
Hann fer fyrst til Pyongyang fríggjadagin fyri at fáa meiri at vita um Kommunuistapartíi, sum júst hevur hildið eina ráðstevnu har, veit NTB at siga frá.
Og hetta er ikki ein heilt ófarlig leið hjá Song Tao at fara - nú støðan ímillum Kina, Suður-Korea og Norður-Korea er sera spent ... kanska serliga spent er støðan nú amerikanski Forsetin Donald J. Trump júst er komin aftur til Amerika, har hann hevur vitja tey asiatisku londunum í góðar 12 dagar.
Vit á Norðoya Portali vóna, at leiðarin úr Norður-Korea, Kim Jung-un tekur væl ímóti Song Tao og at teir báðar fara at fáa sær eina vinaravtalu uppá pláss, so vit onnur menniskjur sleppa at liva í nøkur ár afturat.
JáH (y) 15.11.2017