NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nær skalt tú pensiónerast ?!?

30/4/2015

Comments

 
PictureDJ omma (soleiðis kann tað eisini vera)
Pensiónsaldurin hjá teim allerflestu er sum vera 67 ár - men nú hevur Klaksvíkar Býráð samtykt, at tey sum arbeiða hjá Klaksvíkar Kommunu kunna arbeiða heilt til 70 ára aldurin. Les meira um tað HER.

Tað kann vera vandamikið fyri tað lokala samfelagi, at fólkini ikki fara heim við pensión, tí hvar skal tá tað unga fólkið so fáa arbeiðið ?!?

Hinvegin so kostar tað eisini landinum nógva pening, at fólk fara í pensión - men tá fólk hava arbeitt í ein mansaldur, so burdi Landið átt so mikið av peningi, at tey arbeiðandi fólkini áttu teir væltjentu pengar, tá tey vóru liðug at arbeiða.

Men nær skal so ein persónur vera liðugur við at arbeiða - og fult út njóta sína pensión ?!? Skal ein sum er komin í tann aldurin (67 ár) ikki sleppa til arbeiðis, tí soleiðis sigur lógin at so skal vera - sjálvt um hesin persónurin er arbeiðsfør/ir ?!? Hvat heldur tú ?!? Sig tína meining HER á okkara Facebook bólki.

JáH (y) 30.04.2015

Comments

Ein vakran dag í Klaksvík

29/4/2015

Comments

 
Picture
Ein dag sum í dag, so fann eg uppá, at eg skuldi taka mítt fototól og fáa eina ella aðra søgu í Klaksvík. Eg hugsaði, at eg skuldi skriva eina jaliga grein um mína heimbygd og hvussu eydnusaman eg føli meg, at eg eri føddur og uppvaksin í Klaksvík - sum jú kann kallast fyri at vera høvuðsstaðurin í Føroyum - í hvørtfall tá talan er um fiskivinnuna.

Eg skuldi faktist eisini taka nakrar myndir av skipum, tí nú eri eg farin í holt við at skriva um sjólívið. Beint ímeðan eg taki mynd av Gadus, sum fer avstað í kvøld kl. 22.00 - so fekk eg eisini eina mynd av Líðhamar, sum 
júst hevur landa góð 4.500 pund av fiski.

Picture
Ímeðan eg taki myndir av ymiskum fólkum & skipum á kaj-økini í Klaksvík, so rann mær í huga, hvussu dugnalig & sjógóð fólk vit eiga í Klaksvík. Jú, so sanniliga hava vit klaksvíksingar okkurt at vera stoltir av. 

Tá eg varð liðugur at taka myndir á kaj-økinum, so fór eg ein túr at hjálpa bróðir, sum skal skræða eitt gamalt seyðahús niður. Petur Hans bróðir hevði fingið sær hjálp frá tí raska 78 ára gamla "Poll" - sum enn er av teim allerraskastu monnum - og ímeðan vit skræða niður, so fáa vit at vita, at ein ær hjá bróðir hevur júst lempt - so har varð onki annað at gera, uttan at leggja arbeiðið frá sær og skunda sær at taka mynd av tí nýlempta lambinum. 

Picture
Tá eg komið aftur til seyðahúsið hjá bróðir - sum vit skula skræða niður so fari eg ein túr í onnur hús, at ongin 
annar enn mín barndómsvinur Rógvi Jacobsen er farin í holt við at byggja síni egnu hús. Vit báðir fingu eitt gott prát um lívsins viðurskiftir - og so lovaði eg Rógva, at eg nokk ikki skuldi seta nakra mynd av honum í Norðoya Portali, men onkur lyftir kunna broytast og hetta varð so eitt av teimum.

Tað er so mangt, sum eg skuldi náa henda dagin við myndum & greinum, at eg valdi bert at njóta dagin og gera hesa einu greinina - sum eg sjálvur haldi talar fyri seg sjálvan. Eg vóni, at tit hava fingið gott av greinini og at
tit eisini njóta henda dag víðari í Klaksvík ella hvar tit so eru í Føroyum.

Hygg annars eftir fleiri myndum niðanfyri:

JáH (y) 29.04.2015

Comments

Hvussu eita dagarnir ?!?

28/4/2015

Comments

 
Picture
Vit kenna øll til Kopar,- silvur-, gull- og diamantbrúdleyp - men hvussu eita nú hinir dagarnir ?!? Vit á Norðoya Portali hava gjørt ein lista yvir hinar dagarnir fyri tey, sum megna at vera gift leingi:

1 ár: Papír
2 ár: Bommull
3 ár: Leður
4 ár: Blomstir
5 ár: Træ
6 ár: Sukur
7 ár: Ull
8 ár: Bronze
9 ár: Pílur
10 ár: Tin
11 ár: Stál
12 ár: Silke
12 ½ ár: Kopar
13 ár: "Knipling" (á donskum)
14 ár: Elfinbein
15 ár: Krystal
20 ár: Porselæn
25 ár: Silvur
30 ár: Perla
40 ár: Rubin
45 ár: Safir
50 ár: Gull
55 ár: Smaragd
60 ár: Diamant
65 ár: Króndiamant
70 ár: Jarn
75 ár: Atom

JáH (y) 28.04.2015

Comments

Hatta er sku' løgið hattar har !!!

28/4/2015

Comments

 
Picture
Her hava vit valt nøkur dømir um - hvussu líkir JFK og Lincoln vóru. Visti tú at ...

- Lincoln bleiv valdur til forseta í 1860 og at Kennedy bleiv valdur í 1960 ?!?

- Lincoln hevði eina kontórdámu sum bar navni Kennedy og Kennedy hevði eina kontórdámu, sum bar navni Lincoln ?!?

- Báðir forsetarnir blivu skotnir í høvdið og báðar konurnar vóru til staðar, tá tað hendi ?!?

- Bæði morðini hendu ein fríggjadag ?!? Og at báðir tveir blivu ávaraðir um tað - men hvørgin broytti nakra sum helst plan ?

- Bæði mordarin hjá Lincoln og Kennedy hoyrdu til Suðurstatin og vóru menn í 20'unum ?!? Og at báðir mordarnir doyðu áðrenn nakra rættarsak ?!?

- Báðir forsetar blivu erstataðir av forsetum, sum bóru navni Johnson ?!? Og at báðir forsetar hava eitt eftirnavn, sum endar við 7 bókstavum ?!?

- Báðir mordarnir - John Wilkes Both og Lee Harvey Oswald - hava navn við 15 bókstavum ?!?

- At Kennedy koyrdi í einum Lincoln, tá hann bleiv skotin ?!?

JáH (y) 28.04.2015



Comments

Gásin fekk beini aftur

25/4/2015

Comments

 
Picture
Gásin Ozzie breyt sær beini herfyri, tá ið hon hevði lagt nøkur egg. Eigarin Sue Burger úr Suður Afrika tók so hjartaliga synd í gásini, at hon valdi at vera eitt 3D print av beininum.

Beini hjá gásini varð so mikið illa brotið, at tey valdu at amputera tað og seta eitt nýtt bein á gásina.

Og sum tit síggja á myndini, so er gásin Ozzie ógvuliga glað fyri nýggja beini og leggur enntá vekt á tað. Um gásin sleppur undan jólunum, sigur søgan tó onki um.

JáH (y) 26.04.2015

Comments

Pápi til fýra - pressar út ein tvilling ?!?

25/4/2015

Comments

 
PictureScena úr filminum: Aliens
Ein maður fekk knappliga sera ilt í búkin - og funnið bleiv útav, at hann varð við barn.

30 ára gamli Gary Hyatt hevði ein byld í búkinum og í fyrstani hildu serfrøðingar at talan varð um eitt inngrógvið hár ella okkurt líknandi.

Men tá kannað bleiv víðari, so funnið teir útav, at maðurin hevði ein tvilling í búkinum.

Gary fortelur frá: "Eg havi tað fínt, men havi tað eitt sindur merkiligt, at eg øll hesi árini havi havt ein tvilling í búkinum. Eg havi hann nú í einum glasið og kalli hann fyri Gav. Men eg havi ikki fortalt tað fyri mongum - tí at eg føli meg eitt sindur sum ein serling !!!" fortelur Gary at enda.

JáH (y) 25.04.2015



Comments

Lættari at minnast bøkur enn E-bøkur

22/4/2015

Comments

 
Picture
Ein kanning frá Norra vísur á, at næmingarnir hava tað lættari at minnast til tekstin úr einari vanligari bók enn tí elektronisku E-bókini.

