NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Góð jólaráð til foreldur um ung ogrúsdrekka/rúsevnir

22/12/2018

Comments

 
Billede
Desembur mánaður er fyri nógv ein hugnaligur mánaður við jólum, nýggjári og ikki minst øllum veitslunum, konsertunum o.ø., ið fólk fara til.

Spyrt tú ungdómin, so siga nógv, at 2. jólakvøld er størsta ballingarkvøld í árinum. Tað er feria, og fólk vilja hugna sær við at fara ein túr í býin, hava tað stuttligt og møta vinum og kenningum. Afturat hesum veitslukvøldinum eru ofta fleiri jólaborðhald og so sjálvandi nýggjárið. Desembur mánaður er tí ein mánaður, har nógv verið drukkið, tí nógv er at feira. Tí hevur tað týdning, at tú sum foreldur tosar við títt barn um rúsdrekka og rúsevnir.

5 góð ráð

1. Hvat heldur tú?

Hugsa um tínar meiningar og hugburð til rúsdrekka og rúsevnir. Besta fyribyrgingin fyri at ung ikki koma illa fyri orsakað av rúsdrekka er, at foreldur hava greiðar meiningar og greinsur, og at tað verður tosað við ungdómin um hetta í einum jaligum og opnum samskifti. Tað finnast nógvar ymiskar fatanir av, hvat tað besta er at gera, og tað kann vera torført at vita, hvat er tað rætta. Her kanst tú lesa um ymsar meiningar, ið ofta vera hoyrdar í samfelagnum, og hvat gransking sigur: https://www.livlivid.fo/foreldur/mytir_um_rus/

2. Samtalan

Tosa við tann unga um rúsdrekka og rúsevnir, og um hvørjar meiningar tú hevur, og reglur tú setur. Spyr tann unga um hansara ella hennara upplivingar, og hvat tey halda, men ver greiður í, hvar tú stendur. Tað hevur týdning, at tey kenna seg hoyrd og vird. Til eina tílíka samtalu hevur tað týdning, at tú fyrireikar teg til spurningar, ið møguliga kunnu koma. Les meira her: https://www.livlivid.fo/foreldur/ung-og-rusur/

3. Avtalur

Ger avtalur við tann unga. Góðar avtalur eru t.d. eitt tíðspunkt nær tey skulu vera heima; at tey kunnu ringja, um eitthvørt er; ringja fyri at vera avheintaði; siga frá, um ballið flytur stað; ringja, um tey gerast ov full, o.s.fr. Her kanst tú lesa hent ráð, um hvat tú kanst gera:
https://www.livlivid.fo/foreldur/hvat-kann-eg-gera/

4. Um tey fara í býin

Um tann ungi hevur avgjørt at fara í býin, hevur tað týdning at tosa við tey um nøgdirnar, ið
tey drekka og at minna tey á at drekka vatn.

5. “Ansið eftir”

Vegleið tey ungu at ansa eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum, og ikki at fara frá drykkinum. Tað hava verið nakrar sakir í ár, har fólk hava upplivað, at teirra drykkur er blivin spike’aður (útalaðast speikaður), t.v.s. at onkur hevur koyrt okkurt rúsevni í. Hetta kann vera sera vandamikið, tí tú veit ikki hvat evnið er, og tí ikki hvørja ávirkan tað hevur. Um tú ivast, um tú hevur drukkið okkurt, ið var spike’a, so hevur tað týdning, at tú kemur undir læknahond og samstundis boðar løgregluni frá, hvat er hent, og at tú heldur, at onkur hevur koyrt okkurt í drykkin hjá tær. Tað hevur týdning, at boða løgregluni frá, so at røttu royndirnar kunnu verða tiknar, ið kunnu nýtast, um málið verður meldað.

Nógv rúsevnir í Føroyum í løtuni

Sambært løgregluni eru í løtuni nógv rúsevnir á marknaðinum og tí er tað lætt at fáa fatur á
– serliga er nógv av hasj og frímerkjum (LSD). Frímerkini kunnu síggja so óskyldug út, men
kunnu hava sterka og vandamikla ávirkan. Løgreglan veit at siga, at ung eksperimentera við
hesum evninum og fáa vinir at halda vakt, so onkur er at ringja 112, um tað gongur galið.
Um tú googlar LSD frimærker kanst tú síggja, hvussu tey síggja út.
Um tú ivast í, um títt barn ella um ein vinur tekur rúsevnir, so kanst tú lesa um hvørji
eyðkennir eru her: https://www.datung.fo/alarmklokkur/hvorjum-teknum-skal-eg-hava-
eyga-vid/
.

JáH (y) 23.12.2018
Kelda: Blái Krossur Føroyar

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.