NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Móttøka í Fjallafípuni fríggjadagin

30/3/2017

Comments

 
Billede
Í samband við, at Fjallafípan er víðkað við nýggjari eind, bjóðar Klaksvíkar kommuna til móttøku á staðnum fríggjadagin 31. mars frá kl 15: 00 til 17:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

JáH (y) 30.03.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Einmælt samtykt at veita vatn til Klaksvíkar Kommunu

29/3/2017

Comments

 
Billede
Á Kommunustýrisfundinum tann 29. mars bleiv tað einmælt samtykt um vatntøkumálið, sum annars hevur verið eitt sera drúgvt mál, at fáa ígjøgnum. Í fundinum í kvøld bleiv:

Avtalað ímillum Kunoyar Kommunu og Klaksvíkar Kommunu viðvíkjandi Vatntøkumálið og graviloyvið:

Tað er einmælt samtykt, at geva okkara samtykt til at byggiloyvi/loyvi verður givið til at vatnveiting úr Hjarðardali og Hellisdali, sambart umsókn frá PB-Consult vegna Klaksvíkar Kommunu, umsókn dagfest tann 20. mai 2016.

Har umframt ganga allir Kommunustýrislimirnir tað nýggja avtaluskrivið ímillum Kunoyar og Klaksvíkar Kommunu um vatntøku úr Kunoy á møtið.

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu

Comments

Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikarfelag skipað seg!

26/3/2017

Comments

 
Billede



Tíðindaskriv:

Á aðalfundi í kvøld 26 mars, vóru tríggir nýggir limir valdir inn í nevndina. Jógvan Andrias Joensen, Jóhan Danbjørg Heinesen og Magnus Arge, ið stóðu fyri vali, stillaðu ikki uppaftur.

Nýggju limirnir eru Ann Mari Johannesen, Rólant Reginsson Biskopstø og Jógvan á Høvdanum. 
​
Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:

Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett, forkvinna 
Ann Mari Johannesen, næstforkvinna
Rólant Reginsson Biskopstø, kassameistari
Jógvan á Høvdanum, skrivari
Jógvan Salomon Joensen, nevndarlimur
Nicolina Rubeksen, 1. tiltakslimur
Durita Joensen, 2.tiltakslimur

Comments

Inga vann bingju heim

24/3/2017

Comments

 
Billede
Oman fyri 150 føroyingar møttu upp á Norðuratlantsbryggjuni í gjárkvøldið, tá ið Annika Olsen, borgarstjóri, eisini kundi avdúka, at Inga Bogadóttir Støylen hevði vunnið eina flyting heim til Føroya við Norrønu við øllum. 

Inga lesur námsfrøðiliga sálarfrøði á Aarhus Universitet og býr í Keypmannahavn við dóttur og manni.

- Eg fari undir mína høvuðsritgerð nú, so hetta er ordiliga stuttligt.

Tá ið borgarstjórin spurdi, hvørt hon ætlaði sær heim, svaraði hon avgjørd: Ja!

- Eg havi altíð ætlað mær heimaftur. Vit fara at fáa okkum nakrar arbeiðsroyndir her í Keypmannahavn, og so flyta vit heim. Vinningurin frá Smyril Line ger stóran mun hjá okkum, sigur ein fegin vinnari, sum hevði leitað sær út á Norðuratlantsbryggjuna saman við nógvum øðrum føroyingum í Keypmannahavn.

Tórskvøld er fyri útisetar, ið ætla sær heim ella hugsa um at flyta heimaftur. 

Á skránni vóru framløgur, og aftrat hesum netverkaðu fólk og tosaðu við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi.

JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

FBI kannar valúrsliti frá 2016

21/3/2017

Comments

 
Billede
Leiðarin hjá FBI, James Comey og hansara fólk kannað nú valúrsliti frá 2016 - fyri at staðfesta um russar hjálptu Forsetanum Donald J. Trump til sigurs, tá ið hann kappaðist ímóti Hilary Clinton um Forsetasessin.

Les eisini: Putin dámar væl Trump

Eisini kannar FBI eitt "tweet" hjá Donald J. Trump, har hann skrivaði á Twitter fyri kortum, at fyrrverandi Forsetin Barack Obama avlurtaði hansara telefonir, tá ið hann varð á vitjan.

Les eisini: Skitnasta Valstríðið í Amerikanskari søgu!

At Barack Obama hevur avlurtað Donald J. Trump - finst leiðarin hjá FBI, James Comey, staðiliga at og er hann samstundis farin í hernað ímóti Forsetanum, har kannast skal um Russland hjálpti honum til sigurs.

