NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stór spælifilmsverkætlan í Mikladali og Klaksvík

13/7/2017

Comments

 
BilledeMynd: Dávur Winther
Komandi vikurnar verða upptøkurnar til spælifilmin NINA, sum Maria Winther Olsen hevur skrivað og leikstjórnar, gjørdar í Norðoyggjum.

Filmurin NINA, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Mikladals, er nógv størsta spælifilmsverkætlan higartil í norðoyggjum. Klaksvíkar kommuna stuðlar verkætlanini við 200.000 krónum, og teir pengarnir eru væl givnir út, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Hetta er ein slóðbrótandi verkætlan hjá okkum at vera partur av, tí hetta kombinerar fleiri vinningar við at seta sjóneykuna á Mikladal og Klaksvík og samstundis menna kreativu vinnuna, sum er ein týðandi partur av okkara vinnulívi nú og í framtíðini, sigur Jógvan Skorheim. 

Gleðin um stuðulin gongur báðar vegir, tí eisini Maria Winther Olsen og hini í filmstoyminum eru glað fyri samstarvið við Klaksvíkar kommunu. – Vit eru so óendaliga takksom, tí hetta hevði slett ikki borið til uttan stuðulin úr norðoyggjum, sigur leikstjórin. Hon leggur afturat, at fíggarligi parturin sjálvandi hevur stóran týdning, men at eisini jaligi hugburðurin, sum hon hevur hitt í samband við verkætlanina, er til stóra hjálp. – Øll hava verið so fantastiska jalig og áhugað í verkætlanini, og vit gleða okkum nú ordiliga nógv til at flyta til Mikladals og sleppa í gongd við upptøkurnar, sigur Maria Winther Olsen. 

Upptøkurnar til filmin verða gjørdar frá 17. Juli til 13. August, og filmstoymið fer at búgva í Mikladali hetta tíðarskeiðið. Harumframt verða nógvar upptøkur gjørdar í Klaksvík, eitt nú á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum er arbeiðsplássið hjá mannliga høvuðsleiklutinum, William. 

Leikararnir í høvuðsleiklutunum eru Marie Tourell Søderberg, sum eitt nú spældi við í DR-røðini “1864” og Nicolaj Dencker Schmidt, sum í løtuni sæst í DR-røðini “Historien om Danmark”. Bæði eru tey evnarík og vaksandi nøvn innan danska filmslist, og tí kunnu tey vónandi eisini vera til íblástur fyri ungar filmsspírar í Føroyum. Fyriuttan tey bæði eru allir leikarar í filminum føroyingar, og filmstoymið er somuleiðis í stóran mun mannað við føroyingum. 

Tá ið upptøkurnar eru lidnar í august, fer eftirarbeiðið í gongd, og spælifilmurin NINA kemur eftir ætlan út tíðliga í 2018.

JáH (y) 14.07.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.