Charles Milles Manson (føddur 12. november 1934 sum Charles Milles Maddox) er ein amerikanskur dømdur seriumordari, sum við sínum skara í "Manson familjuni" gav boð um, at drepa táverandi konuni hjá Roman Polanski, Sharon Tate - sum forrestin varð við barn.
Hann situr inn í fongslinum Corcoran í Kalifornia, har hann skal sita fyri lívstíð.
Hann hevur fingið nei 12 ferðir - har hann hevur roynt at vera prøva-leyslatin. Manson heldur uppá enn, at hann onki hevði at gera við morðini - sjálvt um tað varð hann, sum bað "Manson" skaran drepa Sharon Tate og skriva "Grísur" á úthurðina hjá Roman Polanski við blóðinum hjá Tate. Hetta hendi í ár 1969.
Skarin hjá Charles Manson drap eisini onnur fólk og hevði Charles Manson fingið sín vilja, so hevði hann útrudda alla verðina, sum tú kanst hoyra úr einari samrøðu við svaka Manson á netinum.
Áðrenn hann bleiv dømdur fyri lívstíð varð hann vinir við tónleikaranum Dennis Wilson frá The Beach Boys.
Nógvir filmar eru gjørdir um Charles Manson, sosum "The Manson Family" frá 2003 og dokumentarurin "The Six Degrees of Helter Skelter" frá 2009. Mordarin, sum ikki drap nakran sjálvur - men fekk onnur at drepa fyri seg - hevur fasinera menniskjur verðina runt og eitt ótal av samrøðum av Charles Manson liggja eitt nú á Youtube. Afturat kann nevnast, at tónleikarar sosum Guns N' Roses, White Zombie og Marilyn Manson (sum er ein blandingur av navninum Marilyn Monroe og Charles Manson) hava gjørt sangir, sum gjørdir eru av Charles Manson sjálvum.
Um tú vilt lesa meira um Charles Manson - Trýst HER
JáH (y) 25.09.2014