
Rakul Ró og Annika Im koma at leiða ljósgonguna frá Býráðshúsinum til Posthúsið, har vit gera eitt felags listaverk og fáa grýturætt frá Gepetto, áðrenn útibiografurin byrjar við Djúpumýru kl. 18.30.
Simba og øll hini í Lion King eru klár á stóra skerminum kl.18.30 og eftir biografin verður disko í Borðoyarvík, har møguleiki verður fyri at taka sær av løttum afturvið tónleiki.
Leygardagurin byrjar við morguntúri við Andras Sólstein kl.10 og so verður list á uppboðssølu til frama fyri Mentanarhúsið í Posthúskjallaranum kl.14.
Allar løtur eru upphiting til stóra brakið í Atlantis kl. 20, tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað. Umframt heiðurin og herðaklappið, er listavirðislønin 75.000 krónur, sum vinnan letur saman við Klaksvíkar kommunu. Handanin er ókeypis, men neyðugt er at bíleggja pláss á www.atgongumerki.fo.
Eftir handanina verður konsert í Spaniastovu við Pól Arna Holm og John Áka Egholm. Konsertin byrjar kl. 22.
Sunnudagin verður Atlantis karmur um forkunnuga konsert kl.16, har Hans Andrias Jacobsen og Hallur Joensen fara at tulka og framføra sangir hjá hvørjum øðrum, og kl. 20 runda vit Norðurljós av við eini framløgu um tað, sum alt hetta snýr seg um: nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík. Jógvan Skorheim, borgarstjóri hevur framløgu um verkætlanina við myndum og tekningum.
Atgongumerki til konsertirnar í Spaniastovu og Atlantis eru til sølu á www.atgongumerki.fo.
Øll skráin fyri Norðurljós sæst eisini her.
JáH (y) 26.01.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna