Hillary Clinton (Valevni hjá Demokratiska flokkinum) brúkar alt í hennara makt, at spæla uppá upptøkurnar av Donald J. Trump, har hann er tikin uppá band við at siga, at hann sum ríkmaður kann gera tað hann vil við kvinnur og enntá taka kvinnurnar í vaginuna.
Donald Trump heldur uppá, at prógvini uppá at Hillary Clinton hevur havt ein loyniligan servara heima við hús, er nokk til at tveita hana í fongsul. Wikileaks hevur latið út fleiri túsund emails frá Hillary Clinton og fleiri av email'unum benda á, at Hillary er rasistiskt eisini. Hann hevur eisini sagt alment, at tey tingini sum maður hennara, Bill Clinton hevur gjørt ímóti kvinnum er ófyrigeviligt. Og til seinasta "live" debatt ímillum hesi valevnir kunna vit rokna við, at tað fer at vera enn meira skitið.
Sjálvt um tølini vísa, at Donald Trump er aftanfyri Hillary Clinton - so kann roknast við einum jøvnum valstríðið tann 8. november, tí Trump veljarin fer ígjøgnum eld fyri at velja mannin og tað skal also meira til enn eitt 11 ára gamalt videoband at broyta meiningina hjá Trump veljaranum. Hinvegin eru tað mong í Amerika, sum ikki vita hvønn av hesum valevnum tey fara velja - og tað er júst tað, sum tann triðja debattin ímillum hesi bæði fer at avgera.
Ja, vit kunna rokna við, at Valstríð ímillum hesi bæði verður enn skitnari enn hvat tað er beint nú og kanónirnar vera løddar til ein ordiligan endabrest, sum vit seint fara at gloyma.
Triðja og seinasta debatt verður mikudagin, tann 19. oktober.
JáH (y) 15.10.2016