NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kvinnubýur søkir eftir monnum !!!

29/8/2014

Comments

 
PictureMynd av kvinnum frá Noiva do Crodeiro
So er at taka seg saman, tit sum gamlir dreingir eru í Føroyum, tí í tí lítla brasilianska býnum Noiva do Crodeiro, eru øll sum búgva har, ungar kvinnur, sum sakna menn, skrivar ávísin Daily Mirror.

Einasta kravi frá teim meira enn 600 kvinnunum, har fleirtalið er ímillum 20 og 35 ár, er ein strangur regul um hvussu tú skalt liva.

Høvuðsreglan er, at allir menn muga vera yvir 18 ár, og ein bert sleppur í býin um vikuskifti.

Lítla samfelagið bleiv stovna í 1890'inum av einari katólskari kvinnu, sum hevði uppliva ótrúskap. 
  120 ár seinni hevur tann 23 ára gamla Nelma Fernandes dreymar um at vera nýforelska og at gifta seg - tó hon ikki heilt er til reiðar at sleppa hennara heldur sjáldsama samfelag.

JáH (y) 29.08.2014


Comments

Panda fake'aði at vera uppá vegin !!!

29/8/2014

Comments

 
Picture
Djórapassarnir, sum ansa eftir eini Panda í Kina muga hava følt seg snýttar. 

Ein av teirra panda'um, Ai Hin, hevði lært seg hvussu ein uppførir seg, tá ein verður uppá vegin - tí tá fær ein eyka mat og eitt einkult kamar við klimaanleggi.

Tí hevði hon, ífylgi djórapassarum, lært at uppført seg sum um at ein familja varð á veg. Skjótt fekk hon meira meira og Ai Hin bleiv førd til eitt lekkurt kamar.

Nú er gradiditetstesurin so aftur og hevur boða frá, at panda'in Ai Hin ikki er uppá vegin. Hon er bara so forbannað klók, siga djórapassaranir til fjølmiðlarnir í Kina. Søgan sigur onki um, hvussu Ai Hin hevur tað nú hon skal uppá slankikur !!!

JáH (y) 29.08.2014


Comments

Knív í heysin !!!

17/8/2014

Comments

 
Picture
Ein 57 ára gamal kinesari Yunzhi Xiao varð á veg til ein supermarknað í býnum Guanhyuan fyri at keypa inn. Knappliga merkti hann okkurt "tungt" detta á høvdið hjá sær.

Ein seljari í gøtuni rópti eftir honum: "Tað stendur ein knívur í heysinum hjá tær", skrivar ávísin Daily Telegraph. 

Tað eydnaðist manninum at ganga 100 metur víðari, áðrenn fólk komu honum til hjálpar og fingu hann á eitt sjúkrahús. Her fekk hann so fjerna knívin úr høvdinum.

Løgreglan hevur síðan greitt honum frá, at tað varð ein gartnaraknívur, sum við eitt óhapp datt frá eini balkon í 8. hædd og hevði síðan bora seg í heysin hjá manninum.

Eigarin av knívinum er avhoyrdur av løgregluni og hevur síðan vitja Xiao á sjúkrahúsinum og biðið um orsaka.


JáH (y) 17.08.2014

Comments

Brandur Sandoy skapar øsing

17/8/2014

Comments

 
Picturemynd: www.logting.fo
Borgmeistarin í Sandoy, Brandur Sandoy, skapar mikla øsing í Facebook - tá hann hevur noktað SS'arum at brúka tey almennu vesini (sí mynd niðanfyri)

Serliga hevur tað fingið pissi í kók hjá Harra Paul Watson, har hann samanber hetta við  apartheitina í Afrika osv., har hann heldur sera lítið um framferðarháttin hjá Brandur Sandoy. 

Hinvegin so halda føroyingar, at hetta er sera gott av Branduri - serliga bólkurin í Facebook "Sea Shepherd í Føroyum" hevur skrivað nógv um hetta, síðan tað kom út, at borgmeistarin noktar SS felagskapinum at kukka á teirra almennu vesum í Sandoy.

Men hvør vinnur media-kríggi ?!?

Eitt er tað, at vit brúka nógva tíð og orku uppá handa tossutta felagskapin - eitt annað er, hvør er sterkari í fjølmiðlunum ?!? Nú er komið framm, at fjølmiðlarnir ikki fylgja so væl við hesum sokallaða krígginum, men hvat við Twitter og Facebook ?!? Ger tað ikki eisini skaða uppá umdømið hjá okkum føroyingum ?!?

Taka vit hesa myndina, sum hevur skapt mikla øsing, so hevur Facebook síðan hjá Paul Watson fingið 1.629 likes og er myndin deild 395 ferðir.

