NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fýra verkætlanir til málmenning hjá børnum

4/8/2017

Comments

 
Billede
Fýra verkætlanir hava fingið stuðul til tiltøk, ið skulu stimbra málmenningina hjá børnum. Hetta er evnið, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur valt at raðfesta av veddingarpengunum í ár og ætlandi eisini komandi ár.

Tær fýra umsóknirnar, sum hava fingið játtandi svar í hesum umsóknarumfari, eru:

Námsvísindadeildin v/ Sjúrð Juul Ravnsfjall: “Forrita á og við teldlum”. (120 tús. kr.)
Talan er um at menna eitt tilboð, har ið farið verður út á skúlar og frítíðartilboð til børn og ung fyri at forrita á og við teldlum.

Føroyska Bíbliufelagið v/ Gunnar K. Nattestad: Nýggja testamenti á gerandisføroyskum. (100 tús. kr.)
Endamálið hjá Bíbliufelagnum við at geva út eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum er fyri fyrstu ferð nakrantíð at geva okkara børnum og ungu eitt nýggjatestamenti úr grundmálinum, sum er orðað júst til teirra, so tey møta Bíbliuni í eygnahædd.

Sundsá v/ Turið Bærentsen úr Konoy: Telduspøl og appir. (90 tús. kr.)
Turið Bærentsen úr Konoy fer at gera telduspøl og appir, ið kunnu menna føroyska málið hjá børnum og ungum í øllum aldri.

Sissal Maria Rasmussen: Foreldrafrágreiðingar um málmenning. (75 tús. kr.)
Foreldrafrágreiðingar um málmenning hjá børnum skulu gerast tøkar fyri almenninginum. Ein foreldrafrágreiðing er eitt spurnarskjal til foreldur um, hvørji orð børn duga. Hetta er eitt háttalag at meta um orðfeingi hjá børnum. Orðfeingi er partur av málmenning hjá børnum, sum hevur stóran týdning innan mál- og lesimenning.

Mentamálaráðið umsitur veddingarpengarnar til verkætlanir til gagns fyri børn og ung innan mentan og list í breiðari merking, upplýsing og fyribyrging, íverksetan og annað, ið hevur týdning fyri menningina hjá børnum. Veddingarpuljan er á 3 mió. kr. í ár, og higartil hava 43 umsóknir fingið stuðul til verkætlanir av ymsum slag. Hesar eru at finna á www.mmr.fo undir “Børn og ung - stuðul”.

Mentamálaráðið lýsir í løtuni eitt eyka stuðulsumfar á 600.000 krónur til barna- og ungdómsarbeiði við høvuðsdenti á málmenning hjá børnum. Freistin at søkja er 20. august 2017. Sí www.mmr.fo.

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.