NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Netflix steðgar við House of Cards

31/10/2017

Comments

 
Billede
Eftir ákærurnar frá Anthony Rapp um Kevin Spacey eru komnar framm - hevur Emmy ráðið tikið stig til, at Kevin Spacey ikki skal hava nakra Emmy frá teimum og allir fyrrverandi tittlar av Emmy - eru nú frátiknar frá honum.

Les eisini: Kevin Spacey eftir ákæru: Eg havi valt at liva sum samkyndur

Eisini Netflix hevur boða frá, at teir steðga við innspælingini av House of Cards - til tey finna meiri útav søguni um Anthony Rapp og Kevin Spacey. Netflix hevur eisini boðið fólkunum handan House of Cards til fundar - har tey kunna tosað frítt um hendingina, har Anthony Rapp fortaldi fyri BuzzFeed, at Kevin Spacey fyri 30 árum síðani royndi at forføra seg, tá ið Rapp einans varð 14 ára gamal. 6. partur av røðini House of Cards varð annars sera áhugaverdur - har konan hjá Frank Underwood (Kevin Spacey) endiliga varð blivin Forseti av Amerika, men tað ikki út til uppáverandi tíðspunkt, at 6. partur av House of Cards verður til veruleika.

Bill Cosby, Harvey Weinstein og nú eisini Kevin Spacey. Fleiri og fleiri koma framm við søgum um óhungaligu fortíðina av Hollywood - og søgurnar eru also ikki altíð so penar at lýða á, sum vit síggja í teim romantisku filmunum frá Hollywood.

JáH (y) 01.11.2017

Comments

Toril Eeg: Hevði eg fingið, at vita tað áðrenn, so hevði eg biði tey spælt Breivik røð aðrastaðnis

31/10/2017

Comments

 
Billede
Býráðslimurin Toril Eeg, ið stendur á odda fyri stýrisdeild í býarfyrisitingini í Nøtterøy - gevur Netflix kritikk fyri at spæla ein part av røðini um massimordaran Anders Behring Breivik í Nøtterøy Kommunu.

Les eisini: Fara at gera ein film um Breivik fyri 180 milliónir krónir

- Hevði Verjan ikki góðkent hetta og hevði eg fingið at vita tað áðrenn, so hevði eg biði tey filma røðina aðrastaðnis, sigur býráðslimurin við Dagbladet.

Hon fekk tað, at vita tann 25. oktober um innspælingina av røðini og tá hevði norska verjan longu góðkent innspælingina, so at hon føldi, at hon ikki kundi gera annað - uttan at góðtaka at partur av røðini verður innspældur á oyggjini Håøya, sum er undir Nøtterøy Kommunu. Fleiri foreldur kring hesa oyggj - mistu nevniliga barnið hjá sær - orsaka av syrguligu hendingini tann 22. juli 2011.

Restina av filmingini av Breivik røðini verður í ávíkavist Oslo og Vestfold - har fleiri og fleiri meina, at Netflix ger ein stóran brølara við at gera Breivik, so nógv uppmerksamheit.

JáH (y) 01.11.2017

Comments

ES stuðul til føroyskar verkætlanir

31/10/2017

Comments

 
Billede
Útboðini í Horizon 2020 fyri árini 2018-2020 eru nú endaliga samtykt í ES kommissiónini og almannakunngjørd á Participant Portal.
30 mió. evrur eru settar av til gransking, menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2018-2020. Talan er um fjøltáttaða skrá, sum fevnir um nógv evnir og granskingarøkir.
Á Participant Portal sæst, nær eitt útboð verður latið upp, tvs. tá til ber at byrja at skriva umsóknina á talgilda umsóknarblaðnum. Freistin at søkja er vanliga sett umleið 6 mánaðir seinni. Í tíðarskeiðnum ber til at arbeiða við umsóknini, fyri síðan at senda hana endaliga, tá freistin nærkast.

