Vit hava ment bæði Norðoya Portal og eisini er News.fo blivin ein partur av okkara portali.
Framtíðin hevur sera nógv spennandi at bjóða uppá - og eftirsum vit einans eru tveir, sum stýra Norðoya Portal - so verður hetta bæði ein mennandi & spennandi tíð fyri framman. Undirritaði fer aftur til Londons at læra, men mangar eru løturnar - har skrivað verður greinar fyri bæði Norðoya Portal og News.fo. Hetta verður í hvørtfall spennandi - tí um skamma stund, so skal Løgtingsval vera aftur og tá verða tað ivaleyst nógvar politiskar meiningar, sum skula finna vegin framm í okkara lítla & lokala portali.
Vit eru til dystin fús og gleða okkum til eitt nýtt spennandi ár í 2019, folkens - so tað er bara at fylgja við.
JáH (y) 24.12.2018
- Skrivari á Norðoya Portali