Herfyri vórðu tekningarnar til Bláa skýlið endaliga góðkendar, og í dag varð so fyrsti spakin settur í til byggingina. Umframt áskoðarapláss verða eisini góðar umstøður til eitt nú umklæðing og dómarar.
Bláa skýlið verður staðsett eystanfyri KÍ-høllina og bygningurin lýkur øll krøv hjá UEFA, og er harvið eitt stórt fet fram ímóti, at altjóða fótbóltsdystir kunnu spælast í Klaksvík.
Tá ið borgarstjórin hevði sett spakan í var hugnaløta á loftinum í KÍ-høllini, har umboð fyri Klaksvíkar kommunu, KÍ og FSF vórðu boðin við. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bjóðaði vælkomin og harafturat greiddi Svend Sivertsen, arkitektur frá, hvussu Bláa skýlið verður innrættað.
Bláa skýlið er kostnaðarmett til góðar 11 milliónir og verður bygt í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar ítróttarfelag og Fótbóltssamband Føroya.
JáH (y) 31.10.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna