Talan er um Oscar valevnis sjónleikarakvinnuna Sondra Locke, sum doyði 74 ára gomul. Hon er kanska mest kend fyri at spæla saman við Clint Eastwood - og fyri skylnaðin ímillum tey bæði.
Deadline skrivar, at Locke doyði tann 3. november av bróst- og beinkrabba.
Hon hevur annars spælt saman við Eastwood í 6 filmum - har ímillum Dirty Harry-filminum Sudden Impact frá 1983.
Tey bæði blivu eisini par og vóru saman í heili 10 ár, sum skapti nógvan ans í Hollywood, tí oftað varð klandur teirra millum. Tey endaðu so í rættinum - har Locke endaði við at saksøkja Eastwood fleiri ferðir - og blivu sakarmálini ordnaði uttanfyri rættin av Eastwood, sum ivaleyst hevur goldið heilt fitt av peningi til eks. konuna.
Hon ákærdi annars Eastwood og Warner Bros fyri at sabotera hennara karrieru sum sjónleikarakvinna.
Hon skrivaði eisini eina bók um teirra forhold, sum kallaðist The Good, The Bad and The Very Ugly, sum kom út í 1997.
JáH (y) 14.12.2018
Kelda: Variety