Les meira HER

JáH (y) 01.11.2017
Kelda: Gransking.fo


Comments

Tórshavn í tølum talgildað

31/10/2017

Comments

 
Billede
​Nú ber til at blaða í tølum um Tórshavnar kommunu í talgildari útgávu. Í hesi fyrstu útgávuni eru roknskapartølini fyri 2016 almenn umframt játtanin fyri 2017, og í tí yvirlitinum síggjast tølini fyri raksturin, løgur og inntøkur hjá Tórshavnar kommunu.

- Hetta er ein liður í arbeiðinum at gera upplýsingar um Tórshavnar kommunu atkomuligar fyri allar borgarar og á tann hátt skapa gjøgnumskygni í kommununi, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Aftrat fíggjartølum síggjast eisini fólkatøl fyri Tórshavnar kommunu – millum annað miðalaldurin í ymisku bygdunum, kynsbýtið og borgaraskapurin hjá fólki í Tórshavnar kommunu. 

Øll tølini í talgildari útgávu eru tøk HER. Við tíðini verða fleiri upplýsingar lagdar inn á síðuna.

JáH (y) 31.10.2017
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Spakin settur í til Bláa skýlið

31/10/2017

Comments

 
Billede
Í dag setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyrsta spakan í til byggingina av Bláa skýlinum við vøllin við Djúpumýru.
Herfyri vórðu tekningarnar til Bláa skýlið endaliga góðkendar, og í dag varð so fyrsti spakin settur í til byggingina. Umframt áskoðarapláss verða eisini góðar umstøður til eitt nú umklæðing og dómarar. 

Bláa skýlið verður staðsett eystanfyri KÍ-høllina og bygningurin lýkur øll krøv hjá UEFA, og er harvið eitt stórt fet fram ímóti, at altjóða fótbóltsdystir kunnu spælast í Klaksvík.

Tá ið borgarstjórin hevði sett spakan í var hugnaløta á loftinum í KÍ-høllini, har umboð fyri Klaksvíkar kommunu, KÍ og FSF vórðu boðin við. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bjóðaði vælkomin og harafturat greiddi Svend Sivertsen, arkitektur frá, hvussu Bláa skýlið verður innrættað.

Bláa skýlið er kostnaðarmett til góðar 11 milliónir og verður bygt í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar ítróttarfelag og Fótbóltssamband Føroya.

JáH (y) 31.10.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Forboðið hjá Trump av eindarkyndum avtikið!

30/10/2017

Comments

 
Billede
Ein samveldis- dómstólur úr Washington hevur avgjørt, at avtaka forboðið hjá Forsetanum úr Amerika, Donald J. Trump, sum gekk út uppá, at eindarkynd fólk ikki sluppu at vera í herinum.

Ein fyrrverandi sjóhermaður, sum bar navni Matthew fór undir ein heilt ótrúliga forandring og við at taka hormon terapi, sum hevur forvandla hann til 33 ára gomlu Sona Avedian. Fyrrverandi sjóhermaðurin hevur 6 ferðir verið í Afganistan og Irak, varð giftur og átti eina dóttir - áðrenn hann bestemmi seg til at vera ein hon. Sona býr nú í Austin, Texas og tað sigst, at hon nú hevur planir um at fara í herin aftur.

JáH (y) 30.10.2017

Comments

Paul Watson í øðini, at bátarnir eru seldir

30/10/2017

Comments

 
Billede
Leiðarin hjá Sea Shepherd, Paul Watson er í øðini, at speedbátarnir hjá Sea Shepherd eru blivnir seldir á føroyskari uppisølu herfyri. Hann sigur eisini, at Sea Shepherd hevur planir um, at koma til Føroyar aftur næsta ár (og um so, so má undirritaði heldur byrja at spíska sær pennirnir aftur) ...

Les eisini: Sea Shepherd Uppisøla: Spenningurin varð øgiligur (Myndarøð)

Á hansara Facebook vanga ákærir Paul Watson løgregluna fyri, at teir hava stolið bátarnir frá Sea Shepherd - men vit sum hava fylgt við málinum, vita at so er ikki. Í veruleikanum, so noktaði Sea Shepherd at gjalda eina bót uppá 230.000,00 krónir - fyri at ólógliga blanda seg uppí grindadráp. 

