Gangnam er eitt vælhavandi kvarter í høvuðsstaðnum og er blivi kent verðina runt, grundað av tí suðurkorianska popphitinum hjá Psy "Gangnam Style" sum ein næstan bleiv svakur av at hoyra í Føroyum eisini.
Nú er so ein nýggj gøta opna, sum ber navnið "K-Star Road" skrivar suðurkorianka tíðarritið Yonhap og tann gøra fer ein kilometur ígjøgnum Gangnam.
Á gøtuni er ymisk støð og aktiviteir, sum heiðra tann lokala poppkulturin. Og so eru tað matstovir og café'ir, har tær lokalu kendu fólkini koma.
Tann lokali mynduleikin vónar, at umráðið veråur líka kent fyri Seol, sum Soho er fyri New York. Og arbeiðið blívur við at fáa fleiri aktivitetir innan fyri gourmetmat og móta.
So kanska burdi vit gjørt tað sama - har vit nevndu gøtu og matstovu eftir teim kendu í Føroyum, sum f. eks Eivør'sa Café, Týr's gøta ella Moira Mat. Bert eitt hugskot, tit !!!
JáH (y) 15/03-14