NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

25 ára starvsdagur

26/8/2017

Comments

 
Billede
Í sambandi við, at Anna Danielsen hevur starvast sum dagrøktari hjá Klaksvíkar kommunu í 25 ár, varð mikukvøldið 23. august skipað fyri hátíðarløtu í spælistovuni hjá dagrøktarskipanini.

Sanna Brandal, virkandi dagrøktarleiðari bar fram ein heilsan til Annu og handaði henni gávubræv og eitt blómutyssi frá kommununi.

​Anna hevur starvast í tveimum umførum sum dagrøktari, tað fyrra skeiðið var frá 1986-1992, og tað seinna frá 1997-2017. Fyrst í 90’unum vóru tíðrnar ikki so góðar, tá vóru fá børn vóru í dagrøktarskipanini, og tí boðaði Anna dagrøktarleiðarinum frá, at hon ynskti at halda ein steðg sum dagrøktari. Seinni í 90’unum gjørdust tíðirnar betri og stórur tørvur gjørdist á dagrøktarum. Tá vendi Anna sær aftur til dagrøktarskipanina og meldaði seg kláran aftur, hetta var í 1997.

Nógv er broytt, hesa tíðina Anna hevur verið dagrøktari. Fyrstu árini vóru børnini í aldrinum 0-7 ár. Tá skuldu dagrøktaranir gera døgurða til børnini og sjálvir fara oman á kommununa eftir blæðum til børnini. Í dag eru børnini í dagrøktarskipanini í aldrinum 0-3 ár, og tey hava blæður og matpakka við, tá tey koma í dagrøkt.

Anna er umsorganarfull, arbeiðssom, álítandi og hevur eitt lætt lyndi. Við hesum eginleikunum megnar Anna á sín serstaka hátt at fáa dagrøktarbørnini at fella til, trívast og mennast, samstundis sum foreldrini kenna seg trygg og samstarvið teirra millum gongst væl. Anna er eisini ein avbera góður starvsfelagi.
Anna Danielsen hevur hesi 25 árini havt umleið 70 børn í dagrøkt. Til stuttleika kann nevnast, at hetta talið svarar til ein miðalstóran dagstovn.

Dagrøktarskipanin takkar Annu fyri trúgva og góða tænastu í 25 ár, við vón um framhaldandi gott samstarv.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

Poker kappingin úr Barcelona ikki av enn

26/8/2017

Comments

 
Billede
Pokerkappingin hjá Pokerstars heldur áframm í Barcelona og nú eru einans 9 persónar eftir, sum uppá núverandi tíðspunkt eru farnir á ein døgurðasteðg.

Fylg við kappingini á Youtube HER

Hassadi Midjord úr Haraldsundi spældi seg til nummar 82 av 1682 spælarum og fór avstað við einum vinningi uppá góðar 116.000,00 krónir. 

Fyri at vita, hvat hvør einstakur Poker spælari hevur fingið úr kappingini - trýst HER

Billede
Áleið 3 - 4.000 føroyingar hava fylgt við ímeðan Hassadi Midjord hevur spælt í Barcelona og hevur vinmaður hansara Søren Olsen eisini tosað við fjølmiðlar í Føroyum um Poker kappingina, sum hevur fingið sera nógva umtalu.

Vinnarin av Pokerstars kappingini fer avstað við 10,3 milliónir krónir og kappingin endar ímorgin í Barcelona. Man ikki fleiri føroyingar fara at royna seg nú - ein ordiligur Poker febur hevur spreitt seg runt Føroya land ..?

JáH (y) 26.08.2017

Comments

So er ein lítil steðgur í Poker Stars

24/8/2017

Comments

 
Billede
So er ein lítil steðgur í Barcelona, so at Poker spælaranir kunna fáa sær okkurt til matna - fyri síðan at fara í kríggj aftur.

Okkara Hassadi Midjord stendur væl í tí, sum tit eisini síggja á stigatalvuni niðanfyri - og er hann ímillum favorittarnir hjá vertunum í Poker Stars.

JáH (y) 24.08.2017

Billede
Comments

Tað koyrir bara hjá Hassadi í Barcelona

24/8/2017

Comments

 
Billede
Tað koyrir bara hjá Hassadi Midjord - nú einans 149 persónar eru eftir og er bunkin hjá Hassadi yvir 400.000, sum er sera gott - nú tað fyri alvor byrjar at minkað í Barcelona.

Pokerstars puljan úr Barcelona verður annars soleiðis deild út ímillum teir írestandi spælarnir:

1 €1,410,000 (10,4 milliónir krónir)
2 €790,500
3 €554,000
4 €402,000
5 €317,960
6 €252,000

Billede
7 €193,000
8 €136,000
9 €104,000
10 - 11 €87,100
12 - 13 €77,800
14 - 15 €69,600
16 - 17 €61,400
18 - 20 €53,200
21 - 23 €45,000
24 - 27 €37,300
28 - 31 €31,900
32 - 39 €27,200
40 - 55 €22,680
56 - 71 €18,190
72 - 95 €15,490
96 - 119 €13,380
120 - 143 €11,420
144 - 149  €10,270 (76.380,00 krónir)

JáH (y) 24.08.2017


Comments

Fleiri myndir Sjómannadagar 2017

23/8/2017

Comments

 
Billede
Her fleiri myndir frá Sjóammadøgunum 2017. Sjá niðanfyri:

SáH

Comments

Myndir leygardagin á Sjómannadegnum 2017

20/8/2017

Comments

 
Billede
Niðanfyri myndir frá leygardegnum á Sjómannadegnum 2017.

Myndatakari Símun á Høvdanum, sjá myndir niðanfyri.

Comments

​Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir kl. 18.00 fríggjadagin

17/8/2017

Comments

 
Billede
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggjað á bryggjuni.

Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunkist og góðgæti.

Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 20. august.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj, er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. 

​Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. august kl. 15:00.

Comments

- Ov lítil svøvnur kann vera sum ein kenning

4/8/2017

Comments

 
Billede
Nógv fólk sova alt ov lítið, og tað kann hava álvarsligar avleiðingar
​
Annbjørg á Høvdanum er sálarfrøðingur, og er í holt við sína Phd. um møði, og hvussu hon árvirkar kognitivu funksjónirnar. Hon sigur, at ov lítil svøvnur kann hava álvarsligar avleiðingar.

Hoyr samrøðuna við Annbjørg á Høvdanum HER

JáH (y) 04.08.2017
Kelda: KVF


Comments

Fýra verkætlanir til málmenning hjá børnum

4/8/2017

Comments

 
Billede
Fýra verkætlanir hava fingið stuðul til tiltøk, ið skulu stimbra málmenningina hjá børnum. Hetta er evnið, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur valt at raðfesta av veddingarpengunum í ár og ætlandi eisini komandi ár.

Tær fýra umsóknirnar, sum hava fingið játtandi svar í hesum umsóknarumfari, eru:

Námsvísindadeildin v/ Sjúrð Juul Ravnsfjall: “Forrita á og við teldlum”. (120 tús. kr.)
Talan er um at menna eitt tilboð, har ið farið verður út á skúlar og frítíðartilboð til børn og ung fyri at forrita á og við teldlum.

Føroyska Bíbliufelagið v/ Gunnar K. Nattestad: Nýggja testamenti á gerandisføroyskum. (100 tús. kr.)
Endamálið hjá Bíbliufelagnum við at geva út eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum er fyri fyrstu ferð nakrantíð at geva okkara børnum og ungu eitt nýggjatestamenti úr grundmálinum, sum er orðað júst til teirra, so tey møta Bíbliuni í eygnahædd.

Sundsá v/ Turið Bærentsen úr Konoy: Telduspøl og appir. (90 tús. kr.)
Turið Bærentsen úr Konoy fer at gera telduspøl og appir, ið kunnu menna føroyska málið hjá børnum og ungum í øllum aldri.

Sissal Maria Rasmussen: Foreldrafrágreiðingar um málmenning. (75 tús. kr.)
Foreldrafrágreiðingar um málmenning hjá børnum skulu gerast tøkar fyri almenninginum. Ein foreldrafrágreiðing er eitt spurnarskjal til foreldur um, hvørji orð børn duga. Hetta er eitt háttalag at meta um orðfeingi hjá børnum. Orðfeingi er partur av málmenning hjá børnum, sum hevur stóran týdning innan mál- og lesimenning.

Mentamálaráðið umsitur veddingarpengarnar til verkætlanir til gagns fyri børn og ung innan mentan og list í breiðari merking, upplýsing og fyribyrging, íverksetan og annað, ið hevur týdning fyri menningina hjá børnum. Veddingarpuljan er á 3 mió. kr. í ár, og higartil hava 43 umsóknir fingið stuðul til verkætlanir av ymsum slag. Hesar eru at finna á www.mmr.fo undir “Børn og ung - stuðul”.

Mentamálaráðið lýsir í løtuni eitt eyka stuðulsumfar á 600.000 krónur til barna- og ungdómsarbeiði við høvuðsdenti á málmenning hjá børnum. Freistin at søkja er 20. august 2017. Sí www.mmr.fo.

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.