NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Skemtari í rættin fyri at vanvirða flaggi

26/11/2018

Comments

 
Billede
Ein spanskur skemtari, Dani Mateo verður noyddur at møta upp í rættinum - har hann er ákærdur fyri at niðurgera Spania og symboli á landinum - har hann snýsti seg í flagginum í einari sketch, skrivar NTB.

Mateo segði, at hann ætlaði sær ikki at kommentera meiri um sketch'una, men lata dómararnir taka eina endiliga støðu í sakini.

- Tað er vandamikið fyri tí talufrælsi - tá ið eitt flagg brádliga hevur meira virðið enn eitt menniskjur, segði spanski skemtarin, sum ivaleyst ikki heldur - at hann hevur gjørt nakað skeivt.

JáH (y) 27.11.2018

Comments

Keanu Reeves við í Toy Story 4

23/11/2018

Comments

 
Billede
Ikki verður sagt nógv um Toy Story 4, sum kemur út í næstum - men framleiðarnir av filminum siga, at sjónleikarin Keanu Reeves fer eisini at vera við hesa ferð.

Sjónleikarin Tim Allen fortaldi í einum showið hjá Jimmy Fallon - at sjónleikarin Keanu Reeves eisini verður við hesa ferð - og at hansara rolla fer at hava eina djúpa sterka persónligheit.

JáH (y) 23.11.2018

Comments

Títtleikin av sepsis og øðrum álvarsligum lívshóttandi infektiónum í Føroyum kannaður

22/11/2018

Comments

 
Billede
Marija Todorovic Markovic, sum er lækni og ph.d.-lesandi á Landssjúkrahúsinum, Odense Universitetshospital og Syddansk Universitet, hevur júst publiserað eina vísindaliga grein um stóra sepsiskanning í tíðarritinum Infectious Diseases.
Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d. er høvuðsvegleiðari og viðhøvundur. Aðrir hjávegleiðarar og høvundar eru Court Pedersen, professari frá Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet, Magnús Gottfredsson, professari frá Landspitali Universitetssjúkrahús/Háskóla Íslands og Mirjana Todorovic Mitic, lækni frá Nis Clinical Centre.

Les meira HER

JáH (y) 22.11.2018
Kelda: Gransking.fo


Comments

UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi nú galdandi í Føroyum

22/11/2018

Comments

 
Billede
​Sáttmálin hjá UNESCO um verju av siðaarvi er settur í gildi í Føroyum frá 1. oktober at rokna.

Hesum hevur UNESCO nú boðað frá.

Tað merkir, at føroyski dansurin og kvæðini, bátasmíð, virking av ull, umframt siðir, ið eru knýttir at serstaka føroyska matinum, nú kunnu verða skrásett á einum serligum lista yvir siðaarv í Føroyum.

Les meira HER

Kelda: Løgtingið

Comments

Kim Kardashian øsir mannin hjá sær upp

21/11/2018

Comments

 
Billede
Konan hjá Kanye West, Kim Kardashian elskar at tveita sexuttar myndir av sær á Instagram - men tað fellur ikki altíð í so góða jørð hjá manninum hjá henni.

- Kanye er ikki altíð nemmur at vera saman við. Onkuntíð so uppmuntrar hann meg, at eg skal vera eg sjálv, vera sjálvsikkur og at hava tað stuttligt saman við honum. Men aðrar tíðir so brokkar hann seg, segði 38 ára gamla Kim Kardashian í showinum hjá Ellen DeGeneres.

Billede
Tað er annars ikki fyrstu ferð - at 38 ára gamla Kim tveitir nakrar myndir av sær sjálvari á netið - og eitt nú varð henda myndin av henni verið downloada nakrar milliónir ferðir og kanska eisini verið myndin, sum vendi verðina runt hjá tí freku modellini.

JáH (y) 22.11.2018

Comments

Kapping um at framleiða ein stuttdokumentar til útvarp

21/11/2018

Comments

 
Billede
​Ein útvarps-dokumentarur kann lýsast sum ein søga frá veruleikanum fortald við einum ávísum sinnalagi. Hetta er søguforteljing, har lurtarin dugir at ímynda sær livandi myndir, tá lurtað verður. Hetta kann gerast við at nýta m.a. ljóðmyndir, tónleik og talu.
 
Útvarpsdokumentarar eru sera væl umtóktir í londunum rundan um okkum, og seinnu árini eru fleiri farin at senda útvapsdokumentarar sum podcast. Podcast er blivin ein risastórur miðil í sær sjálvum, tí her hevur tú møguleika fyri at røkka sera víða, og tú hevur ofta møguleika fyri at arbeiða meir kreativt enn annars.
 
Kringvarp Føroya vil fegið liva upp til sína skyldu sum public service-stovnur og vil við nevndu kapping eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Sendingarnar, ið verða framleiddar til kappingina, kunnu soleiðis verða sendar sum podcast og eisini sum vanligar sendingar í útvarpinum.
 
Hervið lýsir Kringvarpið til kapping um at framleiða føroyskar stuttdokumentarar til útvarp.
 
SAMTÍÐ
Útvarpsdokumentararnir skulu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal útvarpsdokumentarur hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni.
 
