Tíðindaskriv:
Á aðalfundi í kvøld 26 mars, vóru tríggir nýggir limir valdir inn í nevndina. Jógvan Andrias Joensen, Jóhan Danbjørg Heinesen og Magnus Arge, ið stóðu fyri vali, stillaðu ikki uppaftur.
Nýggju limirnir eru Ann Mari Johannesen, Rólant Reginsson Biskopstø og Jógvan á Høvdanum.
Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:
Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett, forkvinna
Ann Mari Johannesen, næstforkvinna
Rólant Reginsson Biskopstø, kassameistari
Jógvan á Høvdanum, skrivari
Jógvan Salomon Joensen, nevndarlimur
Nicolina Rubeksen, 1. tiltakslimur
Durita Joensen, 2.tiltakslimur