NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

25 ára starvsdagur

26/8/2017

Comments

 
Billede
Í sambandi við, at Anna Danielsen hevur starvast sum dagrøktari hjá Klaksvíkar kommunu í 25 ár, varð mikukvøldið 23. august skipað fyri hátíðarløtu í spælistovuni hjá dagrøktarskipanini.

Sanna Brandal, virkandi dagrøktarleiðari bar fram ein heilsan til Annu og handaði henni gávubræv og eitt blómutyssi frá kommununi.

​Anna hevur starvast í tveimum umførum sum dagrøktari, tað fyrra skeiðið var frá 1986-1992, og tað seinna frá 1997-2017. Fyrst í 90’unum vóru tíðrnar ikki so góðar, tá vóru fá børn vóru í dagrøktarskipanini, og tí boðaði Anna dagrøktarleiðarinum frá, at hon ynskti at halda ein steðg sum dagrøktari. Seinni í 90’unum gjørdust tíðirnar betri og stórur tørvur gjørdist á dagrøktarum. Tá vendi Anna sær aftur til dagrøktarskipanina og meldaði seg kláran aftur, hetta var í 1997.

Nógv er broytt, hesa tíðina Anna hevur verið dagrøktari. Fyrstu árini vóru børnini í aldrinum 0-7 ár. Tá skuldu dagrøktaranir gera døgurða til børnini og sjálvir fara oman á kommununa eftir blæðum til børnini. Í dag eru børnini í dagrøktarskipanini í aldrinum 0-3 ár, og tey hava blæður og matpakka við, tá tey koma í dagrøkt.

Anna er umsorganarfull, arbeiðssom, álítandi og hevur eitt lætt lyndi. Við hesum eginleikunum megnar Anna á sín serstaka hátt at fáa dagrøktarbørnini at fella til, trívast og mennast, samstundis sum foreldrini kenna seg trygg og samstarvið teirra millum gongst væl. Anna er eisini ein avbera góður starvsfelagi.
Anna Danielsen hevur hesi 25 árini havt umleið 70 børn í dagrøkt. Til stuttleika kann nevnast, at hetta talið svarar til ein miðalstóran dagstovn.

Dagrøktarskipanin takkar Annu fyri trúgva og góða tænastu í 25 ár, við vón um framhaldandi gott samstarv.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.