NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Brúgv sett upp í miðbýnum

20/11/2017

Comments

 
Billede
Í kuldanum í morgun varð brúgvin sett upp tvørturum áarmunnan, har Ósáin rennur út á Vágna.

Stórar broytingar síggjast í hvørjum í miðbýarøkinum, tí nógv ferð er á byggingini og nógvar verkætlanir hittast í økinum fyri tíðina. 

Íbúðarbyggingin nærkast alsamt málinum, og íbúðirnar á Biskupstorgi verða lyklaklárar tíðliga í komandi ári. Brúgvin sambindir júst íbúðarøkið við økið eystanfyri ánna og er partur av heildini, sum skal gera miðbýin gonguvinarligan og hugnaligan.

Harafturat verður pumpihúsið til sjóhitaskipanina bygt vestanfyri íbúðarbygningin, har vekslarin til sjóhitan verður staðsettur. Pumpihúsið verður bygt í fleiri hæddum og gevur sostatt fjølbroyttar nýtslumøguleikar í miðbýarhjartanum í framtíðini.

Sjálv sjóhitaskipanin er eisini á trappuni, í løtuni verður grivið fyri at sambinda rørini millum kappróðrarneystið og Betesda við pumpuhúsið, har sjógvurin skal takast inn í vekslaran. Sjóhitaskipanin verður klár til nýtslu umleið somu tíð sum íbúðirnar verða lidnar á Biskupstorgi, og sostatt koma fleiri miðbýarverkætlanir á mál innanfyri komandi mánaðarnar, umframt at fleiri aðrar eru í gongd og ávegis.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.