TREYTIR
Útvarpsdokumentarurin skal vera ein stuttdokumentur til útvarp, sum er umleið 8-10 minuttir til longdar. Ljóðfílan við sendingini skal vera í WAW-formati og í MP3-formati. Ljóðfílurnar skulu sendast til KVF, og afturat ljóðfíluni skal sendast eitt handrit á føroyskum og eitt á enskum.
 
VIRÐISLØN
Latin verður ein virðisløn á 12.000 kr. til vinnandi stuttdokumentarin. Vinnarin fær eisini eitt tvey ára hald til klippingarforritið Hindeburg Journalist Pro.
GG: Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at teir innkomnu útvarpsdokumentararnir ikki eru virðislønarverdir.
 
DÓMSNEVND
Til at viðgera teir innsendu útvarpsdokumentararnar er ein dómsnevnd sett. Í dómsnevndini eru Tim Hinman (Third Ear, DK), Þorgerður E. Sigurðardóttir (RUV, ÍS) og Linda Mortansdóttir (FO).
 
FREIST
Ljóðfílurnar og handritini til nýggjan føroyskan stuttdokumentar til útvarp skal latast Kringvarpinum á t-postadressu: [email protected] í seinasta lagi 01. februar 2019 á midnátt.

At leggja afturat: 
Vit viðmæla www.wetransfer.com ella líknandi forrit at senda ljóðfílurnar við, í fall tær fylla ov nógv at senda við vanligum t-posti.

Um so er, at luttakarin hevur hug at royna klippingarforritið Hindenburg Journalist, kann forritið roynast í eina avmarkaða tíð á tríggjar mánaðir. Vinarliga send ein fyrispurning til t-postadressu: [email protected].

Kelda: KVF


Comments

Jólatrøini verða tendrað

21/11/2018

Comments

 
Billede
​Sum vant fara jólatrø at prýða býin og bygdirnar í kommununi allan desember, og fyrsta træið verður tendrað 1. desember.

Byrjað verður í Klaksvík, og í ár verður jólatræið í Vágstúni tendrað leygardagin 1. desember kl. 15.30.

Beinta Klakstein, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Les meira HER

JáH (y) 21.11.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Trump hevur givið náði til ein kalkun (Video)

20/11/2018

Comments

 
Billede
Sig hvat tú vilt um tann amerikanska forsetan, Donald J. Trump - men eitt skal hann eiga og tað er, at hann er stuttligur til tíðir.

Hann hevur givið náði til kalkuna Peas til hesa Thanksgiving og heldur hann eina heldur stuttliga talu uttanfyri Hvíta Húsið um tað sama:

​JáH (y) 21.11.2018

President @realDonaldTrump, joined by @FLOTUS, has officially pardoned this year's National Thanksgiving Turkey, Peas—and his alternate, Carrots! pic.twitter.com/ExL9pgK8Bo

— The White House (@WhiteHouse) 20 November 2018
Comments

So er Paris Hilton singul aftur, dreingir

20/11/2018

Comments

 
Billede
37 ára gamla Paris Hilton skuldi giftast í hesum mánaðinum við 33 ára Chris Zylka, sum er modell og sjónleikari - men hevur eftir øllum at døma fingið kaldar føtir og droppa komandi mannin hjá sær, skrivar Page Six.

- Paris hevur droppa mannin hjá sær fyri nøkrum vikum síðani. Teirra forhold útviklaði seg ov tíðliga og hon innsá, at hann ikki varð tann rætti fyri hana. Hon ynskir honum alt tað besta í framtíðini og vónar, at tey bæði enn kunna vera vinir, sigur ein keldu, sum hevur tætt samband við Paris Hilton.

Annars hevði komandi & fyrrverandi maðurin, Chris Zylka keypt Paris Hilton ein diamant-ring fyri góðar 10 milliónir krónir, sum hann nú sikkurt fer at lata inn aftur - tí eftir Forbes at døma, so eigur Zylka "einans" 26 milliónir á sínari konti - ímeðan Hilton er góð fyri eina góða MILLIARD.

Og nú er hon so aftur singul, dreingir - so tað er bara at liggja framvið ..!

JáH (y) 21.11.2018

Comments

Mel B: Trýkant í nýggjari bók

20/11/2018

Comments

 
Billede
Fyrrverandi Spice Girl stjørnan, Mel B hevur innrømmað blankt - at hon varð totalt á reyvuni. Nú skrivar hon eisini í tí nýggju bókini hjá sær "Brutally Honest" - at hon og eks. maðurin mangan høvdu trýkant:

- Stephen (eks. maðurin) varð púra villur eftir at fáa meg, at fáa aðrar kendar kvinnur, at hava sex saman við okkum. Onkuntíð søgdu tær ja og aðrar tíðir, so søgdu tær nei, skrivar Mel B í nýggju bókini.

Les eisini: Mel B: Eg eri totalt á reyvuni

Hon skrivar eisini, at hon í 2014 royndi at gera av við seg - og at hon so smátt byrjaði at føla ein hatur fyri manninum, sum hon einaferð elskaði. Hon heldur, at eks. maðurin hevur totalt útnytta hana og ting eru gjørd og sagd, sum hon ivaleyst ongantíð fer at fyrigeva eks. manninum fyri.

Hon føldi seg fremmandan fyri sínari familju og aftanfyri "kendis-lívið" varð kenslurnar hjá henni í sorli og hon visti ikki - hvat hon skuldi gera við seg sjálva.

JáH (y) 21.11.2018

Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.