
Og tað er dupult so leingi at bíða í Svøríki, har ein triðingur velur at gjalda fyri privatan skurð.
Um tað er bíðitíð eisini í Føroyum - vita vit ikki á Norðoya Portali - men vit vita, at fleiri fólk, sum hava fingið sær ein "hvalbing" hava fingið trupuleikar við tí og hava ilt við at fóta sær eftir ein slíkan skurð.
Trupuleikin kann standast av, at fólkini ikki fylgja við ráðunum frá skurðlæknunum, sum siga at tú einans kanst eta ein fingurbolla eftir skurðin. Og etur tú meira enn ráðiligt er eftir skurðin, so kann hetta fáa lívshættisligar fylgir fyri teg.
JáH (y) 26.11.2017