NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ogna tær ein Sea Shepherd bát til næsta Grindadráp

27/10/2017

Comments

 
Billede
So er tað í morgun, at leiðin hjá tær burdi fari verið á einari Uppisølu, sum byrjar nú Kl. 10.00 í bygninginum hjá Ansni Trygdarfelag Sp/f, Hoyvíksvegur 61, FO-100 Tórshavn - tí talan er um sølu av speedbáti hjá Sea Shepherd, sum seldur verður.

Meiri um Uppisøluna HER

Og mann ikki, at hesin bátur hevði verið allertiders, at tikið við, at rikið grind við ..? Annars verða fleiri aðrir bátar og ting seld á Uppisøluni og ein kann gera eitt ordans kvetti við at møta upp í morgun - men minst til at taka pening við ella eina bankatrygd, tí tey á Uppisøluni hava boða frá, at teir einans taka ímóti kontantum.

JáH (y) 28.10.2017

Comments

Halloween 2017: Hvat er TÍN favoritt gysari ..?

26/10/2017

Comments

 
Billede
Mín favoritt gysari er uttan iva - filmurin frá ár 1973 The Exorcist, sum er um eina lítla gentu, har fanin sjálvur hevur yvirtikið hennara kropp og sinn.

Kenda heimasíðan Rottentomatoes hevur gjørt ein Topp 100 lista yvir teir mest GYSELIGU filmarnir, sum gjørdu eru. Sjá listan HER

Nú Halloween er hetta vikuskiftið, so hevði tað kanska verið eitt hugskot, at fari at hugt eftir einum ordiligum gysara ... er tað nakar filmur, sum tit vilja "anbefala" okkum á Norðoya Portali ..?

JáH (y) 27.10.2017 

Comments

Ingeborg Rasmussen 100 ár í dag

26/10/2017

Comments

 
Billede
Hon er javngomul við russisku kollveltingina. Hon hoyrdi fyrstu tíðindini úr fyrsta radionum í Klaksvík. Og sá fyrsta bilin koma til bygdina. Í dag helt hon 100 ára dagin á Boðanesheiminum. 

Annika Olsen, borgarstjóri, var ein teirra, sum helt røðu fyri Ingeborg. Hon segði, at tað hevði verið stuttligt at lesa tað, sum næstringar høvdu skrivað niður um Ingeborg í sambandi við føðingardagin. 

- Eg veit ikki um mann kann siga, at tú vart ein tungur burður, men tað má uttan nakran iva vera eitt eindømi, at tað skuldi ein týskur kavbátur til at seta mammu tygara í gongd, so tygum kundu verða fødd hendan dagin undir fyrra heimsbardaga - tann 27. oktober 1917. 

- Tygum hava upplivað nógv. Fyri okkum er tað eisini serskilt at vera saman við einum fólki, sum sá fyrsta bilin koma til Klaksvíkar og upplivdi at hoyra tíðindi úr fyrsta radio í bygdini, sum tá bara taldi um túsund fólk. 

- Fyri okkum, sum eru mansaldrar yngri, tykist søguliga perspektivið so øgiliga langt og breitt.

- Vit hoyra vanliga ikki nógv gott um tey fátøku tríatiárini. Men tú og systurin Hanna - sum vóru føddar sama ár - komu kortini higar til Havnar, har tit komu at búgva hjá Nainu, sum tá hevði húsarhaldsskúla. 

- Stuttligt er eisini at hoyra, at tygum tá búðu saman við Daniellu Olsen - og at tit nú aftur búgva saman her á Boðanesheiminum, nú Daniella er vorðin 104 ára gomul. 

- Tá pápi tygara gjørdist amtslækni í Føroyum komu tit øll at búgva í amtslæknahúsunum úti við Rættará. Tygum fingu millumskúlaprógv frá Færøernes Mellem- og Realskole longu í 1933 og fóru beint til Silkeborg at taka matematiskt studentsprógv. Tá var ongin studentaskúli í Føroyum. 

- Eftir lokið prógv í 1936 fluttu tygum til Keypmannahavnar, har tygum fyrst tóku filosofikum - og har tygum gjørdust útbúgvin tannlækni í 1946.

- Fyri mær sum fyrrverandi svimjara er sera áhugavert at síggja, at tygum longu á ólavsøku í 1939 gjørdust føroyameistari í "50 metra ryggsvimjing við yvirtaki." 

- Eg skal ikki fara at samanbera svimjitíðir hjá okkum báðum - men mann hómar eitt sindur av lítillætni, tá tygum halda, at úrslitið bara var so gott, tí tit vóru so fáar, sum kappaðust. Tí eg veit av royndum, at tess færri eru i toppinum, tess harðari er kappingin.