Taka vit so bólkin "Sea Shepherd í Føroyum" so er myndin dáma 177 ferðir og deild 59 ferðir. Og hetta er júst tað, sum er so vandamikið við at hava ein propaganda SS bólk í Føroyum. Ongin loyna er í tí, at Paul Watson elskar at øsa føroyingar og hevur ein ávísan hatur til okkara. So fyri ein mann sum hann, so hevur hann als ongar trupuleikar við at sverta okkum so til í útiheiminum.

Paul Watson onga atgongd í Íslandi - hví so í Føroyum ?!?

Búrkroppurin Paul Watson og hansara felagskapur SS hevur onga atgongd í Íslandi og vilja tey onki hava við tey at gera. Íslendingar hava funnið útav, at teir bert skaða umdømið hjá íslendingum, so hví yvirhøvur hýsa teim innivist ?!? Nær fara vit føroyingar at blaka SS'arnir út úr Føroya landið ?!? Hava SS'arnir ikki gjørt nóg nógva skaða ?!? Nærum 87 SS'ara mæla fyri onki í Føroyum og brúka meginpartin av teirra tíð við at leita eftir eini grind, sum ikki er har. Hin partin av tíðini brúka hesi 87 fólkini við at sverta okkum føroyingar út. Hví gera vit ikki eina lóg, har vit noktað at felagskapir uttanfrá sleppa at koma til Føroyar og sverta okkara góða fríðarliga navn ?!? Vit muga ikki gloyma, at vit hava við ein sera svakan mann at gera og hann gevst ikki so leingi hann livur ...

JáH (y) 17.08.2014

 

Picture
Comments

Filmar at gleða seg til: Dumb and Dumber To (To=dvey skoyvt stavaðð og hettæ err við villja, ókæy)

16/8/2014

Comments

 
Picture
Tað eru nú longu 20 ár síðan vit sóu filmin Dumb and Dumber hjá Farrelly beigginum og nærum ongantíð hevur ein flent so nógv, sum eftir júst tí filminum. Nú fara brøðurnir aftur í holt við Dumb and Dumber filmin, sum teir hava latið verið á hyllini í 20 ár.

Filmurin kemur út í ár og kemur at eita so tossut sum Dumb and Dumber To, sum ivaleyst er skeivt stava við vilja. 

Høvuðuspersónar vera teir somu also Jim Carrey og Jeff Daniels - og man ikki hetta verður ein filmur, sum øll fara at tosað um og vilja fara til ?!?

Fyrri filmurin Dumb and Dumber frá 1994 er skýrdur at vera ein tann stuttligasti filmurin nakrantíð gjørdur - og fyri at tað ikki skal vera skeivt, so royndu tey við einum tvey'ara longu í 2003, sum eitur Dumb and Dumberer: When Harry met Loyd - men tann filmurin floppaði totalt og varð tað heldur ikki eitt stuttligt & orginalt manuskrift, sum brøðurnir Farrelly lova, at hetta tó er. Viðmerkjast skal eisini at til Dumb and Dumber filmin frá 2003 vóru tað heldur ikki Jim Carrey og Jeff Daniels sum spældur høvuðsrollurnar (sikkurt tí at teir hava lisið manuskrifti og givið framleiðaranum av tí ússaliga filminum fingurin)

Men til henda filmin sum kemur út tann 27 november í Danmark kunna vit frá Norðoya Portali í hvørtfall lovað, at tú kemur at trekkja uppá smílubondini nakra ferðir.

Sjá lýsing av filminum niðanfyri:

JáH (y) 16.08.2014

Comments

Ein absalutt "must see" fyri Nirvana fjepparar

16/8/2014

Comments

 
Picture
Sangurin úr bólkinum Nirvana, Kurt Cobain, doyði fyri gott 20 árum síðani og síðan tað eru nógvir filmar og nógvar teorir um hvussu tann geniali sangarin doyði. Varð tað sjálvmorð ?!? Ella drap konan hjá honum, Courtney Love hann ?!?

Samrøður við vitnir og serfrøðingar eru at síggja í dokumentar filminum Soaked in Bleach og okkurt sum vit heldur ikki hava hoyrt ella sæð fyrr verður eisini at sjá.

Fyrrverandi detektivurin Tom Grant varð hýrdur av einkuni Courtney Love fyri at finna útav hvussu hennara maður varð horvin - fleiri dagar áðrenn hansara lík varð funnið í heiminum í Seattle. Grant fortelur í dokumentar filminum, at bert at kallað tað fyri sjálvmorð ruggar ikki heilt rætt. Filmurin kemur út í ár og verður hetta ein filmur, sum er ein absalutt "must see" fyri Nirvana fjepparar.

Sjá "trailara" niðanfyri:

JáH (y) 16.08.2014


Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.