NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Foreldur skulu tosa við børnini um rúsevni

31/1/2018

Comments

 
Billede
Livlivid.fo hevur nú eina foreldrasíðu við ráðgeving til foreldrini um ung og rúsevni, sigur Lív Justinussen, samskipari á fyribyrgingardeildini

Heimasíðan er partur av Liv Lívið verkætlanini, sum Blái Krossur Føroya stendur fyri.

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum seinastu tvey árini hevur havt fokus á at broyta hugburðin hjá ungum til rús og fyri at minka um trýstið at smakka sær á ungum aldri.

Gransking vísir, at besta rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrgingin hjá ungum eru foreldrini. Heimasíðan er tí ætlað foreldrum og gevur góð ráð, hvussu tey kunnu práta við síni børn um rúsevnir.

Les meira á livlivid.fo

JáH (y) 01.02.2018
Kelda: KVF

Comments

FBI ført ólógligt eftirlit av Forsetavalinum

31/1/2018

Comments

 
Billede
Nú kanningin, um russiska innblandan, hjá FBI við Robert Mueller á odda - er um at vera liðug, so er tann Republikanski flokkurin komin við einum almennum skrivi, ið klagar FBI.

Í skrivinum stendur, at FBI hevur framt ólógligt eftirlit av granskingini av Forsetavalinum í 2016. 

Skrivið hjá Trump stýrinum verður almannakunngjørt í dag.

FBI sigur seg at hava lítið álit á trúvirðinum, sum skrivið hevur at bjóða uppá og halda at hetta er enn ein liður hjá Trump stýrinum, at gera arbeiðið hjá FBI enn truplari.

JáH (y) 01.02.2018

Comments

Stormy Daniels: Eg havi ongatíð verið við Donald J. Trump

30/1/2018

Comments

 
Billede
Pornostjørnan Stormy Daniels sigur nú, at hon ongantíð hevur verið saman við tí amerikanska forsetanum, Donald J. Trump.

- Eg nokti tað ikki, tí eg bleiv betald fyri at tiga. Eg nokti tað, tí tað er ongatíð hent, skrivar Stormy Daniels út til alheimsins fjølmiðlar ígjár.

Sjá brævið, sum Stormy Daniels hevur givið út niðanfyri.

Alheimsins fjølmiðlar hava roynt at fylgt søguni upp - har pornostjørnan Stormy Daniels skuldi eitast fyri at hava havt sex við Donald J. Trump í 2006. Men hetta vísur seg also vera ein lygn og hvussu tað nú verður tacklað av teim amerikonsku fjølmiðlunum - er so ein heilt onnur søga, sum vit sikkurt koma at hoyra meiri um.

JáH (y) 31.01.2018

Billede
Comments

Grammys 2018: Hillary Clinton øsir Donald J. Trump

30/1/2018

Comments

 
Billede
Til The Grammys 2018 funnu tey uppá, at fáa Hillary Clinton, at lesa upp úr bókini Fire and Fury, sum Michael Wulff hevur skrivað um Forsetan Donald J. Trump.

Ein bók, sum Donald J. Trump hatar og sigur Forsetin, at bókin er full av lygnum. Men enn hevur Trump ikki skrivað nakað á Twitter, at Hillary las upp úr bókini hjá Wulff - men man tað ikki fara at koma okkurt ..?

JáH (y) 30.01.2018

Comments

20 ár síðani Monica Lewinsky skandaluna

29/1/2018

Comments

 
Billede
Tað eru nú 20 ár síðani, at kanning bleiv sett í verka, fyri at finna útav fjasinum ímillum fyrrverandi Forsetan Bill Clinton og Monica Lewinsky, sum tá varð hjálparfólk í tí Hvíta Húsinum. Henda skandalan varð til at Bill Clinton bleiv dømdur fyri embætismisbrot í desember 1998 - og broytti hetta sostatt amerikanskan politikk fyri allar tíðir.

Bill Clinton ger enn politiskt arbeiðið í dag og Monica Lewinsky heldur forlestrar um hvussu skandalan broytti hennara lív og hevur hon eisini givið bók út um skandaluna, sum varð eitt stórt hitt og enntá havt sína egnu sjónvarprøð ... hvussu skuldi trúð tí, at um ein einans slikkaði eina sigar, so bleiv ein stinkandi rík og heimskend ..? Í 2012 skuldi Monica Lewinsky fáa 12 milliónir dollara fyri at fortelja sína søgu ímillum hana og Bill.

Billede
Í dag er tann amerikanski Forsetin Donald J. Trump ákærdir fyri at hava seksuelt forhold við pornostjørnuna Stormy Daniels í 2006 - har Trump nýliga varð giftur. Hesum vilja Trump fólkini ikki hava nakað við at gera - og tó, so hevur Stormy Daniels fingið 130.000 dollarar fyri at halda kjaft um søguna - í hvørtfall ímeðan Trump stillaði upp til Forseta valið 2016 ... men hetta hevur Stormy Daniels tó ikki megna - tí lokalbløð hava longu tosað við hana um júst tað sama og restina av søguni kenna tit ..!