- Tygum og Jóannes - sum vit øll kendu undir navninum Mús - giftust á Ráðhúsinum í Keypmannahavn í 1942. Hetta var undir týsku hersetingini og tað kann ikki hava verið nakað lætt lív í danska høvuðsstaðnum, eins og at tit vóru fullkomiliga avskorin frá Føroyum. 

- At støðan mangan hevur verið ræðulig sæst m.a. á, at tygum í starvi hjá skúlatannlæknastovuni hjá Keypmannahavnar kommunu fingu ta tungu lagnu at skula avgerða, hvørji av teimum neyðars børnunum skuldi fáa doyving, sum tá var avmarkað. 

- Tit komu heimaftur nøkur ár eftir krígslok, tá Jóannes fór at starvast á Jarðfrøðissavninum og tygum fóru at starvast hjá Magnusi Jensen, tannlækna í Dr. Jacobsensgøtu. 

- Tá var ikki sum nú og fleiri eru søgurnar um, at tygum ávís tíðarskeið einsamøll vóru tannlækni í býnum. Vanliga tannrøktin skuldi eisini røkjast, samstundis sum tygum skuldu taka tygum av hvørji tannapínu og øllum bráðneygum tannarbeiði í býnum. 

- Tygum eru vælsignað við fimm børnum, 14 ommubørnum og ikki færri enn 21 langommubørnum. Tað er stórt at hava so nógvar eftirkomarar. 

- Lív tygara er ein staðfesting av, at tað at gerast eldri ikki er at missa ungdómin, men tað er at taka nýggj stig við nýggjum møguleikum og nýggjari styrki. Tygum hava livað eitt langt og ikki altíð lætt lív, har tygum hava sæð møguleikarnar framum forðingarnar.

- Eg skal tí vegna Tórshavnar kommunu bera eina heilsu til tygara í dag og ynskja tygum hjartaliga tillukku við stóra degnum og ynskja tygum eitt blítt lívskvøld, við tøkk fyri tað fyrimyndarliga arbeiði, tygum hava latið úr hondum, og tann førning, tygum hava latið víðari til næstu ættarliðini, segði Annika Olsen at enda í røðuni fyri Ingeborg.

JáH (y) 28.10.2017
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Leonardo da Vinci: Málningur ivaleyst seldur fyri yvir 700 milliónir krónir

24/10/2017

Comments

 
Billede
Málningurin hjá Leonardo da Vinci, sum verður kallaður Salvador Mundi, ið merkir Frelsarin av Verðini - verður ivaleyst seldur fyri yvir 700 milliónir krónir hjá auktionshúsinum Christies og eisini listaverki hjá Andy Warhol roknast við at fáa nógvan pening burturúr.

Listaverki hjá Warhol, sum eitur 60 Seinastu Kvøldmáltíðirnar verður roknaður at vera seldur fyri yvir 300 milliónir krónir.

So alt í alt, so verða tveir málningar hjá Christies seldir fyri yvir eina milliard krónir. So hvør segði tað, at tað ikki skal loysa seg at mála eitt sindur uppá eitt lørift ..?

JáH (y) 25.10.2017 

Billede
Billede
Comments

Open Access er ókeypis atgongd til granskingarúrslit

24/10/2017

Comments

 
Billede
Open Access er beinleiðis, netborin og ókeypis atgongd til granskingarúrslit.

Ótarnað atgongd til granskingarúrslit er møgulig við netbornu tíðarritunum og skjótu leitimøguleikunum á netinum. Hesin marknaður ger tað møguligt at útgeva greinar til ein stóran brúkaraskara og at nýta í frálæru, gransking og til almennan kunnleika hjá borgarum.

Open Access verður í alsamt størri mun sett sum krav, tá talan er um gransking við almennum stuðli. Mett verður, at tað, sum er fíggjað við almennum játtanum, skal verða øllum at gagni.

Les meira HER

JáH (y) 25.10.2017
Kelda: Gransking.fo


Comments

Rokningin kann enda í rættinum

23/10/2017

Comments

 
Billede
Hvørki umsitingin í Tórshavnar kommuna ella Heðin Mortensen vilja gjalda rokningina

Ein rokning til Tórshavnar kommunu, sum var 37.500 krónur fyri eitt temablað um høvuðsstaðarkommununa, varð býtt sundur í fýra minni rokningar.