So hyggja vit eftir tí vinklinum, so hevur løgreglan gjørt eitt ordans arbeiðið - tí bátarnir hjá Sea Shepherd fóru fyri 522.000,00 kr á uppisøluni leygardagin, so tað er ein vinningur uppá 292.000,00 krónir hjá løgregluni - tí sum øllum kunnugt, so noktar Sea Shepherd at gjalda upprunaligu bótina frá løgregluni.

So uppá ein máta, so hevur Sea Shepherd jú goldið bótina og vit føroyingar hava jú fingið tveir fínar speedbátar frá Sea Shepherd at reka grind við, isje sannheit ..?

JáH (y) 30.10.2017 

Billede
Comments

Kevin Spacey eftir ákæru: Eg havi valt at liva sum samkyndur

30/10/2017

Comments

 
Billede58 ára gamli Kevin Spacey
Eftir at ein søga er komin framm, at sjónleikarin Kevin Spacey skal hava roynt eftir sjónleikaranum Anthony Rapp fyri 30 árum síðani (sum um tá mundi hevur verið 14 ára gamal) - so stendur Kevin Spacey framm og fortelur sjálvur um hendingina:

- Eg veruliga veit ikki hvussu hetta er farið framm, tí hetta er hent fyri yvir 30 árum síðani. Men um tað er hent soleiðis sum hann førir framm, so vil eg veruliga biðja um orsaka til hann, at eg havi uppført meg soleiðis skít, fortelur also Kevin Spacey fyri fjølmiðlunum.

Søgan er, at Kevin Spacey skal hava bjóða Anthony Rapp í eina veitslu, men Rapp fór at keða seg og fór ístaðin at hyggja eftir filmi. Her kemur ein heldur fullir Spacey so inn í kamarið, tekur í Rapp og tveitur hann á songina - har Spacey skal hava lagt seg omaná hann. Rapp tveitur Spacey av sær og rýmir úr ballinum eftir hesa hending. Og tað sum veruliga er langt úti í hesari søguni er, at Rapp einans hevur verið 14 ára gamal um hetta mundi.

Billede46 ára gamli Anthony Rapp
​Spacey er keddur um at hava gjørt hetta og fortelur víðari frá:

- Henda søgan hevur fingið meg, at fortalt um onnur ting í lívinum hjá mær eisini. Eg veit hvat fyri søgur eru um meg og nógvar eru komnar til, tí at eg havi verið so privat um mítt privatlív. Øll tey sum eru nær við meg vita, at eg havi havt sambond til bæði menn og kvinnur. Eg havi havt romantiskt samband við menn alt mítt lív og nú velji eg at liva sum ein samkyndur maður, sigur Kevin Spacey at enda.

Les eisini: 
Meiri enn 40 kvinnur hava nú kært Weinstein

Anthony Rapp sigur sjálvur á Twitter, at hann føldi at hann eisini skuldi geva sítt íkast og stuðul til allar kvinnur, sum eru blivnar seksuelt misnýttar av Hollywood filmsframleiðaranum Harvey Weinstein.

JáH (y) 30.10.2017

Comments

Ummæli av 'Allo 'Allo: Framúrskarandi leikur

29/10/2017

Comments

 
Billede
Undirritaði varð til frumframførslu av skemtileikinum 'Allo 'Allo, sum Losjan Glotti Sjónleikaradeildin úr Gøtu stendur aftanfyri og sigast má, at hetta varð ein skemtileikur í heimsklassa.

Allir leikarnir spældu gott og serliga legði ein til merkis, hvussu lættliga leikluturin René fall, at spæla hjá John Andersen. Hann fekk rolluna at glíða og ein sum hugdi eftir leikinum - føldi veruliga, at ein varð partur av leikinum.

