NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kulir filmar at hyggja eftir (part I)

7/4/2015

Comments

 
Picture© Reservoir Dogs frá 1992
Filmar er nakað, sum ein kann brúka eitt heilt lív uppá, at hyggja eftir. Og finnast tað fleiri túsund filmar, sum ein hevur sæð og fleiri túsund, sum ein fegin vildi havt sæð.

Her eru so nakrir kulir filmar, sum tú burdi havt sæð ella um tú ikki hevur, so burdi tú fari og hugt eftir teimum.

Ein tann fyrsti, sum eg her vil nevna er filmurin hjá Quentin Tarantino er filmurin frá ár 1992 og nevnist Reservoir Dogs. Filmurin hevur sera góðan dialog og er um eitt banktjóvarí, sum gongur heilt galið. 
  Filmurin fevnir um nakrar persónar, og kemur tú at kenna allar - áðrenn filmurin endar. Eisini kann nevnast, at hesin filmurin er líka kul, sum filmurin Pulp Fiction frá 1994, sum Tarantino eisini hevur skrivað og eisini ein filmur, sum tú burdi havt sæð.

Ein annar filmur, sum tú skuldi sæð er sjálvandi filmarnir The Godfather (ár 1972) hjá Frandis Ford Coppola hevur staðið aftanfyri. Hetta er mafia-filmur, sum vil nakað og ein hevur faktist ikki sæð ein mafia-film fyrr enn ein hevur sæð allar tríggjar Godfather filmarnir. Hartil so kann nevnast, at um tú hevur sæð Godfather filmarnir, so burdi tú eisini fari og hugt eftir Goodfellas frá 1990, sum eisini lýsir mafia lívið sera væl.

Og er tað ein meiri fucked-up filmur tú leitar eftir, so er Natural Born Killers frá 1994 eitt gott boð. Tá filmurin kom út, so bleiv filmurin bannaður nógva staðnis, tí at ymiskar scenur í filminum er í so sterkar. Oliver Stone varð leikstjóri yvir filmin og Quentin Tarnatino skrivaði manuskrifti til filmin. Sjálvur dámdi Tarantino ikki filmin - sjálvt um filmurin er skýrdir til at vera ein absalutt kult klassikkari. Dámar tær hetta slag av filmum, har tú setir heilan í kók, so hevði tað kanska eisini verið eitt gott hugskot, at fari og hugt eftir filminum American Psycho frá ár 2000.

Er tað meiri skemtingarsamar filmar tú leitar eftir, so er The Big Lebowski eitt gott boð. Søgan fevnir seg um ein mann, sum bert ynskir at bowla við sínum vinum, drekka og roykja feitar. Men ymisk ting í filminum gera, at "The Dude" endar í øllum møguligum trupuleikum. Filmurin er somikið populerur í Amerika, at tey hava ein Lebowski festival eina ferð um árið - til heiðurs fyri filmin. Og dámar tær The Big Lebowski frá 1998 - so eri eg nokkso sikkurt uppá, at tær eisini dámar filmin Fear and Loathing in Las Vegas, sum eisini er frá 1998.

Ert tú samdur við tað, sum skrivað er ..? Ella vildi tú gjarna havt fleiri filmar á listanum ..? Bara róligur, tú - tí eg fari at skriva nógv meiri um filmar og ummæli so nógvar, sum eg kann ... tá eg kann.

JáH (y) 08.04.2015  



Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.