NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Bein hørð motorsúkkla !!!

17/3/2014

Comments

 
Picture
ORANGE CITY, FLORIDA: 65 ára gamli Reese Moore frá Florida hevur eina heldur óvanliga motorsúkklu til sølu. Hon er gjørd av djórabeinum og hevur navnið "Cowasaki".

ÁvísinDaytone Beach News Journal skrivar at prísurin er áleið 300.000 kr fyri eina slíka - men at tað nú eru ting við motorsúkkluni, sum ger tað at hon tó ikki kann koyra. Hon er útilukkandi til pynt ella sum ein dekoratión. 

Reese hevur gjørt 9 motorsúkklur av djórabeinum og fortelur at tað kann taka dagar at gera eina slíka - men so sanniliga eisini ár um hann ikki finnur tey røttu djórabeinini.

JáH (y) 17/03-14



Comments

Nýggjar Totalt Langt Úti teknirøðir !!!

16/3/2014

Comments

 
Picture
Picture
Comments

David Brenner deyður: Skemtari til tað síðsta

16/3/2014

Comments

 
Picture
Skemtarin David Brenner, sum plagdi at vera ein fastur táttur á "The Tonight Show" er deyður eftir langan kamp við kreft, sigur ein talsmaður hjá familjuni. Hann doyði ígjár og bleiv 78 ára gamal.

Áðrenn Brenner bleiv skemtari hjálpti hann at skriva, framleiða og gera 115 sjónvarp dokumentarir og fyri hetta fekk hann nærum 30 virðislønir.

Brenner skrivaði eisini 5 bøkur og tann seinasta bleiv skrivað í 2003 sum bleiv kallað "I Think There's a Terrorist in My Soup."

Og sjálvt Brenner er deyður, so bleiv hann við at skemta. Tað seinasta ynski hjá honum varð at fáa 100 dollara í smáum seðlum í hansara sokk ... "Bara nú eg skal geva onkrum tips, har eg fari." Og á hansara gravsteini skal standa: "Um hetta er meiningin at vera ein joke - jamen so fangi eg hana ikki !!" fortelur talsmaðurin Jeff Abraham fyri fjølmiðlum.

JáH (y) 16/03-14

Comments

Skemtingarsom (grov) grein á Røddini hjá KVF

15/3/2014

Comments

 
PictureMynd: © Hússj
Altjóða steak og blowjob dagur

So stendur yvirskriftin skrivað á heimasíðuni hjá Kringvarp Føroya, og er tað undirsíðan Røddin hjá Kringvarpinum, sum komin er við greinini - har tann sum skrivar hevur eitur Hússj. Les grein HER

Men greinin í sjálvum sær er skemtingarsom og kann tykjast í so grov fyri onkran - men eitt skal KVF eiga, og tað er - at tað sær út, sum um tey hava fingið NOSSIR á leiðsluni ... og tað er bara gott !!!

JáH (y) 15/03-14

Comments

So skal tað tjenast pengar uppá Gangnam Style

15/3/2014

Comments

 
Picture
SEOUL: Gangnam sum liggur í tí suðurkorianska høvuðsstaðnum Seoul hevur fingið eina gøtu, sum farin er í poppkulturin.

Gangnam er eitt vælhavandi kvarter í høvuðsstaðnum og er blivi kent verðina runt, grundað av tí suðurkorianska popphitinum hjá Psy "Gangnam Style" sum ein næstan bleiv svakur av at hoyra í Føroyum eisini.

Nú er so ein nýggj gøta opna, sum ber navnið "K-Star Road" skrivar suðurkorianka tíðarritið Yonhap og tann gøra fer ein kilometur ígjøgnum Gangnam.

Á gøtuni er ymisk støð og aktiviteir, sum heiðra tann lokala poppkulturin. Og so eru tað matstovir og café'ir, har tær lokalu kendu fólkini koma.

Tann lokali mynduleikin vónar, at umráðið veråur líka kent fyri Seol, sum Soho er fyri New York. Og arbeiðið blívur við at fáa fleiri aktivitetir innan fyri gourmetmat og móta.


So kanska burdi vit gjørt tað sama - har vit nevndu gøtu og matstovu eftir teim kendu í Føroyum, sum f. eks Eivør'sa Café, Týr's gøta ella Moira Mat. Bert eitt hugskot, tit !!!

JáH (y) 15/03-14

Comments

Svakur maður flytir bil við næsagluggunum

14/3/2014

Comments

 
Picture
Hetta er ein svakur maður sum vil nakað - og hevur nøs fyri bilum (get it ..?)

Zhang Yilong varð í eina bilframsýning í Zhoukou Kina har hann fekk alla fjøldina at heppa á seg. Hann førkaði nemliga ein bil við sínum næsagluggum (sjá mynd)

Maðurin gjørdi eyka nógv burturúr við at lata seg í eina Kill Bill drakt, har hann so drassaði bilin aftaná sær - tumma fyri tumma.

JáH (y) 14/03-14


Comments

Tápuligar umberingar fyri ikki at brúka trygdarbelti

14/3/2014

Comments

 
Picture
Løgreglan skal hoyra nógv - fyrr enn oyra dettur av. Og nú fortelur løgreglan úr Hampshire um nakrar tápuligar umberingar, sum fólk hava fyri IKKI at brúka trygdarbelti.

Politisturin Rob Heard frá Hampshire fortelur soleiðis frá: "Ein maður varð tikin til síðis - tí at hann ikki varð í trygdarbelti. Og tá vit spurdu hann um tað, so svaraði hann: Eg vil ikki oyðileggja meg sjálvan - eg havi júst tikið sól!"

Heard hoyrdi eisini frá eini eldru konu, at hon ikki hevði brúkt trygdarbelti í 50 ár, so hví tramin skuldi hon so byrja nú ..? Heard fortaldi frá, at ein kundi síggja á trygdarbeltinum hjá henni, at teir ongantíð vóru brúktir. Men lógin hjá okkum í Onglandi er frá 1983 og tann lógin sigur at tú skal vera í trygdarbelti tá tú koyrir bil, segði Rob Heard flennandi til tí gomlu konuni.

JáH (y) 14/03-14





Comments

Tesco noktaði at selja eina skeið til tannáring - tí hann varð ov ungir

14/3/2014

Comments

 
Picture
16 ára gamli Liam Whelan bleiv fortaldur at ein mátti vera 18 ár fyri at keypa ein skeið. 

Tá 16 ára gamli Liam kemur til sjálvtøku maskinuna sigur maskinan, at hann eigur at vera fyltur 18 ár fyri at sleppa at keypa hasa skeiðina.

Ein heldur bilsin Liam greiðir frá: "Eg fór yvir til sjálvtøku-service og so skannaði eg skeiðina inn, men maskinan vildi ikki lata meg gjalda. Eitt arbeiðsfólk frá Tesco kom yvir og spurdi hvussu gamal eg varð og eg vísti mítt bevís við mínum aldri á, men hann svaraði at eg mátti vera 18 fyri at keypa skeiðina."

Mamma Liam, Yvette Whelan heldur lítið um støðuna og fortelur frá, at Tesco er láturligt. Sjálvur vilja tey frá Tesco ikki siga meira um skeið støðuna og greiða frá, at ymisk ting frá teimum má ein also vera 18 ár fyri at keypa - og at tey frá Tesco eru kedd um støðuna, men at meira verður ikki gjørt við tað.

JáH (y) 14/03-14





Comments

Hvat kallaði tú matin hjá mær ?!?

13/3/2014

Comments

 
Picture
Tikið úr bókini hjá Arnold Schwarzenegger "Mítt ótrúliga lív"

Hesaferð vil Arnold vera við, hvussu svert tað varð at læra enskt. Hann greiðir soleiðis frá úr bókini: "Serliga tað at úttala meg varð eitt farligt umráði fyri meg. Artie vildi einaferð forkela meg og bjóða meg út at eta á einari jødiskari-ungarskari matstovu, har rættirnir minstu nógv um teir eg kom frá. Eigari kom yvir til okkara og eg segði:

- Eg sá okkurt her á menukortinum, sum eg gott kundi tonkti mær. Lat meg fáa okkurt av tykkara garbage (skrell).
- Hvat kallaði tú matin hjá mær ?!?
- Bara gev mær okkurt garbage.
Artie skundaði sær at bróta inn. "Hann er frá Eysturríki," greiddi hann frá. "Hann meinar við cabbage (kál). Hann kennir rættir við kál frá Eysturríki."

JáH (y) 13/03-14

Comments

Bjargaðu honum frá druknideyða - nú vil hann sagsøkja tey !!!

13/3/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
USA: Amerikanski Roy Ortiz frá býnum Broomfield í Colorado hugsar um at sagsøkja dykkarnir, sum bjargaðu honum úr hansara bili í september síðsa ár, tá hann og bilurin vóru fangaðir í einari kraftigari yvirflóð. 

Roy Ortiz heldur, at tað tók alt ov langa tíð, tá tey brúkti heili 2 tímar um at bjarga hann, sigur hansara sakførari til sjónvarps-kanalina Denver Channel.

"Sjálvandi er hann takksamur fyri, at dykkarnir gjørdu tað teir skuldu og bjargaðu lívið hjá honum tann dagin, men tað forandrar ikki tað faktum, at ein feilur eisini varð gjørdur," sigur sakførari Ed Ferszt.

Roy Ortiz ætlar at saksøkja løgregluna í Boulder County fyri 2,7 milliónir krónir og ímeðan roynir løgreglan at finna útav, um tey sum bjargaðu mannin - kundu havt arbeitt eitt sindur skjótari.

JáH (y) 13/03-14


Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.