðarskúlin Snjallabjalla fyri teknikapping. Vinnandi tekningin fer at myndprýða jólakortini hjá kommununi í ár, og allar tekningarnar hanga nú uppi í Býráðshúsinum.

Tá ið Klaksvíkar kommuna í ár sendir út jólakort til starvsfólk og onnur, verður tað við jólatekning úr Snjallubjallu sum myndprýði. Herfyri skipaði frítíðarskúlin nevniliga fyri teknikapping, og vinnarin gjørdist Elisabeth Jacobsen, sum gongur í 2.A á Skúlatrøð. 

Kommunan hevur í hesum sambandi gjørt av at brúka tekningina hjá Elisabeth at myndprýða tey á leið 500 jólakortini, sum Klaksvíkar kommuna sendir út í desember, og í samband við avdúkingina lat Snjallabjalla eisini Elisabeth eina gávu, sum var ein tekniblokkur og ein breið vifta av litblýantum. 

Allar tekningarnar úr Snjallubjallu eru nú komnar upp at hanga í Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu, so har kunnu øll koma framvið og síggja allar tekningarnar.

Klaksvíkar kommuna takkar frítíðarskúlanum fyri allar tekningarnar og ynskir Elisabeth hjartaliga til lukku.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

Arbeiðið uppá Kunoyar Tunnil liðugt 15. Januar

26/11/2017

Comments

 
Billede
Fyrr í hesum mánaðinum hevur P.B. Consult sent øllum kunoyingum eitt bræv, at arbeiðið uppá Kunoyar tunnil ikki verður liðugt fyrr enn umleið 15. januar 2018.

J & K Petersen byrjaði at arbeiða uppá Kunoyar Tunnil fyrst í juli mánað og ymiskir trupuleikar hava eisini verið á vegnum, tá teir hava arbeitt uppá tunnilin - eitt nú kann nevnast hørð hella og trupuleikar við veitan av tilfari, sum J & K Petersen nú hevur fingið greiðu á.

Í brævinum skrivar P.B. Consult eisini, at íbúgvarnir úr Kunoy hava verið sera tolnir - tí sleppast kann ikki undan nógvum órógvi, tá slík stór arbeiði skal gerast. Tað verður annars framvegis koyrandi ímillum Kunoyar Tunnil sunnukvøld - hóskvøld kl. 22 - Kl. 06.00, har tað er møguligt at koyra ímillum Kl. 24.00, 02.00 og Kl. 04.00.

Tá ið arbeiðið hjá P.B. Consult er liðugt umleið tann 15. januar - skal asvalterast og nýggj endurskin setast upp, men slíkt arbeiðið plagar ikki at taka so langa tíð.

JáH (y) 26.11.2017

Comments

Long bíðitíð eftir at fáa sær ein "hvalbing"

25/11/2017

Comments

 
Billede
Bíðitíðin fyri ein "hvalbing" er 13 - 15 mánaðir í Noregi, veit BT at siga frá.

Og tað er dupult so leingi at bíða í Svøríki, har ein triðingur velur at gjalda fyri privatan skurð.

Um tað er bíðitíð eisini í Føroyum - vita vit ikki á Norðoya Portali - men vit vita, at fleiri fólk, sum hava fingið sær ein "hvalbing" hava fingið trupuleikar við tí og hava ilt við at fóta sær eftir ein slíkan skurð.

Trupuleikin kann standast av, at fólkini ikki fylgja við ráðunum frá skurðlæknunum, sum siga at tú einans kanst eta ein fingurbolla eftir skurðin. Og etur tú meira enn ráðiligt er eftir skurðin, so kann hetta fáa lívshættisligar fylgir fyri teg.

JáH (y) 26.11.2017

Comments

Würth kalendarin fyri 2018 komin

22/11/2017

Comments

 
Billede
So er Würth kaldendarin fyri 2018 komin. Her kunnu tit síggja hann, klikk her "Wurt 2018"


Niðanfyri síggja tit hvussu kalendarin verður gjørdir, sjá filmsklipp herundir.

Comments

Charles Manson er deyður

20/11/2017

Comments

 
Billede
Kultleiðarin Charles Manson er deyður. Hann doyði sunnudagin 83 ára gamal og er mest kendur fyri Tate/LaBianca morðini, sum hann fekk sínar kultfjepparar at fremja í 1969.

Les eisini: Søgan um Charles Manson

Sjálvur vildi Charles Manson ongantíð ganga við til, at hann hevði dripið nakran sum helst. 

JáH (y) 21.11.2017

Comments

Brúgv sett upp í miðbýnum

20/11/2017

Comments

 
Billede
Í kuldanum í morgun varð brúgvin sett upp tvørturum áarmunnan, har Ósáin rennur út á Vágna.

Stórar broytingar síggjast í hvørjum í miðbýarøkinum, tí nógv ferð er á byggingini og nógvar verkætlanir hittast í økinum fyri tíðina. 