JáH (y) 30.01.2018

Comments

Írland: Fólkini stemma um ABORT í ár

29/1/2018

Comments

 
Billede
Fólkini úr Írlandi fara í endanum av mai í ár, at stemma um liberalisering av abortlógini í landinum.

Abort í Írlandi - kann í dag einans takast av kvinnu, um tað stendur um hennara lív.

JáH (y) 30.01.2018



Comments

Amerika fjernar forboð ímóti flóttum frá 11 londum

29/1/2018

Comments

 
Billede
Forboðið sum nú er fjerna - hevur annars verið forboð av 10 londum, har fleirtali av íbúgvunum eru muslimar, umframt flóttar frá Norður Korea, veit NTB at siga frá.

Flóttar frá hesum londum hava verið noyddur at vera kannaðir meira enn frá øðrum londum.

Og sjálvt um forboðini av londunum nú eru fjernaði, so er tað enn strangt at koma til Amerika og kanst tú rokna við, at vera kannaður gjølla, áðrenn tú sleppur inn í landið - sum eitast skal at vera landið til tey fríu og djørvu ... Ak ja - hvat skal man siga um tað heila ..?

JáH (y) 30.01.2018

Comments

Slávur hjá Islamist Stat í Irak

26/1/2018

Comments

 
Billede
Jeg har haft besøg på Christiansborg af to unge kvinder, der har levet som slave hos IS og mistet flere familiemedlemmer.

Islamisk Stat har siden august 2014 angrebet Yazidi-befolkningsgruppen i Irak. Slået tusinder ihjel og gjort andre til slaver.

Nu rejser de unge kvinder rundt i Europa efter at have været undsluppet deres fangevogtere. De fortæller deres historie til bl.a. danske skoleelever.

Fantastiske modige kvinder, der har overskud til at fortælle om barbarer, der har gjort så ufattelig meget ondt.

Kelda: Pia Kjærsgaard Facebook

Comments

Norðurljós: Skráin í dag

25/1/2018

Comments

 
Billede
Í dag kl. 16.30 verður forvitnislig ljósgonga gjøgnum býin. Sjálvlýsandi armbond verða givin út við Býráðshúsið, men øll mugu hava ljós av onkrum slag við, um ljósgongan skal síggjast væl í býnum, so hetta er eitt upplagt høvi at hava ljóssvørð, lummalykt ella lucialjósini við í býin. 

Rakul Ró og Annika Im koma at leiða ljósgonguna frá Býráðshúsinum til Posthúsið, har vit gera eitt felags listaverk og fáa grýturætt frá Gepetto, áðrenn útibiografurin byrjar við Djúpumýru kl. 18.30. 

Simba og øll hini í Lion King eru klár á stóra skerminum kl.18.30 og eftir biografin verður disko í Borðoyarvík, har møguleiki verður fyri at taka sær av løttum afturvið tónleiki.

Leygardagurin byrjar við morguntúri við Andras Sólstein kl.10 og so verður list á uppboðssølu til frama fyri Mentanarhúsið í Posthúskjallaranum kl.14. 

Allar løtur eru upphiting til stóra brakið í Atlantis kl. 20, tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað. Umframt heiðurin og herðaklappið, er listavirðislønin 75.000 krónur, sum vinnan letur saman við Klaksvíkar kommunu. Handanin er ókeypis, men neyðugt er at bíleggja pláss á www.atgongumerki.fo.  

Eftir handanina verður konsert í Spaniastovu við Pól Arna Holm og John Áka Egholm. Konsertin byrjar kl. 22.

Sunnudagin verður Atlantis karmur um forkunnuga konsert kl.16, har Hans Andrias Jacobsen og Hallur Joensen fara at tulka og framføra sangir hjá hvørjum øðrum, og kl. 20 runda vit Norðurljós av við eini framløgu um tað, sum alt hetta snýr seg um: nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík. Jógvan Skorheim, borgarstjóri hevur framløgu um verkætlanina við myndum og tekningum. 

Atgongumerki til konsertirnar í Spaniastovu og Atlantis eru til sølu á www.atgongumerki.fo. 
Øll skráin fyri Norðurljós sæst eisini her.

JáH (y) 26.01.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Virðislønir, Trump og Læknamiðstøðin

25/1/2018

Comments

 
Billede© Mentamálaráðið
Norðoya Portalurin er byrjaður at gera tíðindasendingar sjálvir og sjálvt um góðskan ikki er heilt í topp - so er hetta so altíð ein byrjan.

Vit tosað hesa ferð um virðislønirnar hjá Mentamálaráðnum, Donald Trump og Robert Mueller og syrgiligu tok vanlukkuna í Milano, Italia.

Tíðindastubbin varar í góðar tveir minuttir og hvør hevur ikki tíð, at fáa eitt sindur meira við - uppá tveir minuttir ..?

​Sjá tíðindastubban niðanfyri:

JáH (y) 25.01.2018

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.