NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kapping um at framleiða ein stuttdokumentar til útvarp

21/11/2018

Comments

 
Billede
​Ein útvarps-dokumentarur kann lýsast sum ein søga frá veruleikanum fortald við einum ávísum sinnalagi. Hetta er søguforteljing, har lurtarin dugir at ímynda sær livandi myndir, tá lurtað verður. Hetta kann gerast við at nýta m.a. ljóðmyndir, tónleik og talu.
 
Útvarpsdokumentarar eru sera væl umtóktir í londunum rundan um okkum, og seinnu árini eru fleiri farin at senda útvapsdokumentarar sum podcast. Podcast er blivin ein risastórur miðil í sær sjálvum, tí her hevur tú møguleika fyri at røkka sera víða, og tú hevur ofta møguleika fyri at arbeiða meir kreativt enn annars.
 
Kringvarp Føroya vil fegið liva upp til sína skyldu sum public service-stovnur og vil við nevndu kapping eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Sendingarnar, ið verða framleiddar til kappingina, kunnu soleiðis verða sendar sum podcast og eisini sum vanligar sendingar í útvarpinum.
 
Hervið lýsir Kringvarpið til kapping um at framleiða føroyskar stuttdokumentarar til útvarp.
 
SAMTÍÐ
Útvarpsdokumentararnir skulu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal útvarpsdokumentarur hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni.
 
TREYTIR
Útvarpsdokumentarurin skal vera ein stuttdokumentur til útvarp, sum er umleið 8-10 minuttir til longdar. Ljóðfílan við sendingini skal vera í WAW-formati og í MP3-formati. Ljóðfílurnar skulu sendast til KVF, og afturat ljóðfíluni skal sendast eitt handrit á føroyskum og eitt á enskum.
 
VIRÐISLØN
Latin verður ein virðisløn á 12.000 kr. til vinnandi stuttdokumentarin. Vinnarin fær eisini eitt tvey ára hald til klippingarforritið Hindeburg Journalist Pro.
GG: Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at teir innkomnu útvarpsdokumentararnir ikki eru virðislønarverdir.
 
DÓMSNEVND
Til at viðgera teir innsendu útvarpsdokumentararnar er ein dómsnevnd sett. Í dómsnevndini eru Tim Hinman (Third Ear, DK), Þorgerður E. Sigurðardóttir (RUV, ÍS) og Linda Mortansdóttir (FO).
 
FREIST
Ljóðfílurnar og handritini til nýggjan føroyskan stuttdokumentar til útvarp skal latast Kringvarpinum á t-postadressu: [email protected] í seinasta lagi 01. februar 2019 á midnátt.

At leggja afturat: 
Vit viðmæla www.wetransfer.com ella líknandi forrit at senda ljóðfílurnar við, í fall tær fylla ov nógv at senda við vanligum t-posti.

Um so er, at luttakarin hevur hug at royna klippingarforritið Hindenburg Journalist, kann forritið roynast í eina avmarkaða tíð á tríggjar mánaðir. Vinarliga send ein fyrispurning til t-postadressu: [email protected].

Kelda: KVF


Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.