
Tá ið Klaksvíkar kommuna í ár sendir út jólakort til starvsfólk og onnur, verður tað við jólatekning úr Snjallubjallu sum myndprýði. Herfyri skipaði frítíðarskúlin nevniliga fyri teknikapping, og vinnarin gjørdist Elisabeth Jacobsen, sum gongur í 2.A á Skúlatrøð.
Kommunan hevur í hesum sambandi gjørt av at brúka tekningina hjá Elisabeth at myndprýða tey á leið 500 jólakortini, sum Klaksvíkar kommuna sendir út í desember, og í samband við avdúkingina lat Snjallabjalla eisini Elisabeth eina gávu, sum var ein tekniblokkur og ein breið vifta av litblýantum.
Allar tekningarnar úr Snjallubjallu eru nú komnar upp at hanga í Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu, so har kunnu øll koma framvið og síggja allar tekningarnar.
Klaksvíkar kommuna takkar frítíðarskúlanum fyri allar tekningarnar og ynskir Elisabeth hjartaliga til lukku.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH