NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

So er tað í kvøld, at ballast skal fyri allar pengarnir, folkens ..!

25/12/2018

Comments

 
Billede
Tað er í kvøld - nevniliga 2. Jólakvøld, at tað ballast skal fyri allar pengarnir. Barrurnar kring alt Føroya land gera seg til reiðar, at taka ímóti fullum nissum og fullum Jólamonnum.

Les eisini: Stress, stress, stress … Puha, so vóru jólini aftur her!

Tað roknast við - at onkur dettur av og onnur enda í rok, ímeðan fólk sikkurt fara at hava ein ella annan trupuleika at fáa fatur í einum taxa heim.

Les eisini: Er jólatunglyndi eitt nýtt phenomen?

Alt saman gongur í eina hægri eind, tí Jólini skula gjarna enda við einum ordiligum endabresti, isje sannheit?

Men tað hevur sína frágreiðing um - hví er so statt, tá ið ballast verður til "den lyse morgen" 2. Jólakvøld og fyri tað fyrsta, so er tað kalt í veðrinum - sum gjarna ger tað, at ein drekkur ov nógv og kroppurin ikki ordiliga megnar at fylgja við tí stóra inntakinum av alkoholinum.

Síðan er tað hjartasorgir, arbeiðsviðurskiftir, trúðarviðurskiftir og familjutrupuleikar, sum skula takast uppá banan, tá ið drukkið verður og mangan elvir slíkt til eitt allertiders rok - har boða verður frá løgregluni og viðkomandi endar í fullu-brummu í Klaksvík (ella onkra aðrastaðnis). Jólatunglyndi eru tað mong, sum lýða av - og tað sæst oftað best í barrum og dansistøðum 2. Jólakvøld, tá ið tosað verður við fólk.

Billede
Kanningar vísa á - at tað er oftast á Jólum, at nevin er uppi í loftinum og nógvar skaðar koma eisini av, at tað kann vera hált á vegnum - har full fólk detta og sláa seg í.

Løgreglan plagar at boða frá 3. Jóladag, at tað hevur verið sera nógv at gjørt í støðini og at mong eru tey, sum hava ligið avdottin uttanfyri í kuldanum, sum forrestin slett ikki er heilt ófarligt. Vit á NP hava eisini tosað við ein løgreglumann um tað sama - og hann segði frá, at fólk muga ansa sær 2. Jólakvøld, tí at tað er so skjótt at okkurt kann enda galið. Drekki við máta og hugni tykkum, segði ein heldur fryntligur løgmaður við undirritaði uttanfyri FK herfyri.

Men ein siðvenja er ein siðvenja - og tí skal tað ballast fyri allar pengarnir 2. Jólakvøld. Vit á NP vóna, at tit fara at hugna tykkum í kvøld og royni nú at lata vera við at tosað um arbeiðið, politikk ella trúgv, tí tað elvir mangan til - at nevin endar uppi í loftinum og heilt erligt: Tað er Jól, forfanin - tak tað róligt. Hugna tær og kom sikkurt heim ..! Lat nú ikki tína vreiðu - oyðileggja alt fyri hini fólkini, sum eru komin út at hugna sær.

JáH (y) 26.12.2018

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.