Enntá fólkini handan tí Republikanska flokkin halda nú, at Forsetin Donald J. Trump skal lata vera við at skrivað so nógv "tweets" - tí enntá ímeðan FBI hevði hoyring um avlurting og innblandan av Russlandi - megnaði Forsetin at skrivað eitt "tweet" á Twitter um sakirnar.

JáH (y) 22.03.2017

Comments

Anni granskar smáverur í Indiska havinum

21/3/2017

Comments

 
Billede
Anni Djurhuus hevur fingið grein almannakunngjørda í Royal Society Open Science um útbreiðslu av smáverum ígjøgnum dynamiskar frontar og bankar. Greinin viðger smáveru samfelagið frá subtropiskum til subantarkist økið í útsynnings Indiska havinum. Tílík dynamisk umhvørvi eru millum tey mest produktivu umráðini í heimhøvunum. Serliga tað í Indiska havinum har Aghulas streymurin blandar tað subtropiska og subantarkstiska vatnið saman í ein meldur. Lítil og eingin vitan er um smáverur í tílíkum skipanum. 

Úrslitini í hesi nýggju greinini vísa á, at smáveru samfelagið er sera ávirkað av tí fysiska umhvørvinum (hiti, salt, nutrientar). Hóast front skipanin í eina ávísan mun verður blandað, er smáveru samfelagið meiri tengt at sjógvmassa, enn longargrad (subtropiskt til subantarktis). 
Vanliga verða salt og hiti brúkt sum mát fyri sjógvmassa, men smáveru samfeløgini eru so ymisk millum sjógvmassa, at til ber eisini at eyðmerkja ymiskar sjógvmassar gjøgnum hesar verur. ​

Les meira HER

JáH (y) 22.03.2017
Kelda: Gransking.fo

Comments

Tú hevur 30 sekund fyri at sleppa út

20/3/2017

Comments

 
Billede
ABC News hevur gjørt eitt filmsklipp, har tey vísa, hvussu týdningarmikið tað er, at sleppa sær skjótt út úr bilinum, um tú ert so óheppin, at koyra á sjógv.

Mest týdningarmikið er at sleppa sær út úr bilinum innan 30 sekund. Hygg eftir filmsklippinum her, sjá filmsklipp 1 herundir.

Um tú ikki klárar at sleppa út, so mást tú vera sera róligur og bíða inntil bilurin er fullir av vatni og so koyra hurðina upp og á tann hátt sleppa út, men sum tit síggja á filmsklipp 2, so er tann møguleikin sera trupul, tí tað er sera tupult at fáa hurðina upp, tí er tað av sera stórum týdningi, at man hevur ein vindeygaknúsara í bilinum, so man kann bróta vindeyga og so sleppa út, sjá filmsklipp 2 herundir.

Í Føroyum hava vit trygdarskeið á sjónum, kanska eitt hugskot, at Sjónam í Klaksvík, fór ígongd við at eitt skeið í "Bilur farin á sjógv", har fólk kundi roynt tað í veruleikanum, hvussu ein eigur at sleppa út úr einum bili, um ein koyrir á sjógv. Hesi bæði filmsklippini kunnu geva tykkum íblástir.

SáH

Comments

Forsetin úr Irak nøgdir við Trump

20/3/2017

Comments

 
Billede
Forsetin úr Irak, Haider al-Abadi heldur nógv um Forsetan úr Amerika, Donald J. Trump - eftir at hann hevur vitjað hann fyri kortum.

Haider al-Abadi sigur, at hann roknar við at Trump fer at økja um stuðulin til at basa IS og at Trump fer at gera meiri fyri Irak enn hvat fyrrverandi Forsetin úr Amerika, Barack Obama gjørdi.

JáH (y) 21.03.2017

Comments

Konufólk við hava ein pápakropp, ikki eitt pinnabrettið

18/3/2017

Comments

 
Billede
Fýra kendar danskar sangarinnur, syngja her um, at tær ynskja sær ein ordiligan pápakropp ella rættari sagt ein mannfólkakropp. Ikki hesar kropparnar sum líkjast pinnabrettir, men ein sum hevur nakað at taka í. Jú, jú, man følir seg væl til pass ídag :)

Hoyr sangin herundir:

​SáH

Farkropp
Comments

Fólkatalið var 49.935 tann fyrsta februar í ár

14/3/2017

Comments

 
Billede
Fólkatalið var 49.935 tann 1. februar. Tað vaks við 748 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum februar 2016 – januar 2017.

Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 440, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum stórum burðaravlopi á 308, ið er munurin millum fødd og deyð.

Nettotilflytingin hevur ikki verið størri síðani 2001, burðaravlopið ikki størri síðani 2004 og undantikið árini 2000 og 2001 hevur fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali.

Les meira HER

JáH (y) 15.03.2017
Kelda: Hagstovan


Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.