Helvtin av næmingunum vóru bidnir at lesa eina vanliga bók frá tí ensku Elisabeth George og hin helvtin skuldi lesa somu bók - bara úr tí elektronisku E-bókini.

Og her vísti tað so seg, at tey sum lósu úr E-bókini minnust til rekkufylgina verri - enn tey sum lósu úr tí vanligu bókini.

JáH (y) 23.04.2015 

Comments

Fríggjadagsrpikið um Kára P. og Jógvan Skorheim.

10/4/2015

Comments

 
Picture
Haldi Jákup Weyhe rakti seymin á høvdu í fríggjadagsprikinum, hoyr sendingina við at klikka á myndina til vinstru ella klikk her: Kári P. er Postformaður.

SáH

Comments

Kulir filmar at hyggja eftir (part I)

7/4/2015

Comments

 
Picture© Reservoir Dogs frá 1992
Filmar er nakað, sum ein kann brúka eitt heilt lív uppá, at hyggja eftir. Og finnast tað fleiri túsund filmar, sum ein hevur sæð og fleiri túsund, sum ein fegin vildi havt sæð.

Her eru so nakrir kulir filmar, sum tú burdi havt sæð ella um tú ikki hevur, so burdi tú fari og hugt eftir teimum.

Ein tann fyrsti, sum eg her vil nevna er filmurin hjá Quentin Tarantino er filmurin frá ár 1992 og nevnist Reservoir Dogs. Filmurin hevur sera góðan dialog og er um eitt banktjóvarí, sum gongur heilt galið. 
  Filmurin fevnir um nakrar persónar, og kemur tú at kenna allar - áðrenn filmurin endar. Eisini kann nevnast, at hesin filmurin er líka kul, sum filmurin Pulp Fiction frá 1994, sum Tarantino eisini hevur skrivað og eisini ein filmur, sum tú burdi havt sæð.

Ein annar filmur, sum tú skuldi sæð er sjálvandi filmarnir The Godfather (ár 1972) hjá Frandis Ford Coppola hevur staðið aftanfyri. Hetta er mafia-filmur, sum vil nakað og ein hevur faktist ikki sæð ein mafia-film fyrr enn ein hevur sæð allar tríggjar Godfather filmarnir. Hartil so kann nevnast, at um tú hevur sæð Godfather filmarnir, so burdi tú eisini fari og hugt eftir Goodfellas frá 1990, sum eisini lýsir mafia lívið sera væl.

Og er tað ein meiri fucked-up filmur tú leitar eftir, so er Natural Born Killers frá 1994 eitt gott boð. Tá filmurin kom út, so bleiv filmurin bannaður nógva staðnis, tí at ymiskar scenur í filminum er í so sterkar. Oliver Stone varð leikstjóri yvir filmin og Quentin Tarnatino skrivaði manuskrifti til filmin. Sjálvur dámdi Tarantino ikki filmin - sjálvt um filmurin er skýrdir til at vera ein absalutt kult klassikkari. Dámar tær hetta slag av filmum, har tú setir heilan í kók, so hevði tað kanska eisini verið eitt gott hugskot, at fari og hugt eftir filminum American Psycho frá ár 2000.

Er tað meiri skemtingarsamar filmar tú leitar eftir, so er The Big Lebowski eitt gott boð. Søgan fevnir seg um ein mann, sum bert ynskir at bowla við sínum vinum, drekka og roykja feitar. Men ymisk ting í filminum gera, at "The Dude" endar í øllum møguligum trupuleikum. Filmurin er somikið populerur í Amerika, at tey hava ein Lebowski festival eina ferð um árið - til heiðurs fyri filmin. Og dámar tær The Big Lebowski frá 1998 - so eri eg nokkso sikkurt uppá, at tær eisini dámar filmin Fear and Loathing in Las Vegas, sum eisini er frá 1998.

Ert tú samdur við tað, sum skrivað er ..? Ella vildi tú gjarna havt fleiri filmar á listanum ..? Bara róligur, tú - tí eg fari at skriva nógv meiri um filmar og ummæli so nógvar, sum eg kann ... tá eg kann.

JáH (y) 08.04.2015  



Comments

Soleiðis pyntar tú eggini uppá ein kulan & skjótan máta !!!

4/4/2015

Comments

 
Picture
Her er ein video - hvussu tú kanst pynta tær eggini uppá ein skjótan & kulan mátan.

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 05.04.2015

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.