Roy Ortiz heldur, at tað tók alt ov langa tíð, tá tey brúkti heili 2 tímar um at bjarga hann, sigur hansara sakførari til sjónvarps-kanalina Denver Channel.
"Sjálvandi er hann takksamur fyri, at dykkarnir gjørdu tað teir skuldu og bjargaðu lívið hjá honum tann dagin, men tað forandrar ikki tað faktum, at ein feilur eisini varð gjørdur," sigur sakførari Ed Ferszt.
Roy Ortiz ætlar at saksøkja løgregluna í Boulder County fyri 2,7 milliónir krónir og ímeðan roynir løgreglan at finna útav, um tey sum bjargaðu mannin - kundu havt arbeitt eitt sindur skjótari.
JáH (y) 13/03-14