Annars so vóru tað fleiri, sum ein beit til merkis við - og her má eg so eisini nevna Arnfinnur Nesá og Alvi Justiussen, sum hvør varð stuttligari enn annar at lurta og hyggja eftir.

Sigast, at øll spældu í veruleikanum gott og hetta avgjørt er ein leikur, sum ein kann hyggja fleiri ferðir eftir. Og so nýtist tær heldur ikki vera ein 'Allo 'Allo fjeppari fyri at flenna eftir øllum teim frálíku "punch-lines" sum eru at sjá í skemtileikinum.

Eitt afturat, sum eisini skal hava rós er samanspælið í øllum leikinum og tann flotta pallsniðgevingin, sum Nicolaj Falck og Klæmint Isaksen hava staðið aftanfyri. Um ein hugsar um, hvussu lítil pallurin er, sum leikarnir spæla í, so hava teir báðir fingið sera nógv burturúr tí lítla pallinum og hetta er veruliga nakað, sum hevur rós uppiborið.  Ljóð og ljós varð eisini sera gott framført - umframt pallskift gekk sera skjótt fyri seg. Bravo.

Til endans vil eg eisini geva leikstjóranum eitt stórt rós - tí leikstjórin Súsanna Tórgarð hevur samansjóva leikarnir soleiðis, at ein leggur til merkis - hvussu nógv leikarnir hugna sær á pallinum, tá ið tey framføra - at hetta smittar eisini uppá ein, sum hyggja fer eftir leikinum. Undirritaði vónar, at øll fara at venda nøsina til Gøtu, at hyggja eftir hesum leiki, tí hetta er "eitt must" at hyggja eftir. Und I will only say this once, Losjan Glotti Sjónleikaradeild:

BRAVO BRAVO BRAVO

JáH (y) 29.10.2017

Comments

Sea Shepherd Uppisøla: Spenningurin varð øgiligur (Myndarøð)

29/10/2017

Comments

 
Billede
Spenningurin varð øgiligur, tá ið tað bleiv bjóða uppá Sea Shepherd speedbátarnir ígjár. Bjørn av Heygum varð Uppisølumaður og byrjaði við at greiða teim 300 fólkunum frá, hvussu Uppisølan fór at ganga fyri seg.

Og eftir tað, so fór Bjørn í gongd við at selja. Hann hugdi eftir hvør bjóðaði og tað bleiv bjóða garrvilt beinavegin, sum eisini gjørdi tað, at prísurin av bátinum fór skjótt upp.

Tað gekk eisini skjótt við søluni, sum sagt og tann fyrsti báturin bleiv seldur fyri 230.000,00 kr, og keyparin varð Róin Schrøter úr Hvalba (Formaður fyri teir 48 eigara av Lítlu Dímun) sum hevur ætlanir um, at brúka Sea Shepherd bátin til ferðafólk og annars til vanligt seyðahald. 

Og síðan varð farið til søluna av tí næsta bátinum og tann báturin bleiv seldur fyri 280.000,00 kr og vóru tað 3 ungu mennirnir sum keyptu hendan bátin saman - og teir hava ætlarnir um at brúka henda bát til stuttleikabát.

Triðji báturin varð ein lítil bátur, sum bleiv seldur fyri 12.000,00 kr og eigarin av tí bátinum bleiv Borgarstjórin úr Eiði og hildu mong til skemtar, at hasin báturin ivaleyst varð góður at skjóta svanar við.

Eftir at allir 3 bátarnir vóru seldir, so fór Bjørn av Heygum, saman við løgregluni at selja súkklur og ymiskt annað - har undirritaði hevur roknað út, at sølan í alt fór at vera áleið 560.000,00 samanlagt og tað má also sigast, at tað hevur verið ein góður dagur hjá løgregluni. Og um súkklurnar eisini vóru frá Sea Shepherd - sigur søgan annars onki um ..!

Sjá myndarøð niðanfyri:

JáH (y) 29.10.2017

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.