Íbúðarbyggingin nærkast alsamt málinum, og íbúðirnar á Biskupstorgi verða lyklaklárar tíðliga í komandi ári. Brúgvin sambindir júst íbúðarøkið við økið eystanfyri ánna og er partur av heildini, sum skal gera miðbýin gonguvinarligan og hugnaligan.

Harafturat verður pumpihúsið til sjóhitaskipanina bygt vestanfyri íbúðarbygningin, har vekslarin til sjóhitan verður staðsettur. Pumpihúsið verður bygt í fleiri hæddum og gevur sostatt fjølbroyttar nýtslumøguleikar í miðbýarhjartanum í framtíðini.

Sjálv sjóhitaskipanin er eisini á trappuni, í løtuni verður grivið fyri at sambinda rørini millum kappróðrarneystið og Betesda við pumpuhúsið, har sjógvurin skal takast inn í vekslaran. Sjóhitaskipanin verður klár til nýtslu umleið somu tíð sum íbúðirnar verða lidnar á Biskupstorgi, og sostatt koma fleiri miðbýarverkætlanir á mál innanfyri komandi mánaðarnar, umframt at fleiri aðrar eru í gongd og ávegis.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

Ókeypis endurskin á bussleiðini

16/11/2017

Comments

 
Billede
Í myrku tíðunum koma endurskin væl við, og tí fáa tey ferðandi við bussleiðini í hesum døgum ókeypis endurskin frá kommununi.

Nógv børn ferðast í og úr skúla við bussleiðini, og hesa ársins tíð er ofta myrkt, tá ið tey ganga til og frá bussinum. Tí kunnu tey nú fáa endurskin frá bussføraranum fyri at betra um ferðslutrygdina. 

Endurskinini liggja somuleiðis frammi í Miðlan saman við koyriætlanini fyri kommunalu bussleiðina.

​Her koyriplanin, klikk her "Koyriætlan"

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Billede
Comments

​Norðurjól 2017 í Klaksvík

16/11/2017

Comments

 
Billede
Triðja árið á rað bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum vælkomnum á Norðurjól - eitt uttandura tiltak fyri alla familjuna, har jólahugnin er í hásæti.

Tiltakið verður í Vágstúni og kring jólatræið í Klaksvík leygardagin 2. desember frá kl. 10.00- 17.00. Á skránni verður livandi tónleikur, undirhald til børn og vaksin, forkunnugar sølubúðir, piparkøkuhúsakapping og jólabitar úr heimsins heraðshornum. 

Sølubásarnir bjóða sniðgivnar vørur, føroyska framleiðslu og serstakar vørur úr Norðoyggjum. Eisini verður heit súpan, nýkókaðar kleynur og annað gott at fáa. 

Á pallinum verður kórsangur og ymiskar framførslur – eitt nú frá Hans Andrias og Bubu, sum sjálvsagt verður í jólahýri. 

Jólatræið verður tendrað kl. 15.30, og tá spælir Klaksvíkar Hornorkestur. 

Tá ið jólatræið er tendrað, trínur Hallur Joensen á pall við við eini serstakari jólaframførslu.

Myndaboks er við, so góður møguleiki er at ogna sær eina jólamynd saman við familju, vinum, makanum osfr. 

Piparkøkuhúsakappingin, sum fyrstu ferð varð hildin í samband við Norðurjól í fjør, eydnaðist so væl, at hon verður endurtikin í ár. 

Skrá og nærri kunning um piparkøkuhúsakappingina kemur seinni.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

​Skulder mod skulder i kampen mod ISIL.

15/11/2017

Comments

 
Billede
​Koalitionen mod ISIL er ved at have overtaget. Strategiske byer er blevet fravristet ISIL’s jerngreb, så hverdagen kan vende tilbage for de hårdt prøvede indbyggere. I Irak er mere end 95 % af det samlede område, som ISIL tidligere har kontrolleret, nu befriet.
Danmark har hele vejen ydet markante bidrag til at nedkæmpe terrororganisationen. Både med folk på jorden og F-16-kampfly i luften. Jeg har ved selvsyn oplevet den professionelle indsats, vores udsendte har ydet hver eneste dag. Det aftvinger stor respekt.
Regeringen vil imødekomme en anmodning fra den amerikanske forsvarsminister om yderligere bidrag og sende 30 soldater, 12 lægefaglige personer og et C-130 transportfly til Irak. Regeringen vil snart fremsætte et beslutningsforslag, som jeg håber, at et bredt flertal i Folketinget vil bakke op om.
Samtidig skal der lyde en dyb tak til alle vores udsendte i uniform, der hver dag siger ja til at kæmpe for vores fred, frihed og fælles sikkerhed langt fra familie og venner i Danmark. I gør Danmark ære!

Kelda: Facebook, Lars Løkke Rasmussen

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.