NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ein vakran dag í Klaksvík

29/4/2015

Comments

 
Picture
Ein dag sum í dag, so fann eg uppá, at eg skuldi taka mítt fototól og fáa eina ella aðra søgu í Klaksvík. Eg hugsaði, at eg skuldi skriva eina jaliga grein um mína heimbygd og hvussu eydnusaman eg føli meg, at eg eri føddur og uppvaksin í Klaksvík - sum jú kann kallast fyri at vera høvuðsstaðurin í Føroyum - í hvørtfall tá talan er um fiskivinnuna.

Eg skuldi faktist eisini taka nakrar myndir av skipum, tí nú eri eg farin í holt við at skriva um sjólívið. Beint ímeðan eg taki mynd av Gadus, sum fer avstað í kvøld kl. 22.00 - so fekk eg eisini eina mynd av Líðhamar, sum 
júst hevur landa góð 4.500 pund av fiski.

Picture
Ímeðan eg taki myndir av ymiskum fólkum & skipum á kaj-økini í Klaksvík, so rann mær í huga, hvussu dugnalig & sjógóð fólk vit eiga í Klaksvík. Jú, so sanniliga hava vit klaksvíksingar okkurt at vera stoltir av. 

Tá eg varð liðugur at taka myndir á kaj-økinum, so fór eg ein túr at hjálpa bróðir, sum skal skræða eitt gamalt seyðahús niður. Petur Hans bróðir hevði fingið sær hjálp frá tí raska 78 ára gamla "Poll" - sum enn er av teim allerraskastu monnum - og ímeðan vit skræða niður, so fáa vit at vita, at ein ær hjá bróðir hevur júst lempt - so har varð onki annað at gera, uttan at leggja arbeiðið frá sær og skunda sær at taka mynd av tí nýlempta lambinum. 

Picture
Tá eg komið aftur til seyðahúsið hjá bróðir - sum vit skula skræða niður so fari eg ein túr í onnur hús, at ongin 
annar enn mín barndómsvinur Rógvi Jacobsen er farin í holt við at byggja síni egnu hús. Vit báðir fingu eitt gott prát um lívsins viðurskiftir - og so lovaði eg Rógva, at eg nokk ikki skuldi seta nakra mynd av honum í Norðoya Portali, men onkur lyftir kunna broytast og hetta varð so eitt av teimum.

Tað er so mangt, sum eg skuldi náa henda dagin við myndum & greinum, at eg valdi bert at njóta dagin og gera hesa einu greinina - sum eg sjálvur haldi talar fyri seg sjálvan. Eg vóni, at tit hava fingið gott av greinini og at
tit eisini njóta henda dag víðari í Klaksvík ella hvar tit so eru í Føroyum.

Hygg annars eftir fleiri myndum niðanfyri:

JáH (y) 29.04.2015

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.