Ein seljari í gøtuni rópti eftir honum: "Tað stendur ein knívur í heysinum hjá tær", skrivar ávísin Daily Telegraph.
Tað eydnaðist manninum at ganga 100 metur víðari, áðrenn fólk komu honum til hjálpar og fingu hann á eitt sjúkrahús. Her fekk hann so fjerna knívin úr høvdinum.
Løgreglan hevur síðan greitt honum frá, at tað varð ein gartnaraknívur, sum við eitt óhapp datt frá eini balkon í 8. hædd og hevði síðan bora seg í heysin hjá manninum.
Eigarin av knívinum er avhoyrdur av løgregluni og hevur síðan vitja Xiao á sjúkrahúsinum og biðið um orsaka.
JáH (y) 17.08.2014