Les/Hoyr meira HER

JáH (y) 24.10.2017 (Kelda: KVF)

Comments

Sjey fingu stuðul til málmenning hjá børnum

23/10/2017

Comments

 
Billede
Mentamálaráðið hevur nú viðgjørt umsóknirnar, sum komu inn til eyka stuðulsumfarið til barna- og ungdómsarbeiði.

Lýst varð serliga eftir umsóknum til verkætlanir, sum kundu stimbra málmenningina hjá børnum, tí hetta er eitt øki, landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, raðfestir høgt.

Fjúrtan umsóknir komu inn - og sjey teirra fingu játtandi svar. Tilsamans vórðu 597.500 kr. býttar út í hesum umfarinum.

Hóast allar verkætlanirnar onkursvegna stimbra málmenningina hjá børnum, so fevna tær sera víða – alt frá eini uppslagsbók um málmenning hjá børnum ætlað foreldrum, til faldarar, sum lýsa týdningin, ið lesing hevur fyri málmenning barnanna, til smáar filmar á youtube, til verkætlanir, sum í størri mun venda sær til starvsfólk á dagstovnum ella børn í yngstu flokkunum.

Eisini vóru onkrar umsóknir játtaðar, sum snúgva seg um alternativar samskiftishættir – til dømis hjá børnum við breki.

Verkætlanirnar, sum fingu stuðul í hesum umfarinum, verða væntandi allar klárar til nýtslu í 2018.

JáH (y) 24.10.2017
Kelda: Mentamálaráðið

Comments

Dreymar við Havið er nú í Klaksvík

22/10/2017

Comments

 
Billede
Stórfilmurin hjá hjá Sakaris Storá gongur í nú biografinum hjá Atlantis Bio í Klaksvík og í farna vikuskiftið hava fleiri hugt eftir filminum.

Les ummæli av filminum HER

Dreymar við havið er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir egnum samleika.

Keyp atgongumerki til filmin HER

JáH (y) 23.10.2017

Comments

UPS ... Komu at stava "Love" skeivt ;-)

21/10/2017

Comments

 
Billede
20 ára gamla Sydney King (uttast til vinstru á myndini) skrivar á Twitter:

- OMG, vit hava veruliga ikki uppiborið mammu okkara. Tað einasta hon vildi til hesa myndina varð at ... 

Les meira HER

JáH (y) 22.10.2017

Comments

Klárt at søkja um miðlastuðul

21/10/2017

Comments

 
Billede
​Nú er klárt hjá privatum tíðindamiðlum at søkja um miðlastuðul fyri 2017.

Á fíggjarlógini eru í ár settar tvær milliónir krónur av, sum privatir tíðindamiðlar kunnu søkja um.

Ætlanin við miðlastuðlinum er at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og at tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum.

Stuðulin er ætlaður prentaðum tíðindamiðlum, loftbornum tíðindamiðlum og skrivaðum tíðindanetmiðlum.

- Eingin spinnir gull av at framleiða journalistikk. Men dygdargóður journalistikkur er alneyðugur fyri fólkaræðið, og hann kostar. Óteljandi uppskot hava verið skrivað, viðgjørd og súltað. Tí er tað gleðiligt, at bæði andstøða og samgonga luttóku í lógarsmíðinum, og at allir flokkar tóku undir við uppskotinum, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá uppskotið varð samtykt fyrr í vár.

Treytirnar fyri at fáa miðlastuðul eru:
  • at miðilin er sjálvstøðugur við einum ábyrgdarhavandi redaktøri.
  • At miðilin, umframt redaktørin, í minsta lagi hevur tilsamans tvey redaktionel ársverk.
  • At miðilin í sínum redaktionella tilfari vendir sær til ein breiðan skara av brúkarum og ikki bert til ávísar bólkar í samfelagnum.
  • Miðilin skal hava eitt redaktionelt innihald innan eitt breitt evnisøki, og talan skal í høvuðsheitum vera um viðgerð av aktuellum tíðindatilfari av politiskum, samfelagsligum og mentanarligum slagi, sum er lagað til fólkið í Føroyum og sum hevur eitt føroyskt sjónarhorn.
  • Fyri prentaðar miðlar er tað ein treyt, at teir koma út minst einaferð um vikuna. Fyri netmiðlar og loftmiðlar er tað ein treyt, at teir dagliga hava ein javnan og dagførdan tíðindastreym.
Freistin at søkja um miðlastuðul fyri 2017 er sett at vera fýra vikur, og umsóknir skulu tí vera Mentamálaráðnum í hendi innan fríggjadagin 17. november á midnátt.

Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað, sum kann takast niður her.
Eisni ber til at venda sær til Mentamálaráðið tlf 306500, e-postur: [email protected]

Kelda: Mentmálaráðið

Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.