Tað verður tærnakrimpandi pínligt, langt undir beltið og ræðuliga stuttligt. Tað verða Lallalig jól! Aktuel viðurskifti verða rend um koll, og vend til ein stuttligan vinkul. Tað skortar ikki við stuttligum tilfari, um vit bara fylgja eitt sindur við hvat gongur fyri seg í tinginum og í miðlunum; skemtið verður næstan serverað fyri okkum.
Klaksvíkar sjónleikarfelag framførir aftur í ár eitt jólateiti. Glaðir amatørar framføra nógvar stuttar sketchir. Undanfarin ár hava jólateitini kallast ‘Syndarlig jól’ og ‘Buldralig jól’. Hesaferð er tað Lallalig jól, og temaðið er hareftir.
Lallalig jól verða framført hósdag 6. des., fríggjadag 7. des. og leygardag 8. des. Allir dagar kl 19 og kl 21. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Bara fyri vaksin fólk og ikki fyri sartar sálir!
Kelda: Klaksvíkar Sjónleikarafelag