NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fáa bróst-endurgjald

29/11/2018

Comments

 
Billede
Ein týskur dómstólur hevur dømt eina týska fyritøku - at gjalda endurgjald til áleið 400 svenska kvinnur, sum hava fingið falskar "bróstimplantatiónir" frá skurðlæknunum.

Kvinnurnar fáa endurgjald fyri tort og sviða, umframt endurgjald fyri tað - sum tær goldu fyri bróstini hjá sær.

JáH (y) 30.11.2018

Comments

Fóðurroyndir staðfestu hægri kryvjiúrtøku við háprotein fóðri

29/11/2018

Comments

 
Billede
​Rúni Weihe hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um royndir við laksafóðri. Greinin er júst almannakunngjørd í tíðarritinum  Aquaculture Reports.

Greinin kallast Increased protein-to-lipid ratio in energy dense diets improves slaughter yields and muscle thickness of different weight classes of farmed Atlantic salmon (Salmo salar L.) og er at finna her. (Open Access)

Høvundarnir eru Rúni Weihe, Jens-Erik Dessen, Regin Arge, Magny  S. Thomassen, Bjarne Hatlen og Kjell-Arne Rørvik.

Les meira HER

JáH (y) 29.11.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments

400 ár síðani Murillo bleiv dóptur

28/11/2018

Comments

 
Billede
Í dag er tað ivaleyst 400 ár síðani, at kunstnarin Bartolomé Estaban Murillo bleiv dóptur - og tað feirar Google á teirra heimasíðu, tá ið tú startar Google í dag.

Murillo bleiv einans 64 ára gamal - men hansara regliøsu málningar eru kendir víða um verð.

Les meira um hann HER

Murillo málaði sera nógvir regliøsar málningar - har tveir teir kendastu av teimum eru: Mariu føðing og tann Heilaga visiónin hjá Antonius.

JáH (y) 29.11.2018

Comments

Hugsa tær, at tú 60 ár seinni - angrar nakað, sum tú IKKI gjørdi (Video)

28/11/2018

Comments

 
Billede
Hugsa tær, at tú 60 ár seinni einans situr har og angrar nakað, sum tú IKKI gjørdi.

Niðanfyri er ein video, sum fortelur tær - at hevur tú brúk fyri at gera tað, so ger tað. Ver ikki persónurin, sum angrar fer seinni, at hann/hon IKKI gjørdi tað.

JáH (y) 29.11.2018

Comments

Reality-stjørna tjenar kassan

28/11/2018

Comments

 
Billede
Reality-stjørnan í røðini Ex on the Beach tjenar kassan - við at vera við í røðini.

Upptøkurnar til røðini vóru uppá góðar 11 dagar og sostatt fekk modellin -og pornostjørnan Farrah Abraham góðar tvær milliónir krónir í lumman - fyri at vera við.

Síðsta ár varð 27 ára gamla Abraham við í røðini Teen Mom OG - men fekk sekkin, eftir at tað kom framm. at hon varð farin at gera pornofilm.

Hon saksøkti Viacom fyri tað - og ivaleyst hava tey funnið útav onkrum, tí hin parturin av felaginum (nevniliga MTV) hevur bjóða seg til at geva henni arbeiði.

JáH (y) 28.11.2018

Comments

75 ára gamli Robert De Niro skal skiljast

28/11/2018

Comments

 
Billede
75 ára gamli sjónleikarin Robert De Diro og konan hjá honum, Grace Hightower eru farin frá hvørjum øðrum og skula sostatt skiljast - eftir at hava verið gift í góð 20 ár.

Parið hevur tvey børn saman - sonin Elliot uppá 20 ár og dóttirna Helen Grace, sum er seks ára gomul. De Niro biður nú fjølmiðlarnir um, at geva teimum frið - so at tey kunna finna útav tingunum víðari.

Men tað er nú ikki fyrstu ferð - at tey skula skiljast. Eftir at vera hava gift í tvey ár (giftust í 1997) - so vildi De Niro skiljast frá konuni, men nøkur ár seinni komu tey saman aftur og endurnýggjaðu teirra lyftir og giftust av nýggjum í 2004.

Sodan, kvinnur - so er De Niro leysur aftur á marknaðinum og til reiðar at "mingla" aftur ..! Uh lala.

JáH (y) 28.11.2018

Comments

Løgreglan fingið meldu um onanerandi mann

28/11/2018

Comments

 
Billede
Løgreglan úr Noregi hevur fingið eina meldan frá einari kvinnu í 30'unum - um ein onanerandi mann.

Kvinnan fortaldi fyri løgregluni - at maðurin onaneraði frammanfyri henni - men tá ið løgreglan kom á staðið - varð maðurin sporleyst forsvunnin.

Norska løgreglan ger alt í sínum alvi, at finna framm til onanerandi mannin.

JáH (y) 28.11.2018
Kelda: VG

Comments

Skaparin av SpongeBob SquarePants er deyður

27/11/2018

Comments

 
Billede
Skaparin av tí kendu røðini SpongeBob SquarePants er deyður - einans 57 ára gamal (26. november 2018).

Stephen McDannell Hillenburg varð maðurin sum skapti SpongeBob og fortaldi hann fyri eisini um sjúku sína fyri øllum:

- Eg vil gjarna, at fólk hoyra tað direkta frá mær, at eg havi fingið ALS. Øll, sum kenna meg vita at eg fari at blíva við at arbeiða við Spongebob - so leingi eg kann. 

SpongeBob SquarePants røðin kom framm í 1999 og hevur verið send í yvir 200 londum. Røðin hevur vunnið fýra Emmy Awards og er yvirsett til 50 mál.

JáH (y) 28.11.2018

Comments

So eru jólini um at vera klár í tí Hvíta Húsinum (Video)

27/11/2018

Comments

 
Billede
Fínt skal tað vera - og í ár er heldur onki undantak í tí Hvíta Húsinum.

Forsetafrúgvin Melania Trump hevur havt úr at gera - við at seta sín egna forkunnuga dám yvir jólini í tí Hvíta Húsinum.

Sjá sjálv/ur viðeo niðanfyri:

JáH (y) 28.11.2018
Kelda: BBC

Comments

Lallalig Jól í Gomlu Brandstøðini

27/11/2018

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

Tað verður tærnakrimpandi pínligt, langt undir beltið og ræðuliga stuttligt. Tað verða Lallalig jól! Aktuel viðurskifti verða rend um koll, og vend til ein stuttligan vinkul. Tað skortar ikki við stuttligum tilfari, um vit bara fylgja eitt sindur við hvat gongur fyri seg í tinginum og í miðlunum; skemtið verður næstan serverað fyri okkum. 

Klaksvíkar sjónleikarfelag framførir aftur í ár eitt jólateiti. Glaðir amatørar framføra nógvar stuttar sketchir. Undanfarin ár hava jólateitini kallast ‘Syndarlig jól’ og ‘Buldralig jól’. Hesaferð er tað Lallalig jól, og temaðið er hareftir. 

Lallalig jól verða framført hósdag 6. des., fríggjadag 7. des. og leygardag 8. des. Allir dagar kl 19 og kl 21. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Bara fyri vaksin fólk og ikki fyri sartar sálir!

​Kelda: Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.